Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-05, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. august 2011síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 84 · 22. juli 2011 7 ólavsøku Ragnhild Hjalmars­dóttir Højgaard, sum er skraddari, hitti á ólavsøku fólk, sum vóru í føroyskum búna. Her eru nøkur av fólkunum, hon hitti Sjarmutrøllið Sophilia Shophilia, Anna Maria og Rósa Sjarmutrøllið, Sophilia, hevur eina so fína stimatroyggju, men hvat er tað fyri mynstur? - Tað eru smá kettuhøvd, ella smáir fittir úlvahvølpar, sigur Sophilia. Við sær í býin hevur hon Rósu og Onnu Mariu. Rósa hevur blátt fyriklæði, men hevur droppað silkiturriklæði, tí hon heldur, tað vera so besverligt at fáa at liggja pent. Anna Maria er í einum sjáldsomum búna í jarðlitum, - Í grundini er tað systir mín sum eigur búnan, men hon er ikki í Føroyum í løtuni, so eg sleppi at læna búnan, sigur Anna Maria. Sjáldsamir knappar PÁLL Eg mátti steðga Pálli, tí eg legði til merkis, at silvurknapparnir vóru av einum gomlum slagi; minni kúputir í mun til teir, ið annars síggjast nógv á føroyska mannfólkabúnanum. - Silvurið havi eg arvað eftir langabba mínum úr Hesti, sigur Páll. Tormóður gjørt brosjuna Tórmóður og Halla Á molanum varnaðist eg sjáldsomu brosjuna hjá Hallu. - Ja, hesa hevur Tormóður gjørt. Hann hevur eisini gjørt stimaknappanir til sín sjálvs, sigur Halla errin. - Upprunaliga vildi hann læra til gullsmið, men tað var ógjørlig at fáa lærupláss, so nú hevur hann tað bara sum frítíðarítiv, greiður Halla frá. Tormóður fortelur, at hann eisini hevur gjørt heil sett til onkran í familjuni. Vakra møtlaspennið hjá Hallu er keypt antikt í Danmark. Glaður fyri mynstrið Bjarni og Christa úr Havn - Eg eri serliga glaður fyri gylta mynstri á vestinum” sigur Bjarni og vísir fram. Eins og nógvar aðrar hevur Christa valt at lata turriklæði liggja eftir heima hesa ólavsøkuna. - Eg haldi, at eg sýni so stór út við tí, sigur Christa. Ístaðin hevur hon eitt Guðrun og Guðrun turriklæði út yvir seg, ið hóskar til bláa litin búnin hevur. - Eg havi sjálv brúkt langa tíð uppá at sniðgeva mynstrið, eg havi á fyriklæðnum, sigur Christa. Egin búni Karin og Páll úr Havn - Eg havi broderað mynstrið, ið er av ymiskum føroyskum smáblómum. Harímillum er eisini føroyska orkidéin, greiður Karin frá. Tey eru limir í dansifelagi, har tey øll eru í búna, tá tey dansa. Tær sjáldsomu smúkkurnar hjá Karini eru gjørdar úr stórhvalatonnum. Finnur Olsen úr Fuglafiði hevur gjørt brosju, mallur, prónin og beltaspennið.