Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. august 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. august 2011 · Nr. 90 10 Sosialurin TØKK TØKK Vilmund Jacobsen – Vit eru við í Eysturoyar Røktar-og Ellisheimi, sum hevur 74 búrúm, og haraftrat hava vit bygt eldrasambýli Vesturskin á Toftum, sum hevur 16 búpláss. Vesturskin hevur virkað væl, bæði fyri fólk úr Nes kommunu og fyri tey fólk, sum eru komin úr øðrum kommunum. Tað sigur borgarstjórin í Nes kommunu, Símin Jo­ hanne­sen, í sínari kunning til borgararnar í kommununi, nú roknskapurin fyri árið 2010 er borin á dyrnar. Hann vísir á, at síðan 2007 hevur Nes kommuna eisini havt eina mattænastu til tey eldru. 35 døgurðar Mattænastan í Nes kommunu heldur til í Vesturskin. Døg­ urðar verða koyrdir út í heim­ini fimm dagar um vik­ una. Kostnaðurin fyri hvønn døgurða er 35 krónur við útbering. Símin Johannesen, sig­ur, at tað eru nógv eldri heima­ búgvandi, sum gera brúk av hesi tænastu. Eldri góðar umstøður Nes kommuna hevur gjørt nógv fyri at betra umstøðurnar hjá teimum eldru og fyri at kunna bjóða fólki tilboð á røktarheimi og eldrasambýli Vilmund Jacobsen Seinnapartin í fríggjadagin kom Saksaberg á Kollafjørð við stívliga 600 tonsum av makreli. Teir sluppu fram­at at landa fyrrapartin leygar­ dagin. Longu í morgun – mána­morgunin - lá Finnur Fríði eisini í Kollafirði. Sambært heimasíðuni hjá Jóanisi Nielsen hevur Saksa­ berg pumpað veiðina frá Finni Fríða, sum partrolar sam­an við Vesturvón. Saksa­ berg hevur landað fleiri lastir, sum teir hava pumpað frá Finni Fríða og Vesturvón, til mót­tøku­skipið, Lafayette. Skiparin á Saksabergi, Virg­ar Fagraklett, sigur við heima­síðuna hjá Jóanisi Niel­sen, at makrelurin, sum teir hava fingið í seinastuni, er bæði størri og betri, enn hann hevur verið. Støddin hevur nevniliga ligið um 400 gram. Virgar Fagraklett leggur aftrat, at makrelurin ferðast eystur yvir í løtuni, og at tað er makrelur, sum hevur verið í íslendskum sjógvi, sum teir hava fingið. Heimasíðan hjá Jóanisi Nielsen veit eisini at siga, at í fjør fiskaðu føroysku makrel­skipini til 22. sep­ tember. Tá ruskaði hann veðr­ið, og sjógvurin gjørdist kaldari. Fiskurin fór tá suður í ES-sjógv. vilmund@sosialurin.fo Saksaberg við makreli - Makrelurin, sum vit nú fáa, er bæði størri og betri. Støddin liggur um 400 gram, sigur skiparin á Saksabergi, Virgar Fagraklett, við heimasíðuna hjá Jóanisi Nielsen Vesturskin hevur 16 búpláss og hevur virkað væl, síðan eldrasambýlið læt upp Mynd: Vilmund Jacobsen Døgurðar verða koyrd­ir út í heimini fimm dagar um vikuna – Makrelurin er nú bæði størri og betri, sigur Virgar Fagraklett, skipari á Saksabergi Mynd: Varðin