Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-08, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. august 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. august 2011 · Nr. 90 12 Sosialurin Kjak Av einari ella aðrari óskiljandi orsøk skal Comrade inn í hitan hjá Strandferðsluni. Tað hevur fyrr verið uppi og vent, at Com­ rade skal sigla um Skúv­ oyar­fjørð. Nú var hann so her fyri fyrstu ferð í morgun. Kyrran var av tí besta, og flóðin sum hon skuldi, so tað gekk at fáa ferðafólk í land og umborð. Umstøðurnar at sleppa umborð og í land eru bein­leiðis lívs­hættis­ ligar. Strandferðslan sigur hetta verða einasta loysn í eini knappheit. Tað passar í hvussu er ikki, í Føroy­um eru nógvir útróðrar­bátar, tað er ongin ivi um, at allir hinir eru betur skikk­aðir enn Comrade. Tað mest undrunar­ verda er, at Skipaeftirlitið hevur góðkent hesa deyðsfelluna. Teir siga stabilitetin verða í lagi, men er tað nokk til flutning av ferða­ fólki? Stabilitet­urin, rokni eg við, er í lagi hjá øllum útróðrabátum. Á Skipaeftirlitinum siga teir, at Comrade bara hevur eitt fyribilsloyvi til mánadagin komandi. Vónandi er ongin van­ lukka hend hesar dagarnar til tá. Strandferðslustjórin sigur Skúvoyarleiðina vera sína ringu sam­ vitsku, eg havi trú hon­ um inntil nú. Vit, ið nýta hesa rut­ una, vita øll, at Johan Dahl meir enn einaferð hevur roynt at kroysta henda bátin inn í Strandferðsluna. Um hann er við hesaferð, veit eg ikki, men eg kann so hava mín mistanka. At Skúvoyarleiðin er Strandferðslurnar ringa samvitska veit eg ikki, men hetta mátti verið skomm, bæði fyri teir og landsins myndugleikar. Harry Jensen Comrade, Strand­ ferðslan, Skipa­eftir­ litið og Jóhan Dahl Endiliga eydnaðist tað hjá landsins myndugleikum og teimum stovnum, sum arbeiða við samferðsluni, at kroysta »Comrade« inn á Skúvoyarleiðina Tað rakar húsarhaldið og vinnuna ómetaliga meint, at olja og streymur áhaldandi dýrka. Nú má landið taka ábyrgd, og gera íløgur í fram­ tíðar orkutrygd. Ein fremsta uppgáva hjá teirri komandi stjórnini er, at gera orkumál til politiskt flaggskip. Tað kann ikki verða endur­ tikið ov oftani: Millum allar størstu avbjóðingar fyri okkara búskap eru hækk­andi oljuprísir og tann sann­roynd, at vit ikki kunnu tur­r­leggja fleiri áir og gelda fleiri nátt­ úruperlur, fyri at útbyggja streymfram­leiðsluna. SEV landsstovnur Havi áður víst á, at land­ið eigur at fara undir sam­ ráðingar um at yvirtaka SEV og skipa ein dynamiskan og fíggjar­liga sterkan orku­ stovn. Landið má taka á seg nógv størri ábyrgd í mun til framtíðar orkuveiting og -trygd, tí kommunali orku­ stovn­urin hevur, hóast vilja og evnir, ongan møgu­leika einsa­mallur at lyfta upp­ gávuna at flyta okkum yvir í eitt oljuminimalistiskt sam­ felag, rikið við varandi orku. Framtíðar orkuveitingin verður ein samanseting av vatni, vindi, sjóvarfallsorku og øðrum, saman við intelligentum netloysnum og nýhugsan av el-kervinum. Umframt at vinna ríkidømi úr hini lættast atkomuligu orkukelduni - orkusparing. Ikki fyrr enn vit hava loyst spurn­ingin, hvussu vit fáa var­andi orku úr egn­um keldum til høldar, gevur tað mein­ing at tosa um, hvussu vit einaferð í fram­­tíð­ini kunnu útflyta yvirskotsorku. Nýggjan orkupolitikk? Løgtingið samtykti fyri tveimum árum síðani uppskot frá Tjóðveldi um at nýggjur orkupolitikkur skuldi orðast, har landsstýrið skuldi lata gera eina ætlan fyri, hvussu vit tøkniliga og fíggjarliga flyta okkum frá oljuni yvir til varandi orkukeldur. Seinni somu tingsetu, varð ein ógvuliga ambitiøs semja gjørd millum samgongu- og andstøðuflokkarnar, um at minka útlátið av veður­ lagsgassum við í minsta lagið 20% hetta til 2020. Í hesum rúgvusmikla arbeiði, sum Innlendismálaráðið gekk á odda fyri, vórðu ásett ein røð av møguligum átaksøkjum. Smá og fá eru fetini, sum tikin eru síðani tá. Orkumál eru framvegis alt ov veikt kjølfest í umsitingini. Lands­ stýrismaðurin í vinnumálum umsitur elveitingarlógina, og hevur Jarðfeingi undir sær. Men tað er innlendis­ málaráðharrin, sum um­ situr orkumál, tó uttan at umsita nakra orkulóg. Í eini komandi stjórn mugu ráð­ini umskipast, so orkan til orku­ mál verður savnað í einum Orkumálaráði, sum skal ganga á odda fyri teirri orku­ kollvelting okkum tørvar! Fokus neyðugt “Við røttu trygdini og nýggj­ astu tøknini, er kjarn­orka ein rein og bílig orkukelda, ið eigur at verða tikin við í føroyska orkukjakið”, segði Johan Dahl í tíðindaskrivi fyrr í summar. Hann hevði vitja Toshiba í London, sum vilja selja síni 4S kjarnorkuverk - SuperSafe, Small and Simple (!). Kjarnorka er hvørki rein, trygg ella varandi orka, og útmeldingar frá landsstýrinum um kjarnorku flyta bara fokusið óneyðugt. Sum skilst kemur ein arbeiðsbólkur í næstum við eini heildarætlan fyri orkuøkið.Vónandi verður hon meira fokuserað og ítøkilig enn tað, vit higartil hava sæð frá landsstýrinum. Tað eru nú, tær stóru avgerðirnar skulu takast um ein orkupolitikk, sum røkkur fleiri ættarlið fram í tíðina. Bjørt Samuelsen Orka má blíva politiskt flaggskip Hanus Jensen Og hví skal Tórshavnar kommuna ólavsøkudagarnar fara í kapping við festivalarnar kring landið? Tað mátti verið nóg mikið, at skipað varð fyri ólavsøkukonsert 27. juli. Áður var tónleikurin á ólavsøku útimøtini, horn­ tónleikur og sangur, men nú verður alt køvt av hørðum tónleiki serliga í Steinatúni og á Skálatrøð. Hesin tónleik­ ur, har ljóðið var út av lagi vánaligt, eigur ikki at vera ólavsøkudagarnar. Fólk fara ikki á konsert á ólavsøku, men vil Tórshavnar kommuna tó bjóða fram eitt sindur av slíkum tónleiki, so er at seta upp ein pall, har spælt verður nakrar tímar ólavsøkuaftan og ólav­søku­ dag. Hetta riggaði á pallinum framman fyri býráðshúsið. Fólk fara í býin á ólavsøku at hugna sær, hitta vinir og kenningar, práta og syngja. Tað kann ikki vera rætt, at fólk skulu rópa til hvørt annað, tí tólini blæsa ser­liga harða bassin og stóru­trummu um allan býin. Eg skilji ikki, hvat tey í Tórs­havnar kommunu, sum hava ábyrgd­ ina av ólavsøkuni, hugsa fyri sær. Hitti nógv fólk, sum vóru í øðini, tí tey máttu flýggja undan tónleikinum. Í nógvum før­um sótu sjálvt smábørn í barna­vognum og hildu fyri oyruni. Vit skulu minnast til, at tað eru nógv eldri fólk og fólk annars, sum vanliga ikki ganga í býnum, sum ólav­ søkudagarnar leita sær oman í miðbýin og har um leiðir. Hví skal harði tónleikurin fáa hesi fólkini at setast aftur eina aðra ferð, tí Tórshavnar kommuna hevur slept øllum leysum á ólavsøku? Hetta líkist púrt ongum. Vit skulu venda aftur til upp­runaligu ólavsøku­ dag­arnar, har fólk í friði og náðum kunnu spáka í Havnar gøtum. Hetta er jú ólavsøkan fyri tey allar flestu, ja, eisini nógvu fólkini, sum koma til Havnar at halda tjóðarhátíð føroyinga. Vil Tórshavnar kommuna gera nakað fyri slíkan tónleik, so eru nógvir møguleikar aðrar tíðir á árinum. Á ólav­ søku má vera nóg mikið við ólavsøkukonsertini 27. juli. Við vón um, at hetta verður broytt næsta ár. Ó-festivalurin hoyrir ikki heima á ólavsøku Hví skulu vit broyta ólav­søkuna soleiðis, at fólk flýggja úr býnum undan alt ov hart spældum tónleiki?