mánadagur 8. august 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 8. august 2011 · Nr. 90
Sosialurin
Yrkispoppur og
regndansur
Ummæli Rasmus Seebach er langt frá størsta poppnavnið, sum
hevur vitjað Summarfestivalin, og heimskendur er hann als ikki.
Men um tær dámar mainstream popptónleik, so var hetta í góðsku
á hædd við tær bestu, vit hava havt í Føroyum
Oddur á Lakjuni
Hvat gera gestir á Summarfesti
valinum, táið tað oysir niður? Teir
fara á konsert allíkavæl. Konsertin
hjá Rasmus Seebach var væl og
viriliga best vitjaða konsertin á
Summarfestivalinum, og Rasmus
sjálvur tyktiskt veruliga at vera
yvirraskaður og takksamur, at so
mong vóru komin at lurta eftir
honum á Vágsbøi, sjálvt um veðrið
var so ringt. Hann kom fleiri ferðir
oman av pallinum, og stillaði seg í
regnið beint frammanfyri áhoyr
arunum. Hevði tað ikki regnað so
illa, so hevði eg komið allan vegin út
ímillum tykkum, segði hann. Øll
vóru tó sum vera man væl fyrireikað
til umstøðurnar – sum ein við
síðuna av mær segði: Rasmus er
tann einasti, sum ikki eru í regn
klæðum.
Framførslan hjá Rasmus See
bach var fyrst og fremst væl fram
leidd og fyrireikað. Tónleikurin er
poleraður poppur, har hvør smá
lutur tilvitað er settur uppá pláss.
Tónleikurin verður eisini fram
førdur live við sama ómaki. Tílíkur
framleiðslupoppur hevur ofta play
back, har partur av sanginum ella
tónleikinum verður spældur av eini
upptøku; men tað var einki tílíkt at
finna á hesari konsertini. Rasmus
hevði stórt orkestur við sær, sum
gjørdi tónlistarliga handverkið til
lítar – sum alt annað hesa løtuna
var tað toppprofessionelt. Karmar
nir á pallinum vóru eisini gjørdir
um. Eitt flott og annarleiðis ljós
show, sum tey sjálvi høvdu við, vísti,
at einki var yvirlatið til tilvildina.
Rasmus Seebach er eitt tað
størsta poppnavnið í Danmark í
løtuni, og eisini í Føroyum er hann
vælumtóktur. Hann gjørdi nógv
burturúr at fáa áhoyrararnar at
syngja við, og tað hoyrdist væl, at
nógv teirra kendu sangirnar. Flestu
sangirnir vóru av higartil einastu
fløgu hansara; nakrir nýggir vóru
tó eisini. Til kendastu sangirnir
“Glad igen”, “Lidt i fem”, “Natteravn”
og “Engel” var serliga gott lív í. Til
hendan seinasta fekk hann eina
unga gentu úr áhoyrarafjøldini at
koma upp at seta seg við klaverið
saman við honum. Hon var meira
enn nakað annað yvirraskað og
fjálturstungin, men megnaði tó
heilt væl at syngja sangin.
Enntá sambandið við áhoyrar
arnar var handfarið á professionell
an hátt. Tað, sum hann segði ímill
um sangirnar var júst tað rætta til
júst ta løtuna - og akkurát passaliga
langt. Konsertin kundi onkuntíð
vera í vanda fyri at tykjast í so
framleidd og steril, men tað var
bjargað av Rasmusi sjálvum - hann
hevur sjarmu og fólkatokka, og
dugur væl at brúka tað. Hann hevði
eisini ein eldhuga, sum ongantíð
tyktiskt pátikin ella framleiddur til
høvið. Ektaða gleðin um at føroy
ingar veruliga høvdu troystað sær
at koma at lurta í ótespiliga veðri
num, heldur enn at “sita heima og
hyggja í sjónvarp”, sum hann sjálvur
segði, tyktiskt at geva honum eitt
yvirskot, sum aftur smittaði yvir á
vátu áhoyrararnar. Tað ger einki
um tað regnar, vit dansa bara ein
regndans saman, rópti hann.
Rasmus Seebach er langt frá
størsta poppnavnið, sum hevur
vitjað Summarfestivalin, og heims
kendur er hann als ikki. Men um
tær dámar mainstream popptónleik,
so var hetta í góðsku á hædd við
tær bestu, vit hava havt í Føroyum.
Ilt er at seta fingurin á nakað, um
tú ikki ætlar tær at finnast at
sjálvum tónleikaslagnum. Rasmus
gjørdi alt rætt – fleiri skýrdu hetta
at vera bestu poppkonsertina á
Summarfestivalinum nakrantíð.
Framførslan hjá Rasmus Seebach var fyrst og fremst væl framleidd og
fyrireikað. Tónleikurin er poleraður poppur, har hvør smálutur tilvitað er
settur uppá pláss
Ektaða gleðin um at før
oyingar veruliga høvdu
troystað sær at koma
at lurta í ótespiliga veðrinum,
tóktiskt geva honum eitt yvir
skot, sum aftur smittaði yvir á
vátu áhoyrararnar