mánadagur 8. august 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. august 2011 · Nr. 90
18
Sosialurin
Størsti dagur
Óli Jákup Jacobsen
Í øllum regninum á Vágsbøi
leygarkvøldið
standa
fleiri
túsund fólk og lýða á eitt av
høvuðsnøvnunum
á
ársins
Summarfestivali,
Rasmus
Seebach. Millum øll hesi fólkini
stendur ein genta úr Vestmanna
saman við sínum vinkonum og
ávikavist skríggjar og syngur við
til sang oman á sang hjá hesum
unga manni úr Keypmannahavn.
Tá konsertin er hálvrunnin,
steðgar Seebach á, lítur yvir
fjøldini og spyr so:
– Er der nogen, der kender
alle mine sange? Det skal være
en, som kender dem rigtig godt.
Er der nogen?
Millum allar tannáringagent
urnar, sum toyggja seg fram og
skríggja, er eisini Linda Joensen.
Seebach hyggur eitt sindur mitt
fyri, eitt sindur til vinstru og síð
ani til høgru. Tá hyggur hann at
Lindu.
– Har du lyst?
Soleiðis
byrjar
søgan
til
størsta dagin í lívinum hjá Lindu
Joensen úr Vestmanna.
Trúði ikki tí, sum hendi
– Eg trúði tí ikki. Kenslan er óbe
skrivilig.
Soleiðis sigur Linda, tá hon
verður biðin um at seta orð á,
hvussu tað kendist at syngja við
Rasmus Seebach.
– Eg væntaði ikki at blíva vald.
Har vóru so nógvar aðrar gentur,
sum eisini vildu sleppa upp, sigur
Linda, sum hevði sett sær fyri, at
hon skuldi upp, um Seebach fór
at biðja onkran um at koma.
– Í fjør var eg til konsert hjá
Seebach, og tá spurdi hann eisini
yvir fjøldina, um onkur hevði
hug at koma upp á pallin at
syngja. Tá tordi eg ikki ordiliga,
so eg helt meg aftur, sigur Linda,
sum hesa ferð var væl fyrireikað
og uppsett upp á at fara upp.
– Mínar vinkonur hjálptu
mær sera væl. Tær stóðu allar
rundan um meg og róptu og
geylaðu ’Linda, Linda’, meðan
tær peikaðu á meg, sigur Linda,
sum heldur seg skylda vinkonum
sínum nógv.
Dugir allar sangirnar
Rasmus Seebach er Lindusa heilt
stóra tónleikaidol. Hon eigur
fløguna hjá honum, hevur pla
kat hangandi í kamarinum og
dugir allar sangirnar hjá honum
uttanat.
– Tað er einki at snakka um.
Hann er mín absolut yndlings
sangari. Tá eg hoyrdi, at hann
kom á Summarfestivalin, skuldi
eg bara á festival. Eg keypti
so eisini atgongumerki við tað
sama. Nú tá eg komi heim, fari
eg eisini at keypa mær eina
hettutroyggju við Seebach og
sjálvandi eisini nýggju fløguna
hjá honum í oktober, sigur Linda,
sum nýtir hvørt høvi at lesa á
netinum og í bløðum um sína
donsku stjørnu.
Trúði tí ikki
Tá Rasmus Seebach fór gangandi
oman eftir pallinum og hugdi seg
umkring, gjørdi Linda alt fyri at
skara burturúr.
– Tá hann hugdi mitt í mongd
ina, byrjaði eg at skrála fyri at
fáa uppmerksomheitina. Síðan
hugdi hann yvir móti okkum, og
tá byrjaði eg at hoppa og skrála
lunguni úr mær. So hugdi hann
beint eftir mær og spurdi, um eg
hevði hug, sigur ein sjónliga stolt
og ovurfegin Linda.
– Eg trúði tí ikki. Eg hugsaði,
um hann mundi hava valt gent
una við síðurnar av, men tað
hevði hann ikki. Hann hevði valt
meg, og ein vaktur hálaði meg so
upp um garðin. Alt gekk so skjótt
fyri seg, og knappliga gekk eg á
pallinum framman fyri fleiri
túsund fólkum við síðurnar av
Rasmus Seebach, sigur Linda.
– Hóast eg hevði vónað upp
á hesa løtuna, so bleiv eg eitt
sindur nervøs. Á veg niðan á
pallin fór eg eisini í sjokk. Eg
fekk hvørki hugsa ella tosa, sigur
Linda.
Fór at gráta
Sum Linda hugdi yvir bøin, tá
hon stóð á pallinum, hoyrdi hon
øll skríggini frá teimum mongu
túsund fólkunum, sum fyltu
Vágsbøin, meðan tey somuleiðis
róptu navnið á henni ’Linda,
Linda, Linda’.
– Eg føldi meg heldiga, og eg
hugsaði, at hini mundu vera eitt
sindur øvundsjúk, at tey ikki
sluppu framat.
– Tá Rasmus og eg settust við
klaverið, og hann fór at spæla,
byrjaði eg at gráta. Tað var
so stórt, at eg fekk ikki hildið
kenslunum aftur, sigur Linda.
Sangurin, sum Rasmus See
bach og Linda sungu saman, var
eitt av kendastu løgunum hjá
honum, ’Min engel’.
– Hann byrjaði at syngja,
og meiningin var, at eg skuldi
syngja við í niðurlagnum. Men
eg var so rørd, at eg ikki fekk
sungið í fyrsta niðurlagi. Eg
kom so nakað á jørðina aftur og
megnaði at syngja við teimum
í restandi niðurløgunum, sigur
Linda, sum altíð fer at minnast
6. august 2011, tá hon slapp at
syngja við síni størstu stjørnu.
Bíðaðu í trý korter
Linda og hennara vinkonur stóðu
fremstar undir konsertini. Men
tað hevði sín ”prís”.
– Vit fóru oman á bøin eini
trý korter, áðrenn konsertin
byrjaði, og vóru vit eisini millum
tey fyrstu, sum møttu upp, sigur
Linda.
– Tað regnaði sjálvsagt, og
tað var kalt og vátt, men tað
gjørdi einki. Vit sungu og høvdu
tað fínt, so eg hevði væl kunnað
bíðað longri, um tað skuldi veri,
sigur Linda, sum metir, at tey trý
korterini vóru væl givin fyri tað,
sum hon fekk afturfyri.
Hóast Linda nú hevur havt
sína alt annað líka bestu og
størstu konsert, so var hatta
ikki síðstu ferð, hon skuldi síggja
Rasmus Seebach.
– Næsta ár fari eg aftur á
konsert hjá Rasmus Seebach.
Hvar, hvat og hvussu finni eg út
av seinni, sigur Linda at enda,
sum, tá samrøðan varð gjørd,
enn ikki hevði fatað, hvat henni
hevði verið fyri á Vágsbøi saman
við Rasmus Seebach.
Alt gekk so skjótt fyri seg, og knappliga
gekk eg á pallinum framman fyri fleiri túsund
fólkum við síðuna av Rasmus Seebach
15 ára gamla Linda Joensen úr Vestmanna slapp
leygarkvøldið nakað, sum flestu gentur á hennara aldri
einans kunnu droyma um: At syngja við Rasmus Seebach.
– Hatta var størsti dagurin í mínum lív, sigur Linda, sum
er ein stórur fjeppari av danska Rasmus Seebach.