Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. august 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. august 2011 · Nr. 90 8 Sosialurin Vilmund Jacobsen Fiskamarknaður Føroya ger uppundir endan av vikuni sínar metingar um tilfeingi í vikuni sum kemur. Tað hevur marknaðurin eisini gjørt fyri hesa vikuna. Um línuskipini verður sagt, at eitt línuskip er farið út aftur, og væntandi fara nøkur avstað hesa vikuna. Men hesi skip koma neyvan inn aftur at landa í hesi vikuni. Streymurin er góður, og veðrið sær út at blíva gott. Tí kann eisini roknast við eitt sindur av útróðrarfiski. Fleiri fiska makrel Um djúpvatns­trolarar­nar sigur marknaðurin, at allir fiska ella fara at fiska makrel, so her er eingin ísfiskur í væntu til markn­ aðin at selja. Partrolararnir hava smá­ ligan fiskiskap. Skip­ini, sum fiska upsa, koma inn gjøgn­ um vikuna. Eis­ini her eru fleiri skip á makrelveiði. Um teir smáu trolbát­ arnar verður sagt, at teir eru allir til fiskiskap - uttan ein, sum liggur við breki. Tríggir bátar royna uttan fyri markið, og hinir eru á landleiðini. Marknaðurin væntar, at fimm trolbátar koma inn at landa mána­ dagin, og hinir koma, sum vikan gongur. Tvey garnaskip eru til fiskiskap. Tey fiska hav­ tasku og landa væntandi miðskeiðis í hesi vikuni. vilmund@sosialurin.fo Vænta fimm trolbátar í dag Nakrir trolbátar, garnaskip og onkur partrolari fara helst at landa hesa vikuna, umframt at roknað verður við útróðri, tí streymurin er góður Vilmund Jacobsen Arbeiðið við at gera ídnaðar­ økið í Oyrunum á Toftum er liðugt. Hallir eru bygdar á økinum og saltgoymslan hjá M.J. Saltsølu, sum tíðliga í summar tók ímóti fyrstu lastini, stendur eisini liðug nú í heyst. Símin Johannesen, borgar­ stjóri í Nes kommunu, sigur í kunning til sínar borgarar, at kommunan miðjar eftir, at innkoyringin til ídnaðarøkið og havnaøkið verður skipað við eini rundkoyring, har Høganesvegur kemur oman í landsvegin. - Tíverri er enn einki frætt frá Landsverki um hesa ætlan, og tað er Landsverk, sum skal gera rundkoyringina. Borgarstjórin vísir á, at ein slík rundkoyring, sum kommunan hugsar um, fer at verða "býarportrið", sum fer at tálma ferðini hjá akførum á hesum vegastrekki. Vilmund Jacobsen Í sínari kunning til borgar­arnar í Nes kommunu, nú roknskapurin fyri árið 2010 er borin á dyrnar, vísir borgarstjórin, Símin Jo­ hannesen á, at dag­stovn­urin á Svangaskarði einans rúmar sjálvum barna­garði­num, har 53 børn verða ansað. - Barnagarðurin verður nú víðkaður vestur eftir, so­­leið­­is at stovn­­urin kann taka ímóti øll­ um børnum í barnagarðsaldri. Borgarstjórin vísir á, at dagrøktin í kommununi er normerað til 65 børn, men tá nýggi barnagarðurin verður tikin í nýtslu eftir summar­frítíðina, fer dagrøktin at hava umleið 40 børn. - Hetta kemur eisini at føra við sær, at dagrøktarar verða sagdar úr starvi, leggur Símin Johannesen aftrat. 158 børn Spælistovan hjá dagrøktini í Nes kommunu er í leigaðum hølum við Høganesveg, men frítíðarskúlin húsast í egnum hølum, sum kommunan hevur keypt á Brekkukletti. Í frítíðarskúlanum verða umleið 40 børn ansað úr 1. og 2. flokki. - Í løtuni eru umleið 158 børn í kommunalu skipanini, sigur borgarstjórin, Símin Johannesen. vilmund@sosialurin.fo Færri børn í dagrøkt Dagrøktin í Nes kommunu er normerað til 65 børn, men tá nýggi barna­ garðurin verður tikin í nýtslu eftir summarfrítíðina, fer dagrøktin at hava umleið 40 børn, samstundis sum dagrøktarar verða sagdar úr starvi Barnagarðurin á Toftum verður nú útbygdur vestureftir, og stovnurin fer at kunna taka ímóti øllum børnum í barnagarðsaldri Fleiri trolbátar landa í dag Mynd: Vilmund Jacobsen Toftir vilja hava rundkoyring Ein rundkoyring, sum Nes kommuna hugsar um, fer at verða "býarportrið", sum fer at tálma ferðini hjá akførum á hesum vegastrekki Nes kommuna vil hava eina rundkoyring at leiða ferðsluna til ídnaðarøkið og havnaøkið Í løtuni eru umleið 158 børn í kommunalu skipanini SÍMIN JOHANNESEN