Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-08, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. august 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 8. august 2011 · Nr. 90 Sosialurin Hart, vátt og rætt Ummæli Við einum brakið av einari konsert, varð Summarfestivalurin av álvara skotin í gongd í 2011. D:A:D gjørdu tað sum teir duga, og teir duga tað sera, sera væl. Óivað ein hin besta rokkkonsertin í Føroyum í fleiri ár. Rókur Jákupsson Jakobsen Ein topptrimmað rokkmanning hitti spentu fjøldina á Vágsbøi kl. 21 fríggjakvøldið. D:A:D vísti beinan­ vegin, at bólkurin er í sera góðari venjing. Hóast bólkurin hevur heili 30 ár á bakið, so merkti tú ongan troyttleika í hesum garvaðu rokk­ arunum. Bólkurin svingaði ótrúliga væl, allir smálutir sótu sum stoyptir, og hetta gav bólkinum eitt yvirskot til at framføra eitt fantastiskt rokkshow fyri okkum. Vágsbøur var mestsum fullur, og hóast breiða fjøldin ikki kendi allar sangirnar, so vóru vit øll peppaði undir konsert­ ini. D:A:D borðreiddi við einari breiðari viftu av løgum frá 80´un­ um, 90´unum og frá 00´unum. Tó vóru flestu løgini frá útgávuni “Everything glows” frá 2000. Tónleikurin hjá D:A:D er ein­ faldur og harður. Kompromisleysur rokktónleikur uttan nakað fjas. Ikki so nógv óneyðugt pynt, men meira harður og ráur rokkur við øllum teimum røttu ingrediensunum. Góð riff, melodisk “syngi við” niðurløg, pumpandi bassur og trummur. Einfalt og gott. Útum pallkantin Men har bólkurin av álvara skaraði framúr, var við teirra nærveru og framførslu. Teir framførdi útum pallkantin, og hetta gjørdi at tú sum áhoyrari kendi teg sum ein part av tónleikinum, hóast vit kanska ikki dugdu øll løgini uttanat. Soleiðis eigur tú at framføra fyri einari stórari fjøld. Longu frá fyrsta tóna leyp Stig Pedersen, bass, uppá trum­ murnar, meðan gittarleikarin og sangarin marsjeraðu oman eftir pallrampuni, fyri at heilsa uppá okkum áhoyrarar. Ein ófør byrjan. Løgini vóru framførd tætt og væl, og tá ið eyðkenda introin til “Sleep­ ing My Day Away” byrjaði, kom veruligt lív í fjøldina. Nú rungaði og sjungaði fjøldin, og konsertin rakk sítt hæddarpunkt. Saman við øðr­ um kendum løgum trillaði rokk­ maskinan ígjøgnum framførsluna í út við tveir tímar. Bólkurin gav sær góðar stundir til at loyva tónleik­ arunum listarligt frælsi við solo­ spæli, og riggaði hetta sera væl. Hetta gevur upplivingini eina heilt nýggja dimensjón. Eitt av eykaløg­ unum hjá bólkinum var kenda powerbaladan “Laugh and a half”, í einari aukustiskari útgávu. Aftur nú slapp fjøldin at syngja við, tí at hetta er eitt av fáu løgunum, sum flest øll kenna. Konsertin endaði við ikoniska lagnum “It´s after dark”. Sangarin, Jesper Binzer, hevur eina sterka persónligheit, og leiðir okkum trygt og gott ígjøgnum fram­ førsluna. Hóast undirritaði helt at hann dekan ov ofta rópti “Hva´ så Klaaaaaksviig”, slapp Jesper ser­ stakliga væl frá framførsluni. Hann hevur hesa eyðkendu hásu røddina, sum hann skiftivís nýtir til at skríggja og rópa við, og hevur hann sum heild eina rokkattitydu, sum klæðir bólkinum sera væl. Gittarhetjan ger eitt comeback Jacob Binzer er heilt einfalt ein gittarhetja. Hóast gittarhetjurnar fóru av móta um ártúsundaskiftið, so hava D:A:D hildið fast um góðu gomlu gittarhetjuna. Og hetta fagnaði fjøldin. Ferð eftir ferð bergtók hann okkum við skjótum, skitnum og melodiskum soloum. Hetta var óivað eitt av teimum heilt stóru upplivilsunum við konsertini. Allir dreingir (og gentur?) droyma seg uppá pallin tá tú sær eina gittarhetju hava alla fjøldina í lógvanum, meðan hann erpar sær við spakanum. Stig Pedersen, bassleikarin, er ein kapittul fyri seg. Tað er sjáld­ samt at síggja ein bassleikara, sum kappast við forsangaran um leik­ lutin sum oddamaður í bólki­num. Við karismatiska tvístreingj­aða bassi­num, reikar hann kring pallin, hann klintrar upp á trum­murnar, gittarforsterkarnar, og renn­ur om­ an eftir pall rampuni. Undirritaði beit merki í, at onkrir av for­ sterkarunum vóru festir í pallgólvi, óivað fyri at tryggja at Stig ikki skal koppa nøkrum, meðan hann klintr­ ar uppi á teimum. Og til síðst kom hann eisini út við einum hjálmi, sum sprændi eld. Hattin av fyri tí. Laust Sonne, sum hevði 12 ára dag sum trummusláari í bólkinum, fekk eitt heilt serligt pláss á kon­ sertini. Fjøldin slapp at heiðra hann meðan hann fekk púra fríar ræsur at spæla eina langa og stórbæra trummusolo. Samanumtikið vóru vit vitni til eina fantastiska framførslu, har alt gekk upp í eina hægri heild. Hóast regn, komu D:A:D út við longdum gittarreimum, og tóku okkum á eina stórbæra rokkferð. Mett og væl sett fóru vit frá einari sannførandi rokkbuffet. Bólkurin svingaði ótrúliga væl, allir smálutir sótu sum stoyptir, og hetta gav bólkinum eitt yvirskot til at framføra eitt fantastiskt rokkshow fyri okkum Tónleikurin hjá D:A:D er einfaldur og harður. Kompromisleysur rokktónleikur uttan nakað fjas. Myndir: Álvur Haraldsen