Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-05, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. august 2011síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 84 · 22. juli 2011 10 Byggja Zarepta í Grønlandi Í trý ár hevur verið arbeitt við at byggja eitt leguhús fyri børn og ung í Suðurgrønlandi. Tað er Páll Poulsen í Havn, ið saman við øðrum stendur fyri leguhúsinum. Nú er so mikið langt áliðið, at farið er undir sjálva byggingina. Sosialurin var og vitjaði í Eqaluitfjørðinum, har arbeitt verður Orð og myndir: Óli Jákup Jacobsen - Tað hevur gingið sera væl við bygg­ ingini. Vit eru langt framman fyri tíðar­ætlanina, so hetta er nógv betri enn væntað. Soleiðis sigur Páll Poul­ sen, sum tey síðstu trý sumrini hev­ ur verið í Grønlandi og arbeitt við hesi verkætlanini burturav. Annars býr Páll saman við konu síni Marjun í Tórshavn, har hann er nógv virkin í brøðrasamkomuni Hebron úti á Argjum. Blivið ov lítið Hóast nýggja húsið í Eqaluit nú er undir bygging, so hava legur verið hild­ nar í Suðurgrønlandi í mong ár. - Jørundur Hansen, sum hevur búð í Qaqartoq (Julianehåb) í mong ár, har hann hevur virkað sum trúboðari, hev­ ur hildið barnalegur í mong ár í leigað­ um hølum. Hann hevur leigað í einum skúla, men hølini vóru við tíðini blivin ov lítil, sigur Páll. - Spurningurin var so, hvat vit skuldu gera, tí satt at siga høvdu vit eisini ein annan trupulleika. Myndug­ leikarnir vóru farnir at vísa nakað av ill­vilja móti legunum orsaka av kristnu trún­ni, sum tær eru bygdar á. Tískil kendu vit okkum ongantíð reiðiliga trygg í avtalunum og vistu ongantíð, nær leigumálið kundi verða sagt upp, sigur Páll. - Tí gjørdu vit av at byggja okkara egna leguhús. Tilfar úr gomlu Føroyingahavnini Tað er ein føroyskur trúboðaragrunnur, Thorvald Gaardlykke (v.m.) stendur á odda fyri byggingini, og Páll Poulsen stendur á odda fyri leguhúsinum