Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. august 2011síða 7

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 8. august 2011 · Nr. 90 Sosialurin Eirikur Lindenskov Hósdagin fer løgtingið at við­gera eitt uppskot frá Kára á Rógvi um »áhugamál tingmanna«. Uppskotið snýr seg um, at skipa eina skrá yvir áhugamál hjá tingfólki. Hendan skráin skal vera tøk á heimasíðuni hjá løg­ tinginum. Kári á Rógvi sigur í upp­ skotinum, at uppskotið til lógina er grundað á tær mis­fatanir og gitingar, sum mangan standast um áhuga­ mál hjá tingfólki. – Tingmenn hava skyldu at boða frá ávísum áhugamálum eftir stýrisskipan og sam­ sýn­ingarlóg, men hesar upp­ lýsingar verða ikki savnaðar og kunngjørdar, sigur Kári á Rógvi. Hann vísir á, at við hesi lógini verður hetta nú skip­að í skrá, sum samberast kann við aðrar skráir, ofta á ensk­ um máli nevndar »members' interests« skráir. Í fyrstu syftu er ætlanin at skráin skal fevna um tey 33 fólkini, sum vald eru á ting. Síðani er eisini ætlanin at taka landsstýrisfólkini við, eins og føstu varafólkini á tingi og seinni eisini fólk, sum í styttri tíðarskeið hava sæti á tingi. – Eisini kunnu fólk, sum bjóða seg fram sum tingfólk, skráseta seg til tess, at hesar upplýsingar, sum krevjast av tingfólki, eisini eru kendar um tey, sigur Kári á Rógvi í við­merkingunum. Sambært uppskotinum, so skal persónur, sum er tikin við í skránna, greiða frá hvørji viðkomandi hann hevur ella hevur havt, hann skal kunngera sína skattskyldugu inntøku hann hevur havt seinastu fimm árini, hvørjar ognir hann eigur, partabrøv, vinnuvirki, sethús og aðrar týðandi ogni, hvørjhum týð­ andi áhugafelagsskapum hann er limur í. Tað verður løgtings­for­ maðurin, sum skal krevja inn upplýsingarnar og tryggja, at allir kravdir skrásettir persónar verða skrásettir. Sambært uppskotinum skal lógin koma í gildi á ólavsøku næsta ár. eirikur@sosialurin.fo Keypssamtøkan í Dr. Jakobsensgøtu FK í Dr. Jakobsensgøtu sóknast eftir starvsfólki til handilin at byrja 5. september, ella eftir nærri avtalu. Arbeiðsupgávur: · bíleggja vørur · seta vørur á hillar · sita við kassan · pakka · annars vanligt arbeiði, sum ein krambakallur ger Arbeiðstíð: Umleið 40 tímar um vikuna, frá mánadegi til og við fríggjadegi. Løn: Sambært sáttmálan við S & K Nærri fæst at vita við at venda sær til Boga Vík, tel 660010 ella 228222 Hevur hetta tín áhuga, hoyra vit fegin frá tær við skrivligari umsókn innan leygar dagin 13. august 2011 til FK í Dr. Jakobsensgøtu Dr. Jakobsensgøtu 4 Postsmoga 349 FO 110 Tórshavn Tel 660010 Att.: Bogi Vík tel 228222 Tingfólk skulu leggja alt á borðið POLITIKKUR Almenningurin skal kenna inntøku og øll viðkomandi áhugamál hjá tingfólki sambært uppskoti frá Kára á Rógvi, løgtingsmanni Bárður Dal Christiansen er sera virkin listamaður. Hann er ein av yngstu lim­ un­um hjá Føroysk Mynd­ lista­fólk og hevur verið við á fleiri framsýningum í Listaskálanum og Norð­ur­ landahúsinum. Við sterkum litum og skemtiligum frá­ søgn­um roynir Bárður at snara tað vakra og reella til nakað svart og skemtiligt. Sum ein av stovnarunum av Scrub.Art, varð fyribrygdi »Street Art« varpað út í Før­ oyum. Scrub.Art er ein lítil listabólkur mannaður av Bárði Dal Christiansen og Ólavi S. T. Thorsteinsson. Aftan á eitt væleydnað »live show« á G! Festivalinum 2007, varð Scrub.Art kent kring landið. Við Scrub. Art hevur Bárður arbeitt við lýsingarátøkum, húsa­ prýð­ing, stuðulstiltøkum og øðrum. Opið leygardagin 13. au­ gust 16 - 18, týsdagin 16. og mikudagin 17. august kl. 15 - 18. Bárður Dal Christiansen í Galerie Focus Fríggjadagin verður fernisering í Galerie Focus við Bárði Dal Christiansen, har Fróði Hansen og Bogi á Borg koma framvið og spæla nøkur løg. Kári á Rógvi