fríggjadagur 5. august 2011síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 84 · 22. juli 2011
15
Starv: Nýútbúgvin heimspekingur og
bókummælari
Yndisbók: Um ein bók skal nevnast fram um
aðrar, so er tað “Rosens navn” eftir Umberto
Eco. Fyrsta veruliga skaldsøga eg nakrantíð
las. Eg var seldur frá fyrstu síðu. Bergtakandi,
stimbrandi, avbjóðandi, spennandi og
undirhaldandi. Eg skyldi nokk Umberto Eco mín
áhuga fyri bókmentum.
Vánaligasta bók: Eg havi lisið fáar vánaligar
bøkur, tí eg gevist at lesa aftaná uml. 150 síður,
um bókin ikki hevur nakað at bjóða uppá. Men
av teimum, eg havi lisið úr enda í annan, kann
eg nevna “Alkymisten” eftir Paulo Coelho, ið má
vera tann mest yvirmetta bókin, eg havi lisið.
Hvat er ein góð bók: Fortreytirnar fyri eini
góðari bók eru altíð relativar í mun til sjangruna.
Men generelt dámar mær væl, at bókin gevur
mær okkurt meir enn bert eina lesiuppliving.
Hon skal helst vika míni sjónarmið, provokera,
geva mær okkurt at hugsa víðari um – ikki sleppa
mær, sjálvt um eg havi lagt hana frá mær.
Nær og hvar dámar tær best at lesa: Nær
sum helst, hvar sum helst – bert so at ongin
situr og tosar vð meg samstundis.
bókabrell
lagt til rættis: Eydna Skaale
Pætur Marjunar
son Dahl
Everything is Illuminated
Høvundur: Jonathan Safran Foer
Forlag: Houghton Miffin
Ár: 2002
Hvat snýr bókin seg í stuttum um? Ein ungur
ukraniskur maður, í felag við abba sín, hjálpir einum
jødiskum/amerikanskum rithøvunda at leita eftir
forfedrum sínum í Ukraine, serliga hvat hendi undir
2. veraldarbardaga í bygdini omma hansara er ættað.
Samstundis verður søgan hjá jødisku ættini í hesi
bygd fortald í einum langum afturlopi.
Hví skal hendan bókin lesast? Tí hon er
eitt nútímans meistaraverk. Reint málsliga og
søguuppbygnaðarliga brýtur bókin upp av nýggjum,
og sum ein avbjoðandi lesiuppliving er hon
framúrskarandi.
Hvør skal lesa hesa bókina? Hetta er ein bók fyri tey, ið søkja eina avbjóðing og okkurt
nýtt. Fyri tey, ið søkja okkurt meira enn bert eina søgu.
Hvør skal ikki lesa hesa bókina? Hetta er ikki ein bók fyri tey, ið vilja hava eina bók til
at hugna sær við aftur við temunninum.
The Unbearable Lightness of Being
Høvundur: Milan Kundera
Forlag: Faber & Faber (á enskum)
Ár: 1984 (á enskum)
Hvat snýr bókin seg í stuttum um? Fer fram
í Prag í 1968, har Tomas, skurðlækni, og kona
hansara, Tereza, verða útsett fyri eksistentiellum
royndum sum ótrúskap, kærleika, sjálvs-realisering
og einræðishugsan. Bókin snýr seg um tann
ótolandi lættleikan við lívinum, ið er fullkomuliga
meiningsleysur í tí stóra perspektivinum, men sum
tó samstundis hevur ein ómissandi týdning fyri tað
einstaka menniskja.
Hví skal hendan bókin lesast? Bókin er ein
tann besta hjá Kundera, ið er ein fantastiskur
rithøvundur. Bókin nemur við huglagið hjá
eksistentialismuni, uttan at tykjast betrivitandi ella
dogmatisk. Man hóvar, at bókin hugsar og kennir á
sær saman við einum, meðan man lesur. Hetta er ein
heildarbók, ein bók sum uppfyllur allar fortreytirnar
fyri eini góðari bók.
Hvør skal lesa hesa bókina? Henda bókin er sera
kærkomin hjá einhvørjum, ið hevur borið við tann eksistentiella tankan.
Hvør skal ikki lesa hesa bókina? Aftur er tað lættissópa lesararaflokkurin, ið skal velja
sær okkurt annað. Les heldur “Alkymisten”
Foucault’s Pendulum
Høvundur: Umberto Eco
Forlag: Secker & Warburg (á enskum)
Ár: 1989 (á enskum)
Hvat snýr bókin seg í stuttum um? Ein
ungur ritstjóri á einum italienskum forlagið
verður innblandaður í eina morðgátu, tá hansara
starvsfelagi og mentor brádliga hvørvur. Tann
ungi ritstjórin endaðar við at berjast ímóti
øllum heimsins samansvørjingum og okkultum
felagsskapum fyri at bjarga sær sjálvum og sínum
mentor.
Hví skal hendan bókin lesast? Bókin er ein
innleiðing í tann dáraskap, ið uppstendur, tá minni
ment fólk royna seg við alheimsins torføru og
torgreiddu loyndarmálum. Í hesum føri eru tað fólk,
ið royna seg við tempulriddarum og Jesu Hon er
andsøgnin til “The Da Vinci Code” eftir Dan Brown.
Hvør skal lesa hesa bókina? Fólk, ið elska eina krimi við einum eyka mentanarligum og
hugvekjandi ískoyti.
Hvør skal ikki lesa hesa bókina? Tey, ið halda “The Da Vinci Code” eftir Dan Brown er
góð.
CHILL OUT
WITH A COLD ONE
NÝTT!
SOFT ICE
Við sós: 9 kr.
7 kr.