mánadagur 8. august 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. august 2011 · Nr. 90
24
Sosialurin
Oddur á Lakjuni
Tað er eingin ivi: Páll Finnur Páll eru
klárt best umtókti tónleikabólkur í
Føroyum. Teir eru nú vorðnir fast
innbúgvi í mest sum hvørjum
tí
einasta
tónleikafestivali
í
Føroyum, og hava eitt fast fylgi av
áhoyrarum, sum koma til hvørja
konsert - og at síggja til fær eingin
nokk av teimum.
Tíggju minuttir áðrenn Páll
Finnur Páll skuldu byrja kl. 00:30
hóskvøldið,
var
Flags-teltið
á
tremur. Og táið teir komu á pallin,
var fjøldin longu tendrað, og byrjaði
næstan at syngja undan. Tey vóru
von við Páll Finnur Páll-konsertir:
tey vistu júst, hvat fór at koma, og
tey vóru klár at taka ímóti. Tíverri
var ljóðið rættiliga óklárt, so at alt
leyp saman. Tey, sum ikki longu
kendu tekstirnar, fingu ikki nógv
við av tí, sum sungið var. Men hjá
trúgvu fjepparunum gjørdi hetta
lítlan mun. Tey vistu júst hvat tey
skuldu syngja, og nær tey skuldu
syngja tað. Tað var ongantíð
neyðugt hjá Finni ella Páll Oddi at
dirigera nakað.
Tað sást greitt at tað vóru tvey
sløg av sangum: teir nýggju, sum
vera á komandi fløguni; og so
teir eldru, sum øll kendu. Nakað
inn í konsertina segði Finnur at
“vit fara nú at syngja ein nýggjan
sang afturat; ein, sum verður á
komandi fløguni”. Hetta var heilt
greitt nakað, sum áhoyrararnir
ikki ynsktu at hoyra; eitt skuffað
“neeei!” rungaði ígjøgnum teltið.
“Jamen tað eru vit noyddir til!”
svaraði Finnur umberandi.
Áhoyrararnir vildu heldur hava
hinar; teir kendu. Og tey fingu
eisini alt tað, sum tey ynsktu og
væntaðu sær. Tey fingu sangir sum
“Viðurkenning”, “Eg”, “Grannin”,
“Mín Russiski Vinur”, “Eg fari mín
egna veg”; og allar hinar, sum nú
eru vorðnir fólkaogn hjá Føroya
ungdómi. Tað var heldur ikki tað
stóra ivamálið, hvørji eykaløgini
fóru at vera, aftaná at teir vórðu
klappaðir uppaftur. “Herbergið”
og
“Forelskaður
Sjónleikari”
hoyra líka nógv heima á eini Páll
Finnur Páll konsert sum Páll
Finnur Páll sjálvir hoyra heima á
Summarfestivalinum.
Tað kemur ikki av ongum, at
teir hava fingið serstøðu ímillum
føroyskan
ungdóm.
Tey,
sum
ongantíð høvdu hoyrt teir fyrr,
hoyrdu líka væl sum hini, at teir
hava sera gott hegni at gera einføld
og fangandi løg. Tekstirnir eru
hvassir - ofta í so hvassir, metir
onkur. Og tað er á føroyskum. Hetta
blandið ger, at vøran gongur reint
inn hjá føroyskum ungdómi.
Sigast má, at tað eru langt frá
øll, sum halda at Páll Finnur Páll
eru verdir at lurta eftir. Og ljóðið
var ikki meira enn næstbest hetta
kvøldið. Men meira enn nakað
annað stóð tað eftir hjá mær, at
teir eru eitt serstakt fyribrygdi
í
føroyskum
tónleiki.
Næstan
líkamikið, hvør útlendskur bólkur
kemur á føroyskan festival, so
verður konsertin hjá Páll Finnur
Páll ein tann best vitjaða. Teir eru
av sær sjálvum eitt høvuðsnavn. Og
tað vitstu fyriskipararnir - eingin
orsøk var at hava nakað annað
høvuðsnavn hóskvøldið.
Finnur kunngjørdi til endans,
at hetta var seinasta konsertin hjá
teimum í ár. Næstu ferð teir koma
á pall, hava teir givið nýggja fløgu
út, segði hann. Kanska eru teir
nýggju sangirnir, sum eingin vildi
vita av hetta kvøldið, eisini vorðnir
vælumtóktir klassikarar til ta tíð.
Hvør veit.
Fyribrigdið Páll Finnur Páll
Ummæli Næstan líkamikið, hvør útlendskur bólkur kemur á føroyskan festival, so verður
konsertin hjá Páll Finnur Páll ein tann best vitjaða. Teir eru av sær sjálvum eitt høvuðsnavn. Og
tað vitstu fyriskipararnir - eingin orsøk var at hava nakað annað høvuðsnavn hóskvøldið
Tey, sum ongantíð høvdu hoyrt
teir fyrr, hoyrdu líka væl sum
hini, at teir hava sera gott hegni
at gera einføld og fangandi løg.
Tekstirnir eru hvassir - ofta í
so hvassir, metir onkur. Og tað
er á føroyskum. Hetta blandið
ger, at vøran gongur reint inn
hjá føroyskum ungdómi.
Myndir: Anton Højgaard
Næstan líkamikið,
hvør útlendskur bólkur
kemur á føroyskan
festival, so verður
konsertin hjá Páll Finnur
Páll ein tann best vitjaða