Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-05, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. august 2011síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 84 · 22. juli 2011 11 Teir, sum vóru við í Eqaluit frá 28. juni til 12. juli 2011, vóru: • Andrias Norðbúð • Egil Gunnarsson • Eskild Norðbúð • Evald Norðberg • Jón Steintún • Kaj Petersen • Óli Jákup Jacobsen • Oystein Petersen • Rúni Steintún • Sjúrður Olsen • Sverri Steintún • Thorvald Gaardlykke Frá vinstru: Sjúrður Olsen, Jón Steintún, Óli Jákup Jacobsen, Oystein Petersen, Rúni Steintún, Egil Gunnarsson, Evald Norðberg, Andrias Norðbúð, Kaj Petersen, Eskild Norðbúð og Sverri Steintún. Thorvald Gaardlykke væntar sum stendur fyri barnalegunum, og at fara undir at byggja eitt leguhús er ikki bara sum at siga tað. Nógv er at taka hædd fyri, ikki minst tað fíggjarliga. - Um vit ikki høvdu fingið hjálp frá nógvum ymiskum persónum og grunn­ um, so hevði henda verkætlanin stutt sagt ikki latið seg gjørt, sigur Páll av­ gjørd­ur. - Vit eru ótrúliga takksom fyri alla ta hjálp og allan tann stuðul, sum vit hava fingið. Eitt nú hava vit fingið tilfar úr tveimum húsum í Føroyingahavnini hjá Kai Hjallgrímson, sum eru tikin nið­ur. Sandfrakt hevur fraktað mesta tilfarið yvir til byggiplássið. Onkur hevur latið amboð, onnur mat o.s.fr. Fíggjar­liga hevði verkætlanin als ikki lat­ið seg gjørt, høvdu vit ikki fingið so góð­an stuðul, sigur Páll takksamur. Í fjør vóru menn úr Føroyum yviri í Eqaluit og byrjaðu so smátt at gera klárt, men tað er ikki fyrr enn í ár, at veru­lig ferð er komin á byggingina. Trý lið av monnum hava longu verið yviri og arbeitt, eitt lið er har yviri nú, og tað síðsta fer yvir síðst í summar. Mynd­ir­nar, sum eru vístar her, eru frá tí triðja liðnum. - Visiónin er at náa ungdómin Barnalegurnar, sum fara at verða hild­ nar í Eqaluit í framtíðini, byggja á krist­ na læru og áskoðan. - Vit ætla at halda legurnar á líknandi hátt sum á Zarepta bara í minni format. Pláss fer at vera fyri einum 30 til 40 børnum á hvørjari legu. Vit fara í fyrstu at­løgu at halda okkum til børn og ung mill­um 9 og 14, sigur Páll. - Mari og Janus í Løðuni koma at standa fyri dagliga rakstrinum á barna­ legu­num. Tað eru vit sera glað og takksom fyri, tí tey eru sum skapt til arbeiðið. Mari er hálvgrønlendsk, upp­ vaks­in í Grønlandi og dugir tískil málið. Hon dugur samstundis óalmindiliga væl við børnum. Janus er hinvegin sera fitt­ur í hondunum og dugir alt praktist, sum hann fer at taka sær av. Í løtuni eru tey á skeiði í Sveits hjá Skandinavisk Børnemission, sigur Páll. - Endamálið við legunum er fyrst og fremst at náa ungdómin her í Suður­ grøn­landi og læra tey um Jesus. Nógv børn í Suðurgrønlandi - og Grønlandi yvir­høvur - kenna seg ikki hava nakr­ an, ið elskar tey. Men vit vilja peika teim­um á, at Jesus elskar tey, sigur Páll Poul­sen at enda. Væntandi og vónandi fer tann fyrsta barna­legan longu at verða hildin næsta summ­ar. Sjúrður Olsen Einki internet, eingin telefon og eingin wc kumma. Tað vóru korini hjá teimum tólv føroysku monnunum, sum vóru í fjarskotna Eqaluit og hjálptu til at bygg­ja leguhúsið fyrra partin av juli mánað. Ein av teimum var 31 ára gamli havna­maðurin, Sjúrður Olsen. - Okkara arbeiði hevur verið nakað fjøl­broytt, men fyrst og fremst hevur tað verið at fingið stoypingina lidna, sig­ur Sjúrður. - Men vit hava eisini flutt eina rúgvu av tilfari, reinsað fjalir, lemp­að grót, lagt syll og nógv annað. - Økið her í Eqaluit er sera náttúru­ vakurt og lítið spilt av menniskjum. Men av tí sama er man noyddur at gera nógv av arbeiðinum á primitivan hátt. Har ein lastbilur eitt nú hevði flutt alt neyðugu tilfar til dyrnar heima í Før­ oyum, so eru vit her fyrst noyddir til at fylla á ein flaka, sigla inn í fjørðin, bíða eftir flóðini, tøma flakan, bera tað á ein ATV’ara (tá hann riggar) ella bara bera alt við hond. Alt gongur av tí sama nógv seinni enn í Føroyum. Men tað er ein partur av sjarmuni við at arbeiða her, sigur Sjúrður við einum smíli. Hóast korini at arbeiða undir ikki hava verið sum í Føroyum, so letur Sjúrð­ur væl at. - Hetta hevur verið stuttligt. Satt at siga væntaði eg, at korini fóru at vera mun­andi verri, men vit hava havt tað frálíkt. Vit hava búð í einum húsi (eitt av trimum húsum inni í Eqaluit), sov­ið væl og fingið góðan mat. Fyri tað mesta ræstan fisk. Tað, at vit ikki hava havt internet ella telefon hevur ikki bilað petti. Vit hava havt tað ordiliga stutt­ ligt, um kvøldini hava vit sitið kring borð­ið við hvør sínum kaffikoppi og for­talt røvarasøgur, sigur Sjúrður og skoyt­-ir uppí, - Aftan á at hava vant seg við bukkuna, er hon heldur eingin trupul­leiki við tí. Sjúrður Olsen var ein av monnunum, sum hjápti til í summar