Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. august 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 8. august 2011 · Nr. 90 Sosialurin Vilmund Jacobsen Skipanin millum Nes komm­ unu og Heilsufrøðiligu Starvs­ stovuna við vatn­royndum helt fram í 2010. - Fyri at vatngóðskan skal vera so góð sum gjørligt, varð í 2010 farið undir at pumpa vatn úr Toftavatni, áðrenn vatnið minkaði ov nógv í Kornvatni. Hetta hjálpti heilt væl fyri vatngóðskuna. Tað sigur borgarstjórin í Nes kommunu, Símin Jo­ hanne­sen, í kunning til borgararnar. Hann leggur tó aftrat, at hetta økti um kostnaðin, tí pumpað varð yvir eitt longri tíðarskeið. - Vit vilja tí heita á øll í kommununi, bæði privat­fólk og virkir, um at ansa eftir ikki at lata vatn renna óneyðugt. Tað er bæði kostn­aðar­mikið og skila­leyst at lata sótt­ reinsað vatn renna óneyðugt, sigur borgarstjórin. vilmund@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen Í kunning borgarstjórans til roknskapin fyri 2010, sæst, at fólkatalið í fjør helt sær á 1264. Burðaravlop var, tí 15 børn vórðu fødd - og 10 andað­ust. 82 fólk fluttu í kommununa at búgva og 87 fólk fluttu úr kommununi. Úrslitið var tískil, at fólka­ talið stóð í stað - á 1264. Roknskapurin hjá Nes kommunu fyri 2010 vísir, at a-skattainntøkan, sum annars varð mett til 31 mil­ jónir krónur, gjørdist 32,2 miljónir krónur. Parta­felags­ skatturin var 1,2 miljón­ir krónur, men var framm­ anundan varisliga mettur til 0,5 miljónir. Kapi­tal­­eftirl­ ønar­gjøld vóru í rokn­­skapi­ num sett til 0,1 miljónir, men gjørdust til 0,5 miljónir krónur, tá avtornaði. - Sostatt høvdu vit saman­ lagt eina meirinntøku av skattum og avgjøldum í 2010 á 2,3 miljónir krónur, sigur borgarstjórin, Símin Johannesen. Støðugt arbeiði Borgarstjórin vísir á, at flestu virkir í kommununi høvdu nøktandi virksemi í 2010 - undantikið salt­ fiskavirkið, sum Faroe Origin nú eigur á Toftum. Hetta er fiskavirkið, sum Faroe Seafood rak, til felagið varð sent í Skiftirættin fyri hálvum øðrum ári síðan. - Vit fegnast tó um, at saltfiskavirkið hevur fingið nýggjar eigarar, sum hava boðað frá, at virkið fer at lata uppaftur einaferð í 2011. Símin Johannesen fegn­ ast um, at tey tímaløntu arbeiðsfólkini í kommununi hava havt so gott sum støðugt arbeiði, og eisini hava partar av byggivinnuni havt fitt at gera. - Tíverri hevur onkur fyritøka tó verið noydd at niðurleggja virksemi, leggur hann aftrat. Betri veiða Fiskiskapurin hjá skipum og bátum hevur verið heldur betri í 2010 enn í 2009, og fiskaprísurin er kvinkaður eitt vet uppeftir. - Aftur í 2010 vóru tað virkir, fyritøkur, skip og bátar, sum saman við privat­um og almennum arbeiðsplássum hava verið grundarlagið undir inn­ tøkunum hjá komm­ununi, sigur borgarstjórin, Símin Johannesen. Vilmund Jacobsen Fríggjanáttina landaði Brestir makrel í Hvalba. Á heimasíðuni hjá Jóanisi Nielsen, sum ber hesi tíðindi, verður einki sagt um, hvussu nógvan makrel Brestir hevði hendan túrin. Hinvegin verður upp­ lýst, at hvalbingar hava tikið ímóti fleiri makrel­ lastum frá hvalbiar­trolar­ unum, síðan teir fóru at royna eftir hesum fiskaslagi. Í Hvalba verður makrel­ urin frystur, og sagt verður haðani, at hetta riggar væl. Brestir fór av aftur Hvalba tíðliga fríggja­morg­ unin. Nú teir eru á makrel­ veiði, partrolar Brestir saman við Vesturleika. Tað ljóðar rættiliga áhuga­vert, at eitt vanligt føroy­skt fiskavirki frystir makrel, sum ísfiskatrol­ arar veiða. Sóttreinsað vatn ikki renna burtur - Tað er kostnaðarmikið og skilaleyst at lata sóttreinsað vatn renna óneyðugt Latið ikki kranan renna óneyðugt Frysta makrel í Hvalba Sama fólkatal – fleiri inntøkur Hvalbingar hava seinastu tíðina fryst makrel frá skipum, sum eru heima­ hoyrandi í Hvalba Vilmund Jacobsen Politiski myndugleikin í Føroyum hevur gjørt av, at tilsamans 20.000 tons av makreli skulu seljast á uppboði - í trimum umførum. Tað er Fiskamarknaður Føroya, sum hevur fingið til uppgávu at skipa fyri søluni fyri Fiskimálaráðið. Sølan av teimum fyrstu 7.000 tonsunum fór fram hin 26. juli. Ein keypari keypti megin­­partin - ella umleið 6.500 tons - av samlaðu nøgdini. Nú hevur Fiskimálaráðið gjørt av, at sølan av teimum næstu 7.000 tonsunum verður í morgin, týsdagin hin 9. august klokkan 15. Á heimasíðuni hjá Fiska­marknaði Føroya er vegleiðing um, hvussu møgu­ ligir keyparar skulu fyrihalda seg, tá sølan fer fram, og heitt verður á áhugaðar um at seta seg væl inn í reglurnar, ið eru galdandi fyri søluna. vilmund@sosialurin.fo Næsta søla í morgin