mánadagur 8. august 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. august 2011 · Nr. 90
14
Sosialurin
Kjak
Í gjár avdúkaði Sosial
urin lønirnar hjá 31
stjórum, ið fingu 55,7
mill. kr. tilsamans. Árs
lønirnar hjá einstøku
stjórunum lógu millum
1 og 5,6 mill ella frá
uml.
trimum
góðum
arbeiðara-, fiskara og
ella lønmóttakaraársløn
um til heilar 18 árslønir
hjá vanliga arbeiðandi
føroyinginum. Er nakar,
ið skilir og tíðansheldur
góðtekur tílíkan stætta
mun? Eg spyrji bara.
Fleiri av hesum somu
stuðla sjálvandi høgra
heykum og samfelags
sjakalum, tá talan er um
skattalætta sum liður í
profitmaksimeringini
í privatu vinnuni. Við
sleiskni tosa teir um
skattalættan, uttan at
greiða frá, at vælferðar
samfelagið samstundis
skal niðurlagast í sama
mun, soleiðis at skilja,
at tað, ið fæst í skatta
lætta, skal gjaldast aftur
í øktum og nýggjum
gjøldum fyri vælferðar
tænastur t.d. við lækna
vitjan, fyri barnagarðs
pláss og í samband við
skúlagongd - bert fyri at
nevna nøkur fá dømi.
Úrslitið gerst sostatt
alt í alt - fyri vanliga
borgaran - í besta føri
eitt stórt null. Og lønin
verður hildin føst, tí teir
somu fara tá at tosa um
reallønarvøkstur vegna
skattalættan.
Reint
bluff, sum best og einans
sæðst aftur á kontunum
hjá teimum, ið hava nokk
frammanundan,
men
sum ongantíð mettast.
Tað eru stjóralønirnar
besta prógv fyri. So tá
úlvarnir gerast fagur
lætnir og logra við hala
num, eigur tú at hoyra
ýluni í tínum innara
oyra og gera teg kláran
at verja teg og tíni, tí
annars verða tit etin og
tað bæði við húð og hár.
Svend Auken - danskur
javnaðarpolitikari
og
ráðharri í mong ár -
segði einaferð, at hann
kundi góðtaka lønarmun,
men at lønarmunurin
ikki átti at fara upp um
tað dupulta av meðalløn
ini, og tað mann fara at
vera á góðari leið. Hvat
halda tit?
Stuttligt kundi verið
at sæð, hvussu nógv
prosent hvør av nevndu
stjórum hevur goldið
í skatt, tí tílíkir persón
ar hava ofta skattaráð
gevarar, ið vita hvussu
man - á lógligan hátt
- kann sleppa so bíligt
sum møguligt. Men hetta
hava vit til góðar. Kanska
Sosialurin arbeiðir víðari
við málinum.
Stættasamfelagið
stendur sostatt í fullum
blóma við øllum teimum
avleiðingunum, ið tað
hevur, og tað verður
standandi soleiðis til
meirilutin velur eina
solidariska kós.
Stættasam
felag ella
solidariskt
samfelag?
Petur Elias Petersen
ÍSF forseti
Har Føroyar luttaka í altjóða
ítróttakappingum, skapa vit
yvirskriftir. Vit hava sæð
tað innan eitt nú fótbólt,
hondbólt og flogbólt og
seinastu árini hevur svimj
ingin veruliga sett Føroyar á
heimskortið.
Pál Joensen heldur áfram
at fremja brøgd - hesa ferð
við HM í Shanghai, góð úrslit
í finalum, norðurlendsk met
og tíðir, ið kvalifisera hann
til Olympisku Leikirnar í
London næsta ár.
Pál Joensen og venjari hans
ara, Jón Bjarnason, eru undan
gongumenn innan føroyska
svimjing. Teir stremba eftir at
røkka málum, sum fyri bara
nøkrum fáum árum síðani
vóru óhugsandi. Og teir draga
í løtuni restina av svimjingini
í Føroyum við sær.
Vónin er, at teirra stríð
eisini kann kveikja neistan
hjá evnaríkum ítróttafólkum
og venjarum innan aðrar
ítróttagreinir at seta sær
langtíðar mál.
Á alskyns sjónvarpsrásum,
í bløðum og internetsíðum
kring heimin ganga søgurnar
um ævintýrið, at ein føroy
ingur við eyðmjúkum venj
ingarumstøðum er partur
av heimselituni. Tað eru júst
slíkar søgur, sum miðlarnir
hungra eftir at siga frá.
Og tað eru júst slíkar
søgur, sum vit føroyingar
elska at hoyra um Føroyar
- tá útlendskir miðlar rósa
einum av okkara.
Úrvalsítróttur er uttan iva
fremsta umboð Føroya úti í
heimi. Tey luttaka ikki bara
vegna Føroyar, men kappast
og vinna sum føroyingar.
Løgtingið valdi við breið
ari semju at seta pening av til
úrvalsítrótt á fyrsta sinni á
fíggjarlógini fyri 2009. Talan
var um truplar tíðir, har
sparast skuldi á øllum økjum,
men
kortini
fann
tingið
saman í tí trúgv, at ein íløga
í úrvalsítróttin fór at kasta
nakað av sær. Og tann trúgvin
varð ikki gjørd til skammar.
Bróðurparturin av játtan
ini til úrvalsítrótt er farin til
at stuðla virkseminum hjá Pál
Joensen. Fyri at vera partur
av heimselituni krevst, at til
ber at luttaka í kappingum
og
venjingarlegum
kring
heimin, júst har og tá tað
passar best til kappingarárið
hjá svimjaranum.
Stuðulin til úrvalsítrótt
gevur eitt íkast til virksemið
hjá Pál, men hevur han bert
ein brotpart av fíggjarligu
orkuni at arbeiða við, sum
teir, ið hann kappast ímóti.
Stuðulin til úrvalsítrótt
hevur víst seg at vera ein
íløga, sum gevur fleirfalt
aftur uppá stytstu tíð. Við
at stuðla úrvalsítróttinum,
vísti Føroya Løgting, at tað
við einari miðvísari satsing í
røttu løtu, sá gyltu møguleik
arnar innan úrvalsítróttin.
Restin er, sum tey siga, søga.
Føroyska samfelagið eigur
í framtíðini at stuðla føroysk
um úrvalsítrótti og seta
munandi upphædd av, so
stuðulin veruliga ger mun og
kann koma fleiri til góðar.
Í tíðum har grindadráp og
fiskivinnuósemjur kappast
um at mynda Føroyar úteftir,
eiga vit við miðvísum stuðli
at syrgja fyri, at tað góða
og jaliga - føroyskur úrvals
ítróttur - sleppur av yvirtaka
yvirskriftirnar í útlendsku
miðlunum, tá um Føroyar
ræður.
Føroyar og føroysk ferða
vinna hava gyltan møguleika
at nýta góðu úrslitini hjá
føroyingum innan ítrótt í
síni
marknaðarføring
av
Føroyum.
Umrøðan, sum føroyskur
ítróttur fær í bestu senditíð
kring heimin, hevur lýsingar
virði, sum valla kann gerast
upp í pengum. Tí er ein íløga
í úrvalsítrótt eisini ein íløga í
altjóða profilin hjá Føroyum.
Vónandi fer Føroya Løg
ting at standa saman um
føroyskan úrvalsítrótt, tá
komandi fíggjarlóg verður
smíðað.
Standi saman um
úrvalsítróttin
Dagfinnur Danbjørg.
Annika Olsen
Løgtingskvinna
Stjóralønirnar náa nú
hæddum, ið ikki eru
til at fata hjá vanliga
føroyinginum
22. juli kemur altíð at vera
ein dagur, har vit við sorg
minnast øll tey, sum lótu
lív á oynni Utøya í Noregi.
Hendan morgunin vaknaðu
vit upp úr okkara trygga
svøvni til eina marru, sum
tíverri vísti seg at vera
veruleiki. Eftir hendan dag
eru vit í Norðurlondum eisini
noydd at fyrihalda okkum
veruliga til meiningsleysu
terrorismuna, sum herjar
kring allan heim. Vit hava
í stóran mun kent okkum
trygg og væl vard frá tílíkum
atsóknum, men hetta er
tíverri ikki veruleikin longur.
Tað, sum hendi á Utøya
kundi eins væl verið hent her
í Føroyum.
Vit
geva
okkum
ov
lítið far um hvønn annan,
okkara næstu og hetta
eru góð gróðrarlíkindi fyri
fremmandagerð
millum
menniskju, ein fremmanda
gerð, sum byggir á manglandi
virðing,
manglandi
vitan
og manglandi forstáilsi fyri
hvørjum øðrum. Vit mugu
fáa bast vaksandi fremmanda
gerðini, vísa vegin til eitt
rúmsátt samfelag, ið byggir
á fólkaræði, har øll kenna
seg væl, har vit vísa tolsemi
mótvegis hvørjum øðrum og
hava forstálisi fyri tí einstaka
menniskjanum við øllum
teimum virðum, tað einstaka
menniskja ber í sær.
At kenna seg væl, at
vita, at man kan hava sína
hugsan og tankar í friði er
ein grundleggjandi fortreyt
fyri fólkaræðnum og týðandi
fortreyt fyri trivnaðinum í
einum landi, og má tað vera
hesin fólkaræðisligi grund
vøllur, vit skulu byggja okk
ara framtíð á í Føroyum.
Brot úr røðu hjá undir
ritaðu, sum varð hildin í
samband við viðgerðina av
løgmansrøðuni 2011.
Tolsemi er grundvøllurin
í okkara
fólkar æði