mánadagur 8. august 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. august 2011 · Nr. 90
22
Sosialurin
Spakur countrykongur
Ummæli Karmarnir gjørdu sítt til at Bobby Bare, sum annars í áratíggju hevur prógvað sítt
virði, nokk ikki hevði ta mest minniligu konsertina á Summarfestivalinum higartil
Oddur á Lakjuni
Sjúrður Skaale lat ongan iva verða
um, hvør fíggindin var. “Lat hetta
vera løtan, táið tónleikurin vinnur
á veðrinum” rópti hann, táið hann
presenteraði Bobby Bare. Regnið
oysti niður, men Bobby sá ikki út
til at lata seg nerva. Hann vitsti
hvat hann skuldi, og hann koyrdi í
nøkunlunda sama spori sum hann
hevur gjørt í mong ár. Hann gjørdi
ikki nógv burtur úr sær sjálvum, og
segði lítið ímillum sangirnar.
Hóast Bobby Bare er rættiliga
kendur country-sangari, so er
hann ikki millum teir allarbest
kendu í Føroyum. Ein partur av
áhoyrarunum kendu væl allar
sangirnar hjá honum, men fólk
flest kendu einans fáar. Nøkur
sungu við til væl kendu “The Green
Green Grass of Home” og “Me and
Bobby McGee”, men sum heild var
konsertin rættiliga tom.
Bobby er 76 ára gamal og hevði
sum vera man ikki hug at gartera
líka nógv sum í teimum ungu
døgunum. Heldur fylgdi hann
síni egnu avslappaðu rutinu, og
sangirnir komu mest sum av einum
samlibandi, har hvørki hann ella
bólkurin høvdu hug at gera tær
stóru skreytirnar. Ei heldur tyktust
teir at hugsa um, um ein sangur
mundi vera kendur ella ikki ímillum
áhoyrararnar. Tað var væl spælt og
professionelt, men sera avslappað
- lítið annarleiðis enn um tú hevði
havt eitt útvarpstól frá.
Serliga styrkin hjá Bobby Bare
er søgurnar, sum hann sigur frá;
lívsroyndirnar og veruleikin, sum
liggur aftanfyri. Í fleiri sangum
skifti hann frá at syngja til at tosa
afturvið tónleikinum. Í einum
fjálgum høli við einum intimum
dámi hevði hetta veruliga komið til
sín rætt. Í dagsljósi og grimdarregni
var tað ikki líka lætt at njóta av
hesum; uttan so at tú kendi væl til
sangirnar frammanundan.
Um nakað, so tyktiskt veðrið at
vera við yvirlutan í áðurnevnda
bardaganum. Bobby Bare hevði tó
eitt mótvápn til reiðar. Linliga
konsertin lívgaðist og fekk nýtt lív,
táið hann bjóðaði føroysku Kristinu
Bærentsen á pallin. Bobby segði seg
sakna Jim Reeves og Skeeter Davis
- serliga saman við Skeeter hevði
hann sungið nógvar duettir. Til alla
lukku kundi Kristina tó syngja
saman við honum í staðin, segði
hann. Kristina tyktist ovurfegin um
at vera á palli saman við gomlu
legenduni, og Bobby sjálvur tyktiskt
eisini at kvikna við av hesum.
Saman sungu tey kendu sangirnar
“Dear John” og “Let It Be Me”, og
hetta var avgjørt besti parturin av
konsertini. Áhoyrarafjøldin vakn
aði saman við framførsluni, og
saman við eyðsýnda eldhuganum
hjá Kristinu.
Kristina varð verðandi á palli
num sum kórsangari restina av
konsertini, sum nú koyrdi nakað
betri enn hon hevði gjørt áðrenn.
Øll sungu við á “Detroit City”, sum
Bobby Bare eisini sjálvur hevur
gjørt kendan. Sjálvt um seinna
helvtin av konsertini var nakað
betri enn fyrra, so dragnaði hon tó
aftur ímóti endanum. Áhoyrararnir
í oysandi regninum hildu nokk, at
konsertin hevði varað passaliga
leingi, táið hann fór av palli. Obliga
toriska eykalagið mátti tó spælast,
og hann valdi at spæla eitt friðarligt
lag, sum fá kendu. Enntá trummur
nar tagdu, og tað var væl tynri
við fólki á Vágsbøi, táið hann endi
liga var liðugur. Karmarnir gjørdu
sítt til at hesin yrkistónleikarin,
sum annars í áratíggju hevur
prógvað sítt virði, nokk ikki hevði
ta mest minniligu konsertina á
Summarfestivalinum higartil.
Bobby Bare fylgdi síni
egnu avslappaðu rutinu,
og sangirnir komu
mest sum av einum
samlibandi, har
hvørki hann ella
bólkurin høvdu
hug at gera
tær stóru
skreytirnar
Mynd: Álvur
Haraldsen
Mynd: Álvur Haraldsen
Tað var væl spælt
og professionelt,
men sera avslappað - lítið
annarleiðis enn um tú hevði
havt eitt útvarpstól frá