fríggjadagur 5. august 2011síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 84 · 22. juli 2011
6
Føroyski búnin á
Fríða í svørtum
Fríða úr Havn
Kom framvið Fríðu úr Havn. Hon greiddi frá,
at hon hevði bílagt turriklæði og fyriklæði,
men at tað ikki varð liðugt til ólavsøku.
- Eg fór í tað sum eg hevði, og helt at tað
riggaði so væl, at eg helt at eg gott kundi fara
á ólavsøku uttan turrilkæði og fyriklæði.
- Torgerð Suðuroy hevur gjørt silvurið, ið
eisini er rættuliga stórt í tí, so eg haldi at
búnin ber seg væl sum hann er sigur Fríða.
Arvað klæðini frá pápanum
Kim úr Skopun
Kom fram á Kim úr Skopun í einari vakrari
knappatryggju í sterkum bláum litum. Kim
hevur arvað klæðini hjá pápa sínum. Troyggjuna
hevur omma Kim greitt úr hondum.
Íblástur úr Kirkjubø
Mikael av Argjum
Mikael av Argjum hevur eina baldýring
við íblástri frá kirkjubøstólunum.
- Tað er óføra mamma mín, ið hevur sniðgivið
og broderað. Eg ynskti mær okkurt, ið
eingin annar hevði, og at tað skuldi verða
broderað í jarðlitum, sigur Mikael.
Beltið á loppumarknaði
Marita
Marita hevur samlað uppá silvurið, men sigur
annars, at hon hevur keypt beltið á loppumarknaði.
Í dag valdi hon so at fara út uttan turriklæði.
- Tað svarta fyriklæði er gjørt burturúr
kjólustoffi – tað brúkti ein fyrr, um ein ikki hevði
ráð til vovið ella broderað, sigur Marita.
Vinkonur
Mátti steðga og avmynda hesar vøkru veitsluklæddu
vinkonur! Frá vinstru eru Guðrun og Billa úr
Havn, Rita úr Suðri og Elisa úr Vestmanna.
Orð og myndir: Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard