mánadagur 8. august 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. august 2011 · Nr. 90
6
Sosialurin
Leo Poulsen
Tað hevur verið eit rættiliga
friðarligur Summarfestivalur
hjá løgregluni. Fyri tað mesta
hava tey tikið sær av fullum
fólki, sum antin eru dottin
ella á annan hátt eru komin
illa fyri.
Kæra var komin fra hýru
vognskoyrarum í Klaksvík
um at taksabilar úr Havnini
vóru komnir til Klaksvíkar
at at taka hýru, uttan at hava
fingið loyvi frá Klaksvíkar
kommunu til tess. Hetta
er ikki lógligt, og tað fingu
hesir taksaførarar at vita frá
løgregluni.
Fríggjadagin vóru eisini
í tveimum førum boð send
eftir løgregluni, tí fullir menn
gjørdu um seg í handlum. Í
øðrum førinum var tala um
tveir fullar menn í einum
handli, sum ikki fingust út
aftur, og í hinum førinum var
tað ein fullur maður í einari
kiosk, sum stjól góðgæti
og ikki fekst út. Løgreglan
tók mannin og hann er nú
skuldsettur fyri stuldur.
Um 19-tíðina fríggjadagin
var ein fullur maður dottin
uttan fyri Atlantis og bløddi
ógvusliga frá einum sári í
høvdinum, og tveir tímar
seinni dat tein annar fullur
maður á sama stað og fekk
ilt í nakkan. Í báðum førum
vórðu menninir koyrdi í
sjukrahúsið við sjúkrabili.
Leygarnáttina
klokkan
02 tók løgreglan ein fullan
mann í Norðoyatunlinum
sum stóð og tumlaði. Hann
varð koyrdur til hús. Nakað
seinni fekk løgreglan boð
um ein fullan mann við
bátabrúnna. Hetta var ein
hetlendingur, sum ikki fann
aftur til bátin hjá sær, og
løgreglan hjálpti honum upp
á pláss.
Smáttaríir
Klokkan gott hálvgum trý
leygarnáttina fekk løgreglan
boð um ein bil, ið hevði
rent inn í tunnilsveggin í
Leirvíkstunlinum. Bilførarin
var edrúur og koyrikortið í
ordan. Stýriliðið á bilinum
var brotnað, men hann hevði
sjálvur ringt eftir hjálp.
Leygardagin um 16-tíðina
hevði onkur stolið ein rygg
sekk við amboðum úr einum
bili, sum stóð parkeraður við
Soli-deo-Gloria. Bilurin var
ólæstur.
Eisini tók løgreglan ein av
dotnan mann upp við EFFO-
støðina í Klaksvík.
Eisini
fekk
løgreglan
boð um ein illan mann við
inngongdina til festivaløkið.
Talan var um ein gamlan
kenning hjá løgregluni.
Klokkan 4.30 sunnumorg
unin varð ein genta svímað,
og hon var koyrd á sjúkra
húsið, og um somu tíð tóku
samarittar sær av einum
avdotnum ungum manni,
sum vinmaðurin ikki fekk
lív í.
Og klokkan hálvgum seks
varð løgreglan boðsend eftir
einum illum manni á sjúkra
húsinum. Hann varð koyrdur
til bussin til Havnar.
Ein
avbygdamaður
á
Summarfestivali kendis eg
hóttan av nøkrum klaks
víkingum, sum blivu við at
fylgja eftir honum, so løgregl
an tók hann við og fekk hann
til vinfólk nærhendis.
Og klokkan 8.40 í morgun
varð ein bilur stolin uttan fyri
Klaksvíkar
Autolakkering.
Bilurin var ólæstur og lykilin
var inni í bilinum, men eingin
køliveska var á motorinum,
so tjóvarnir eru neyvan
komnir langt.
Og so greiddi vakthavandi
á løgreglustøðini frá, at tað
gerst meiri og meiri vanligt,
at fólk koma inn á løg
reglustøðina, fyri at sleppa at
blása í alkometrið. Tey vilja
tryggja sær, at tey kunnu
koyra lógliga, og ikki hava
alkohol í blóðinum.
leo@sosialurin.fo
Fólk vilja sleppa
at blása
Tað gerst alt meiri vanligt, at fólk koma inn á løgreglustøðirnar og vilja
sleppa at blása í alkometrið fyri at vita, um tey kunnu koyra lógliga
Paul
Watson
er
komin umborð á
Steve
Irwin.
Tað
vátar
hann
fyri
Miðlahúsinum.
Eg kom umborð
á skipið leygardagin
við tyrlu úr Het
landi. Vit liggja í
løtuni uttan fyri 12
fjórðinga markið og
gera ymiskt klárt.
Vit leita eftir grind
fyri at taka film upp
í løtuni, sigur Paul
Watson.
Sea
Shepherd
maðurin sigur, at
hann ætlar sær at
vera í føroyskum
sjógvi summarið á
tamb. Spurdur, um
hann ætlar sær at
leggja seg ímillum,
skuldi grind komið,
meðan hann er her,
sigur hann:
Eg kann ikki siga,
um vit fara at leggja
upp í, ella um vit
fara at halda okkum
burtur.
Í løtuni hevur
hann fólk í landi
at
fyrireika
eina
almenna framløgu
um grind.
Eg dugi ikki í
løtuni at siga, nær
og og hvar hendan
framløgan verður,
men tað er hetta, vit
areiða við í løtuni,
sigur Paul Watson.
Teir liggja sum
sagt í løtuni uttan
fyri 12 fjórðingar
í
ein
útsynning
úr Akrabirgi, men
koma væntandi á
Havnina um nakrar
dagar.
Watson
umborð
á Steve
Irwin
Tað hevur verið ein friðarligur
Summarfestivalur hjá løgregluni