mánadagur 8. august 2011síða 25
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 8. august 2011 · Nr. 90
Sosialurin
Rókur Jákupsson Jakobsen
Ongantíð áður hava teir framført
á Summarfestivalinum, og tí var
spennandi at síggja hvussu hetta
fór at rigga. Við teim eyðkendu
heimagjørdu ljóðførunum trinu
teir seks úr Orka á Flagspallin kl.
02:30 leygarmorgunin. Og so setti
Orka ferð á maskinuna við tí ser
merkta, tunga, myrka og markanta
tónleikinum. Sum altíð, so stendur
tú sum kánus tá tú sær Orka fram
føra. “Ber hetta til?” er spurningur
sum ongantíð er fjarur. Hvussu
kunnu hesir menninir fáa so fan
tastiskan klang og harmoni burtur
úr slíparum, pelum, tunnum og
so framvegis? Men tá ið teir seks
saman duka á amboðini, so fært tú
eitt heilt einastandandi hart ljóð,
sum ikki letur seg avnoktað. Hetta
er tónlistarligur kreativitetur á
serstakliga høgum støði.
Bólkurin framførdi einamest løg
frá feskastu útgávuni, “Óró”. Tó var
áhoyrarafagnaðurin størstur, tá ið
Orka framførdi bombastiska hittið
“Fjøllini standa úti”. Tónleikurin hjá
Orka er til tíðir torskildur, á tann
hátt, at tú sum áhoyrari má hava
allar kanalir víð opnar, fyri at fata
teir mongu byggikubbarnar í tón
leikinum. Nógvu byggikubbarnir
megna saman at menna eitt stórt
og hart úttrykk, sum brestur út
gjøgnum hátalararnar sum eitt
vakurt lag.
Bólkurin er sanniliga eisini
áhugaverdur at hyggja at. Serliga
teir báðir aftastu í rútmubólk
inum, Uni Árting og Høgni Lisberg,
eru ein fragd at síggja. Teirra energ
iska slagverk er á at líta sum ein
synkronur dansur. Teir sveiggja
við stórum rørslum, og hesin sjón
ligi parturin av framførsluni er
serstakliga gevandi fyri samlaða
upplivilsi av tónleikinum. Ólavur
Jákupsson, sum í hesum døgum er
sangari í bólkinum, er eisini ment
ur heilt nógv sum oddamaður.
Hann tykist vera
djúpt inni í tónleikinum, men hevur
somuleiðis orku til at samskifta við
áhoyrararnar, at hjálpa okkum við á
hesi tónlistarligu ferð.
Oyðandi ljósið
Men tað sum tíverri stjól alt ov
nógv av framførsluni, var at ljósið
í tjaldinum ikki varð sløkt undir
framførsluni. Tá ið ljósið er tendrað,
gerst pallurin koll svartur, og tú
hevði ilt við at síggja hvat ið gekk
fyri seg á pallinum. Lampurnar, sum
skulu upplýsa pallin, eru gjørdar til
at upplýsa ein pall í myrkri, men tá
ið ljósið er tendrað í hølunum eru
lampurnar púra ineffektivar. Stór
spell, tí framførslan var serstakliga
góð, men hon var darvað av, at vit
ikki sóu nóg væl.
Samanumtikið vóru vit vitni til
eitt brak av einari tónlistarligari
framførslu, sum var avmarkað, tí at
onkur ikki hevur røkt sína skyldu.
Hetta stjól tíverri alt ov nógv av
hesi góðu framførslu.
Rókur Jákupsson Jakobsen
Hanus G. fekk heiðurin at lata
upp stóra pallin á Vágsbøi. Og
tað var ein ivasom byrjan, við
tøkniligum avbjóðingum. Men
eftir einum 10 minuttum við
klimpri, fekk Hanus loyvi at
byrja, og so koyrdi sjarmer
andi maðurin sítt one man
show ígjøgnum. Uppsnollaður
tók maðurin við djúpu røddini
og kassagittarinum okkum við
á eina hugnaliga ferð. Hann
framførdi
nakrar
klassik
arar so sum “Saknur”, “18” og
“Vónsvikin”, og framførdi har
afturat nøkur løg frá róstu
útgávuni
“Hørpuspælarin”.
Ongin ivi er um, at tað serliga
vóru eldri løgini sum høvdu
størst tokka millum áhoyrar
arnar.
Hanus x 8
Hetta var 8. ferð at Hanus
framførdi
á
Summarfesti
valinum. Undirritaði saknar
at Hanus tekur bólkin við sær
á stóra pallin, tí hóast Hanus
er stórur, bæði sum persónur
og sum tónleikari, er hann ikki
nóg stórur til hendan pallin. Í
øllum førum ikki longu kl.
20 um kvøldið. Áður hava
vit upplivað Hanus við sera
góðari manning, og tað lyftir
tónleikin á eitt heilt annað
støði. Men hesum støðinum
rakk Hanus ongantíð fríggja
kvøldið. Tað kendist sum
hann “bara” gjørdi tað trygga
og vandaleysa. Hóast tað
er gott, so veitst tú at tón
leikurin rúmar annað enn ein
kassagittara og rødd. Tónleik
urin hjá Hanus er sera einfald
ur, og undirritaði saknaði at
hesin tónleikur varð útbygdur
við størri og meiri spennandi
manning og útseting. Júst
sum vit kenna tónleikin frá
“Hørpuspælarin”
Men Hanus hevur eitt heilt
serligt pláss í føroyska tón
leikalívinum, og hetta stað
festi hann eisini fríggjakvøld
ið. Hann er meira enn ein
tónleikari, meira enn ein lista
maður ið týðir yrkingar. Hann
er eitt huglag. Tú kemur í ein
heilt serligan hýr, tá tú hoyrir
samanrenningina millum Han
us G. og Poul F. Tað verður
onkursvegna
gandakent.
Hann hevur eina eyðmjúka
persónligheit, sum tú bara
kann elska og virða, og hetta
sluppu vit at uppliva hesu
hugnaligu løtu á Vágsbøi.
Hanus er
meira enn
tónleikur
ummæli Í sirminum framman fyri
einum hálvtómum Vágsbøi framførdi
Hanus nakrar av vakrastu føroysku
yrkingunum. Hetta var ein hugnalig
løta, saman við einum stórum
manni á einum alt ov stórum palli.
Ummæli Mest alternativi bólkurin á skránni í ár, var óivað
Orka. Frammanfyri einum hálvfullum Flagstjaldi dukaðu
og bukaðu teir seg ígjøgnum eina flotta framførslu, sum tó
var darvað av, at høvuðsljósið í tjaldinum ikki var sløkt
Myrkur tónleikur
darvaður av ljósi
Hvussu kunnu hesir menninir fáa so
fantastiskan klang og harmoni burtur úr
slíparum, pelum, tunnum og so framvegis?
Mynd: Álvur Haraldsen
Samanumtikið vóru vit
vitni til eitt brak av einari
tónlistarligari framførslu, sum
var avmarkað, tí at onkur ikki
hevur røkt sína skyldu