Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. august 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. august 2011 · Nr. 90 16 Sosialurin Rólant Waag Dam 65.000 fólk yvir í átta ár. Tað gevur eitt pent miðaltal, sum sigur, at omanfyri átta túsund føroyingar hava vitjað Summarfestivalin seinastu átta árini. Nøkur nøvn hava gingið aftur so at siga hvørt einasta ár. Hanus G. Johansen, Dyna­mitt og annaðhvørt Frændur ella Eyðun & Terji, eru altíð á skrá­ n­ni. Hetta er nakað sum fyri­skip­ ar­arnir ynskja og sum fólkinum – ella í hvussu so er stórur partur av teimum, sum koma á Summar­ festivalin – dáma. Men nakað annað, sum hvørki fyri­skiparum ella fólkinum dám­ar, men sum næstan er líka sjálv­skriv­ aður partur av skránni, sum áður umrøddu tónleikanøvn, er ófanta­ liga veðrið. Aftur í ár tóku veður­ gud­arnir yvir og gjørdu seg sjálv­ar til høvuðsnavn á fólksliga festi­vali­ num í Klaksvík. Liggur teirra lutur í at seta sín ser­liga gjøgnumtreingjandi og renn­váta dám á tónleikatiltakið í Klaksvík, so kunnu teir siga “mission completed”. Men liggur teirra lutur í at oyðileggja góðan hýr­in, avblása konsertir og sum heild bara at spolera familjutiltakið, so miseydnaðist uppgávan – og tað við lít! Stutta niðurstøðan eftir drúgva festi­valin er, at hann var ein succés. Hó­ast tunna skrá og vátar gestir, so var festivalurin væleydnaður. Ikki, eins og Dimmalætting skrivaði um G! Festivalin, at ársins útgáva var tann besta nakrantíð, men fest­i­ val­urin var væleydnaður, so­leið­is sum samansetta orðið skal skiljast. Summar­festivalurin eydnaðist væl. Var veðrið betri, so var festi­val­ u­rin ivaleyst uppaftur betri. Og høvdu tónlistarligu tilboðini verið betri ella forkunnugari, so taldi tað bara tann góða vegin í sam­ laðu metingini av festivalinum. So høvdu vit helst tosað um besta festi­valin nakrantíð. Fyri at tosa um besta festivalin nakran­tíð, skulu allir faktorar ganga upp í eina hægri eind, men tað gjørdi tað ikki hesaferð. Stóra høvuðsnavnið manglaði og veðr­ ið var vánaligt. Júst sum á G! Men soleiðis sum umstøðurnar eina­ferð vóru, so var ársins Summar­festi­val­ ur væleydnaður. Ársins rock- og poppbrak Sagt varð, at festivalurin í ár hevði trý minni høvuðsnøvn heldur enn eitt stórt høvuðsnavn, eins og West­ life í fjør. So kunnu vit kjakast um, hvat er betri leisturin og um ikki tal­an bert er um undarførslur, tí tað ikki eydnaðist at fáa heilt stóra navnið í ár. Tað, sum vit illa kun­nu kjakast um, er tónlistarligu góðsku­ na, tá ársins høvuðsnøvn spældu. D-A-D hevði eitt brak av einari rockkonsert á Vágsbøi. Ras­mus See­bach syrgdi fyri einari popp­ veits­lu, ið ikki hevur sæð sín líka í Før­oy­um áður. Og Bobby Bare livdi eisi­ni upp til vónirnar hjá fólki. Trý ymisk nøvn, sum tónlistarliga peika tríggjar ymsar vegir, men sum øll hildu eitt ógvuliga høgt støði – og sum á hvør sín hátt góvu áhoyr­ ar­unum eina uppliving, tey seint gloyma. Vánaligt! Hinvegin hevði festivalurin eisini síni lýti. Tað er ikki virðiligt mót­ vegis fjøldini, at taka avlýsa fram­ førslu­na hjá einum bólki, tí ein ann­ ar bólkur kom so seint í gongd og tískil ikki yvirhelt tíðarætlanina. Snøgt sagt vánaligt, at tað skal taka meir enn ein tíma at flyta ein bólk frá einum palli til annan. Uppaftur vána­ligari er tað, at Eyðun & Terji verða presenteraðir av einum man­ ni, fyri so verða avlýstir av einum øðr­um. Frændur kunnu heldur ikki vera ser­liga ernir av síni framførslu. Stein­tór Rasmussen hevur nógv rós uppiborið fyri alt møguligt, men nak­ar stórur sangari hevur hann ongan­tíð verið. Hetta varð staðfest á festivalinum, men tað sum verri var, var at bæði Eyðun Nolsøe, Rani Nolsøe og Steintór allir sungu skeivt ella lupu ørindi um. Til eina sang­løtu skal tað bara ikki koma fyri, men tað gjørdi tað, fleiri ferðir enn tá, og tað er ikki nóg gott. Somuleiðis var lítli pallurin í ár, tann sonevndi Føroya Tele pallurin, av­gjørt ikki nakað at rópa hurrá fyri. Tá var gamli Silvapallurin mun­andi meiri sjarmerandi, um­ framt at hann eisini lá betri fyri. Í øll­u­m førum áttu fyriskipararnir til næsta ár at funnið eitt betri pláss, enn tað, sum millum hegnið við høvuðs­inn­gongina og Føroya Tele- bygn­ing­in. Eisini eru tilboðini, sum ikki eru beinleiðis tengd at sjálvum festival­ i­num, hampiliga avmarkað. Á G! hevði tú eitt nú verkstovur, heit­ar pottar og saunu, men somu til­boð ella okkurt sum minnir um tað, bar tú ikki eyga við á Summar­festi­vali­ num. Annars er tað ikki heilt rætt at saman­bera festivalarnar báðar. Sum Malan Eyðunsdóttir so væl segði á Rás2 fyrr í summar, so var tal­an um tveir so ógvuliga ymiskar festiv­al­ar, við hvør sínum styrkjum og sum báðir tí eiga at upplivast. Tí er heldur ikki heilt rætt at saman­ bera G! og Summarfestivalin. Tá tað er sagt, so hava fyriskipararnir á Summar­festi­vali­ num rós uppiborið fyri ikki at spara við útgerð til stóra pallin. Ljós, ljóð og tað sum har til hoyrir, var ein frægd at uppliva. Ein festivalur skal helst geva nakrar upplivingar, men hes­ar oyðileggjast, um útgerðin ikki er í lagi. Tað var hon fyri tað mesta á Summarfestivalinum – og tí eydnaðist Summarfestivalurin eisi­ni so væl sum hann gjørdi! rolant@sosialurin.fo Dýggjvátt og gott eftirmeting Tað er heilt ófatiligt, at tað kann regna so nógv og so leingi, sum tað gjørdi í Klaksvík um vikuskifti. Og líka so ótrúligt er tað, at túsundtals fólk kortini velja at fara á festival. Tað staðfestir bara týdningin og tokkan, festivalurin hevur millum føroyingar