Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-05, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. august 2011síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 84 · 22. juli 2011 9 hvar ein frískúli skal vera ella hvør skal reka ein frískúla. Tað er altíð gott við kapping, eisini væntandi innan skúlaøkið. Eg haldi tað vera frálíkt, at foreldur og børn hava eitt fjølbroytt úrval av skúlum. Fólkaskúlalógin tryggjar okkum eisini, at hesir skúlarnir lúka neyðugu námsfrøðiligu og fakligu krøvini. Vónandi standa hesir skúlarnir seg eins væl og hinir skúlarnir í Føroyum í landsroyndum og próvtøkum annars. Tað er gott, at tað ber til at stovna frískúlar í Føroyum, og at politiski myndugleikin stuðlar hesum. Fólkafráflyting er ein tann størsta avbjóðingin hjá føroyska samfelagnum. Skulu vit forða ungum at fara uttanlands at lesa? – Spurningurin, vit skulu seta okkum, er einfaldur: Heldur tú, at samfelagið hjá okkum megnar at nøkta tørvin hjá øllum borgarum í Føroyum? Tað eru fleiri, sum hava trupult við at fáa kropsliga tørvin nøktaðan. Tey fáa heilt einfalt ikki endarnar at røkka saman! Men vit vita ikki, hvussu nógv hesi menniskjuni eru, ella hvussu stórur trupulleikin er. Tí er tað eisini, at vit í Miðflokkinum vilja hava ásett eitt fátækramark í Føroyum. Ynskið ella tørvurin um tryggleika er langt síðani farin í søguna. Sjálvandi hevur heimskreppan ein fingur við í spælinum, men ein kreppa er ongin umbering fyri ússaliga fíggjarliga stýring. Føroyar er ikki einasta landið, ið er rakt av heimskreppuni. Heldur enn at klandrast um, hvør eigur svarta Per, átti verið farið til verka beinanvegin at funnið eina loysn á ovurnýtsluni og útvega nýggjar inntøkumøguleikar, umframt skatt og avgjøld. At leggja eyka skatt og avgjøld á borgaran skal vera allar síðsti útvegur og ikki tað, sum verður gjørt fyrst. Peningur skuldi eisini verið spardur saman í teimum góðu árunum og frá privatiseringunum, undan kreppuni, so at vit høvdu nakað at standa ímóti við. Sat eg í útlondum og skuldi umhugsa at flyta heim, kann eg við vissu siga, at eg var verandi í útlegd. Eftir míni meting hevur landsins leiðsla als ikki klárað at gera tað møguligt hjá okkara útisetum at koma heimaftur. Tað ber nóg illa til at geva teimum, sum longu búgva í Føroyum, neyðugu umstøðurnar at uppfylla teirra tørvir. Eingin tímir at búgva í einum landi, ið er merkt av óskili og fíggjarligum vinglusemi. Tað hevur verið sum at hugt at “soap opera” í sjónvarpinum. Intrigur og drama hava sermerkt politikkin, og næstan einki ítøkiligt er komið burturúr, sum er til gagns fyri fólkið. Heilt erligt, hvussu skulu vit, fólkið í Føroyum, taka landsins ovastu í álvara? Vit skulu skapa best møguligu umstøður at lesa hægri lestur í Føroyum, so at fleiri og fleiri velja at lesa í Føroyum. Í hvussu er mugu føroyingar, sum lesa í Føroyum hava somu kor sum føroyingar í Danmark. Tað er alt ov stórur munur á umstøðunum hjá tí lesandi í Føroyum í mun til tann lesandi í Danmark. Tað kann ikki vera rætt, at vit soleiðis lokka ungar føroyingar av landinum. Vit mugu menna Fróðskaparsetrið, hava fleiri viðkomandi fak, hækka stuðulin til tey, sum lesa hægri lestur og virka fyri einum ríkum lestrarumhvørvi. Tað er eisini umráðandi, at vit menna fjarlestur umvegis Fróðskaparsetrið. Tað eru fleiri sum lesa fjarlestur í Føroyum, men tey hava einki lestrarumhvørvi. Fjarlestur er eisini ein bíligari valmøguleiki, tá ið tað kann vera sera dýrt at bjóða ávísar greinar út til fá lesandi. Meiri pengar mugu setast av til samfelagvísindaligar kanningar, so vit vita, hvørjar útbúgvingar føroyska samfelagið hevur tørv á í framtíðini. Sum er, útbúgva vit alt ov nógv ung til arbeiðsloysi, tí samfelagið hevur ikki tørv á teirra útbúgving. Samfelagið og vinnan er ikki altíð før fyri at taka ímóti hesum fólkunum. Fleiri koma sostatt heim og kunnu ikki brúka teirra útbúgving til nakað. Tá eru ikki aðrir møguleikar enn at finna sær arbeiði í útlondum. Vit skulu ongantíð avmarka valið hjá teimum lesandi. Um tú hevur hug til at lesa uttan fyri Føroyar, skalt tú hava tann møguleikan. Tey, sum fara út um landoddarnar at lesa, hava holla vitan og royndir við sær aftur - um tey koma heim aftur. Tá tey ikki koma aftur, er vitanin, sum vit missa, at samanlíkna við eina mista íløgu. Tað er alt ov dýrt fyri okkum at framhaldandi útflyta føroyingar. Almenna og privata vinnan skulu arbeiða saman. Privata vinnan skapar landskassanum inntøkur, og tað almenna brúkar pengar hjá tí privata. Tað er sera umráðandi, at tað almenna og privata finna eitt felagsøki, har báðir partar kunnu gera íløgur. Soleiðis kunnu vit vaksa um útbúgvingarmøguleikar og arbeiðsmøguleikar í Føroyum, meðan vit skapa landinum nýggjar inntøkur í og uttanfyri Føroyar. Stríðið um valdið... Politisku flokkarnir brynja seg til stríðið at fáa tín kross á løgtingsvalinum. Tað verður ikki uttan svørslag. Floksformenninir hava lagt ætlanina, og allar snildir verða brúktar fyri at sannføra teg um, at tín atkvøða er neyðug fyri at menna fólkaræðið. Sosialurin fer komandi vikurnar at taka pulsin og varpa ljós á valstríðið. Vit práta við valevni, sum ætla sær á ting á fyrsta sinni, umframt at seta serfrøðingum stevnu um politikk og valstríð. Fakta Navn: Rani Andrasson Skaalum Flokkur: Miðflokkurin Aldur: 27 ár Yrki: Fólkaskúlalærari Fyrrverandi yrki: Fyrisitingarstjóri hjá privatari fyritøku (Sp/f Sam) Bústaður: Tórshavn Útbúgving: Læraraprógv í 2009, eftirútbúgving í leiðslu í 2011 mynd: Álvur Haraldsen