fríggjadagur 5. august 2011síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 84 · 22. juli 2011
8
Uni Holm Johannesen
uni@sos.fo
– Vit ræðast ikki at vera ómodernað
og eru sannførd um, at okkara politiski
grundvøllur og virðir eru góð, og
tænir øllum samfelagnum í dag og í
framtíðini.
Tað sigur Rani A. Skaalum, sum er
í uppskoti fyri Miðflokkin til næsta
løgtingsval.
Hann er útbúgvin lærari og
heldur, at Føroyar skulu skapa best
hugsandi umstøðurnar til at lesa hægri
lestur her. Hann vónar, at politisku
myndugleikararnir eru sinnaðir at
skapa neyðugu karmarnar fyri at fáa
eina ferðuvinnu, sum kastar av sær, og
hann saknar, at tey eldru taka yngra
ættarliðið í álvara.
Miðflokkurin veksur
støðugt sum politiskur
flokkur. Hvør er orsøkin?
– Miðflokkurin er lutfalsliga nýggjur,
og tað tekur langa tíð at byggja ein
politiskan flokk upp. Miðflokkurin
hevur ikki reiðiliga funnið fótafestið
enn, men er í støðugum vøkstri
og menning. Um nøkur ár fáa vit
neyvari ábendingar um, hvussu stórur
flokkurin verður.
– Tað eru fleiri og fleiri, sum velja
Miðflokkin. Orsøkin er heilt einfalt
tann, at fólk vita, hvar tú hevur
Miðflokkin. Tú veitst, at samsvar er
millum tað vit siga, og tað vit gera. Fólk
velja Miðflokkin, tí eingin einstakur
tinglimur sleppur at spæla solospæl
við teimum grundleggjandi politisku
hugsjónunum hjá Miðflokkinum.
Miðflokkurin er helst einasti flokkur,
sum kann tryggja veljaranum, at tað
tú velur, er tað, sum tú fært.
– Vit liva eisini í eini tíð, har
huglagið í samfelagnum vil sannføra
okkum um, at nýggjasta rákið ella
populera meiningin, er tað rætta og
besta. Tá stendur Miðflokkurin fyri
nøkrum virðum, sum eru prógvað
góð at byggja á. Miðflokkurin broytir
ikki sítt virðisgrundarlag ella sín
politikk eftir rákinum ella dagsins
meining. Vit eru ikki bangin fyri at
vera ómodernað og eru sannførd um,
at okkara politiski grundvøllur og virðir
eru góð og tænir øllum samfelagnum
í dag og í framtíðini. Miðflokkurin
umboðar hugsanir hjá einum stórum
parti av Føroya fólki, men hann heviur
kanska ikki verið nóg væl hoyrdur, og
kanska staðið uttan ávirkan. Vøksturin
hjá Miðflokkinum kann væntandi
síggjast í undirtøkuni hjá hesum
samfelagsbólkinum. Miðflokkurin
fremur eisini lyftini og stevnuskránna
í verki, og tað sæst eisini aftur í tí,
sum vit hava arbeitt við í løgtinginum
seinasta árið.
Miðflokkurin byggir sín
politikk á meginreglur
Bíbliunnar, setir Gud og
Skaparan í hásætið og leitar
hjálp og ráð frá Honum.
Hvussu tillagar tú tín
politikk í samband við tað?
- Flestu menniskju grunda teirra
lívsáskoðan og meiningar á ymisk virðir
og hugsanir. Eg havi valt kristindómin
og tey virðir og hugsanir, ið vit finna í
Bíbliuni og kristnu læruni.
Politiskt meini eg, at hendan
hugsanin sæst aftur í teimum
16 punktunum, sum eru á lesa á
heimasíðuni hjá flokkinum og tí
politikki, sum vit føra. Annars skal tað
skiljast sum tað stendur. Eg trúgvi, at
vit kunnu hava samband við Gud og
sostatt søkja um ráð og vísdóm hjá
honum í øllum lívsins viðurskiftum.
Tað veri seg bæði í tí persónliga og tí
politiska lívinum. Bæði tá ið tað gongur
væl, og tá ið tað gongur minni væl.
Mítt virðisgrundarlag og lívsfilosofi er
soleiðis grundað á læruna hjá Jesusi,
og eg vóni at kunna læra av Hansara
fyridømi í øllum lutum lívsins. Eg
finni troyst í trúnni á Gud, samfelag
við Hann í bønini og finni vísdóm og
ráð í Bíbliuni.
Eg veit, at eg ikki eri fullkomin. Eg
kann fara skeivur, men eg havi eina
fyrimynd, eitt ideal, sum er fullkomið.
Hetta idealið havi eg sum fyrimynd og
strembi eftir tí. Eg grundi sostatt mína
tilveru á nakað, ið er størri og meiri
týdningarmikið enn eg. Við at stremba
eftir málinum hvønn dag, vóni eg, at
mítt persónliga lív og mín politikkur
verða merkt av mínum ideali, tí góða,
hvørs eyðkenni eru langmóð, góðvilji,
eyðmjúkleiki, ósjálvsøkni, tolsemi,
sómi, rættvísi, sannleiki og fyrigeving.
Hvussu er yngra ættarliðið
í Miðflokkinum øðrvísi enn
Jenis av Rana, Bill Justinussen
og Karsten Hansen, sum
umboða flokkin á tingi í dag?
- Tann størsti munurin er helst aldurin
og royndirnar innan politikk. Vit kunnu
læra nógv at Jenisi, Bill og Karsten,
sum allir hava verið leingi í politikki.
Vit halda eisini, at teir kunnu læra
nakað av okkum, tá vit umboða ein
samfelagsbólk, ið eldru politikararnir
ikki so ofta tykjast hoyra. Tað haldi eg
eisini, at okkara politikarar eru greiðir
yvir, tí Ung fyri Miðflokkin hevur
umboðan í floksstjórnini og verður
kallað inn til fundar, tá ið stórmál
eru til viðgerðar. Sostatt vísir 'eldri
Miðflokkurin' okkum ungu virðing
og letur okkum koma til orðanna
og stuðlar okkara virksemi. Tað er
sera spennandi at sleppa at greiða
frá politikkinum hjá okkum, tí vit
møta eisini fólki, sum spyrja, um vit
yvirhøvur hava nakran politikk. Tað
eru kanska fleiri fólk, ið ikki ordiliga
vita, hvat Miðflokkurin og Ung fyri
Miðflokkin standa fyri, og hvønn
politikk vit hava. Tú kann siga, at eg og
hini ungu bera tann “góða boðskapin”
um okkara politikk til tey ungu, sum
annars kanska hildu, at vit høvdu bara
kristindómin á stevnuskránni. Vit ungu
hava sostatt eitt annað sjónarhorn og
onnur sjónarmið við í okkara politikki.
Politikkur er meiri enn høgra mótvegis
vinstra ella loysing mótvegis samband.
Í einum støðugt broytandi heimi eru
tað nógvir aðrir faktorar, sum eru
týðandi fyri, at vit kunnu tryggja eina
góða framtíð fyri føroyingar. Tað er ikki
altíð gagnligt at vera so polariseraður.
Landið er nógv broytt, síðani teir gomlu
politikararnir vóru á okkara aldri. Tey
høvdu aðrar avbjóðingar, enn vit hava
í dag. Tíðirnar broytast, og vit skulu
tillaga okkum tíðina. Vit ungu hava
nógv mál og ynski, ið eru viðkomandi
fyri yngra ættarliðið. Fleiri av teimum
málum, sum Ung fyri Miðflokkin
hevur, eru somu mál, sum Miðflokkurin
hevur frammanundan; men vit hava
saknað eitt ungmannafelag. Tað er ein
av fyrimununum - vit standa saman og
hava eitt felagsmál. Aðrir flokkar og
ungmannafeløg tykjast stundum vera
í innanhýsis tvídrátti. Politikkurin hjá
okkum ungu í UfM er ikki í andsøgn
við politikkin hjá Miðflokkinum,
men vit hava eitt nakað øðrvísi
sjónarhorn, og vit varpa meira ljós á
útbúgvingarpolitikk og vinnupolitikk
við atliti til ungar íverksetarar.
Hvussu umráðandi er
tað fyri teg, at Føroyar
verða fullveldi?
- Miðflokkurin er ein loysingarsinnaður
flokkur. Ein danskur fólkatingslimur
spurdi meg einaferð, um fullveldi er
umráðandi fyri meg. Eg kundi svara
einfalt og sagt ja, men eg valdi at svara
honum við eini anekdotu; Eg eri sera
fegin um mammu og pápa mín, og tað
var frálíkt at búgva í kjallaranum hjá
teimum, fyri - næstan - einki, tá ið eg
var gamal tannáringur. Ein dagin metti
eg, at tíðin var búgvin til, at eg skuldi
flyta út og royna at standa á egnum
beinum. Eftir gott og væl 20 ár skuldi
eg klára meg sjálvan. Tað var ikki altíð
lætt, men tað eydnaðist! Stutta svarið
er: Ja, fullveldi er umráðandi. Men!
Tað snýr seg fremst av øllum um at
fáa skil á egnum landi, bæði politiskt
og fíggjarligt, áðrenn tað ber til at tosa
um fullveldi. Í løtuni havi eg ikki álit
á, at vit hava eina somikið trygga og
burðardygga fíggjarliga leiðslu av
landinum. Aðalmál skal vera at fáa
skil á fíggjarstøðuni í landinum og
samstundis menna samfelagið.
Hvørjir eru fyrimunirnir –
ella hví er tað rætt – at hava
ein frískúla í Kelduni?
– Eg havi onga avgjørda meining um,
Miðflokkurin
heldur kósina
- Vit liva í eini tíð, har huglagið í samfelagnum vil sannføra okkum um,
at nýggjasta rákið ella populera meiningin er tað rætta og besta. Tá
stendur Miðflokkurin fyri nøkrum virðum, sum eru prógvað góð at byggja
á. Miðflokkurin broytir ikki sítt virðisgrundarlag ella sín politikk eftir
rákinum ella dagsins meining, sigur Rani A. Skaalum, valevni fyri Miðflokkin