fríggjadagur 5. august 2011síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 84 · 22. juli 2011
14
Ferðabloggur
Hanna Reinert Davidsen
Eitt visti eg, tá eg kom til Turkalands,
og tað var, at eg var noydd at royna tað
sokallaða turkiska baðið. So sjálvandi
var hetta tað, sum skuldi vera tað
fyrsta, sum maður mín og eg skuldu
royna, nýlend í Turkalandi.
Eitt gott hugskot er at googla hetta
fyribrigdið, áðrenn tú kastar teg útí tað.
Bert eitt ráð, tí so at mær komin var eg
ikki! Eg fór so bragdliga gleivandi oman
í Spa-sentrið og bílegði mær tíð til hetta
vælsignaða baðið, hóast eg ikki hevði
ánilsi av, hvat hetta var fyri nakað.
Maður mín og eg vóru víst inn í
eitt skiftirúm, har vit skuldu skifta til
svmijiklæðir og okkurt líkt einum dúki.
Longu her var mín fyrsti trupulleiki:
hvat geri eg við henda góða dúk? Skal
hann um høvdið, hálsin, bringuna
ella miðjuna? Ella skal eg bara halda
í honum sum í einum handklæði?
So eg gjørdi eina neyðloysn, har eg
vavdi hann eitt sindur um meg, men
samstundis so mikið leysliga, at um
onkur hugdi merkiliga at mær, var
skjótt at hála hann av og lata sum einki.
Vit vórðu síðani førd inn í eina
stóra sauna. Hendan var álík onkrum
frá romverja tíðini. Vit fingu at vita, at
vit skuldu bíða her í 10 min, og so varð
hurðin latin aftur við einum stórum,
tungum klamsi. Næsti trupulleiki inni í
sauna'ini var, at har vóru bæði benkur,
liggistólar, hillar og Gud viti hvat.
Hvar skulu vit fara? Vit valdu, sum
teir beskednu føroyingar, sum vit eru,
at seta okkum á ein lítlan bonk, sum
kundi sæð út, sum var hann gjørdur
til endamálið.
Vit sita so og bíða sum tveir spentir
fjaðrar til, hvat nú skal henda. Sum
sagt visti eg yvirhøvur ikki, hvat hetta
gekk út uppá - og so als ikki hvør skuldi
hjálpa okkum ígjøgnum hetta góða
turkiska bað. Nú fer hurðin upp... Ikki
misskilja meg, eg havi verið til massagu
fyrr, og eri von við, at tað altíð er ein
kona ella genta, ið masserar. Ikki var eg
klár til tað sjón, ið nú møtti mær. Ein
stórur, feitur russari kemur inn, fyrst
búkurin og síðani - góða løtu seinni -
restin av honum. Eri rættiliga vís í, at
eg hoyrdi eitt ýl, men veit ikki, um tað
var frá mær ella manninum. Tað ger
tó tað sama, tí tað var niðurdoyvt av
mínum glintandi tonnum. Lættin var tó
stórur, tá ein lítil asiatisk genta kom inn
í hølunum á russaranum. Mínar vónir
vóru gingnar á møti, og eg slapp við
asiatisku gentuni, meðan maður mín so
pent mátti fylgja eftir samankomingini
millum ein russiskan mafiumann og ein
sumo-vrestlara.
Eftir hetta var upplivingin tað
reina njótilsi. Hetta lítla klæna pettið
skrubbaði alla deyða húð av við einari
megi, sum eg ikki veit hvar kom frá!
Síðani fór hon eftir nógvum skúmi,
sum hon dýggjaði meg undir við, og
tað var himmalskt. Við øllum hesum
skúminum á mær føldi eg meg sum
ein nýføðing, sum var í bað fyri fyrstu
ferð. Eg hevði hug at spæla við skúmið,
byggja torn og gera abbaskegg, men
fyri ikki at gera mær ov nógv fyri
skommum, lá eg har sum ein onnur
larva og helt spælisjúkuni í mær. Eg
royndi at lata sum um, at alt hetta
fantastiska skúmið var gerandiskostur
hjá mær.
Síðani varð eg masserað úr enda
í annan við lekrum oljum. Eftir hesa
viðgerðina kendi eg tað veruliga, sum
var eg ein nýføðingur, í øllum førum
tá tað kom til húðina! Við einari kenslu
av vælveru fór eg sveimandi inn aftur
í skiftirúmið, og kendi meg sum eina
romverska gudinnu. Eg hugdi smílandi
at egnari spegilsmynd og væntaði
hálvavegna at Angelina Jolie hugdi
aftur, so lekkra kendi eg meg.
Vælkomin aftur til veruleikan!
Aftur at mær úr speglunum hugdi
ein útkoyrd Hanna. Hárið var oljut og
hekk sum á einum sloktum høsnarunga
oman eftir nakkanum. Eg helt, at eg
var bleik áðrenn, men eg var nú farin
frá at vera føroyinga-grálig til at vera
grísa-ljósareyð.
Aja! Hvat kann eg siga? Soleiðis er
viðhvørt, og upplivingar sum hesar
eru við til at krydra lívið, hóast tað av
og á merkir, at tað heila verður heldur
ljósareytt.
Bleikari enn bleik -
Grísaljósareyð!
Hanna Reinert Davidsen bloggar skemtiliga um sín fyrsta
feriudag í Turkalandi, tá hon glaðbeint fór at fáa sær
eitt turkiskt bað uttan at vita, júst hvat tað var...