mánadagur 8. august 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 8. august 2011 · Nr. 90
Sosialurin
Grundgevingin fyri avgerð
ini hjá rættinum er, at barnið,
ein genta, varð rænt frá
mammuni, og at tað síðani
endaði á einum heimi fyri
foreldraleys børn, haðani tað
seinni bleiv ættleitt til USA.
Loyda Rodriguez Morales
fekk varhugan av, at onkur
togaði í dóttir hennara ein
dagin í 2006, tá hon var á veg
til hús við teimum trimum
børnunum, sum gingu aftan
fyri hana. Tá hon vendi sær
á, sá hon ein mann skunda
sær inn í ein hýruvogn við
gentuni.
Seinni fekk Morales at
vita, at gentan var farin
til USA, tí at eini hjún har
høvdu ættleitt hana. Men
mamman vildi hava gent
una aftur, og nú byrjaði eitt
langt og strævið stríð. Tað
endaði nú um dagarnar,
tá rætturin í Guatemala
viðurkendi, at barnið var
stolið, og at amerikonsku
myndugleikarnir skulu lata
mammuna fáa tað aftur.
Gentan, sum nú er seks
ára gomul, býr hjá hjúnunum
Jennifer og Timothy Mona
han í amerikanska statinum
Missouri. Tað er ikki greitt,
hvat tað siga til úrskurðin
hjá rættinum í Guatemala, og
løgmálaráðið í Washington
vil ikki gera viðmerkingar til
málið.
Loyda Rodriguez Morales
var heldur ikki serliga orða
rík, tá rætturin hevði tikið
støðu. Hon segði við tey
nógvu tíðindafólkini, at nú
fór hon til hús at gera klárt,
til at dóttirin kom heimaftur.
Eitt nú skuldi hon keypa
henni dukkur.
Ikki eindømi
Norma Cruz, sum er stjóri í
einum felagsskapi, ið hevur
hjálpt
Loyda
Rodriguez
Morales, sigur, at tilburðurin
við teirri lítlu gentuni er
ikki tann einasti av hesum
slagnum í Guatemala.
Norma Cruz sigur við
amerikonsku
tíðindastov
una AP, at tað er einki, sum
bendir á, at Jennifer og
Timothy Monahan vistu, at
gentan, sum tey ættleiddu,
var stolin frá mammuni.
Mamman skal hava ættleitt barn aftur
Rætturin í miðamerikanska landinum Guatemala hevur gjørt av, at eini hjún í USA skulu lata
frá sær eitt barn, sum tey hava ættleitt. Mamman skal hava tað aftur, sigur rætturin
Anyelí Liseth Hernández
Rodríguez varð rænd tann
3. november í 2006 og seinni
ættleidd til USA. Nú skal
mamman hava hana aftur
Mynd: Fundación Sobrevivientes
Tí mátti kanadiumaðurin
Alex leypa á land við endan
um. Høgætt var og rættiliga
frískur og kaldur vindur, og
onkur helt fyri, at kanska
var tað Tróndur gamli, sum
royndi
at
blása
hendan
óbodna gestin úaftur. Men
hóast kanadiumaðurin Alex
hevði ilt við at standa á bein
unum, eydnaðist tað honum
og hansara feløgum á tí sjáld
sama dekkinum at gera fast.
Teir tóku heldur ongan kjans,
tí í morgun lá Brigitte Bardot
við bryggjuna við fimm end
um framman.
Brigitte Bardot er neyvan
heldur tann flótandi gest
urin, sum er best sæddur
við bryggjuna í Norðragøtu.
Hinumegin víkina er sand
urin í Syðrugøtu, sum er
góð hvalvág, og tað er lítið
at ivast í, at gøtumenn vildu
heldur sæð eina grind koma
inn á víkina enn tað løgna
farið, hóast navnið neyvan
ræðir menn burtur.
Nú Brigitte Bardot er
komin til bygdina, er tað
kanska frægast, at hvalirnir
halda sær uttan fyri tey bæði
nesini.
arni@sosialurin.fo
Brigitte Bardot fekk
kalda móttøku í Gøtu
Ikki ein sál var á bryggjuni í Norðragøtu og tók ímóti, tá skipið Brigitte Bardot
hjá felagsskapinum Sea Shepherd legði at har seinnapartin í gjár