mánadagur 8. august 2011síða 26
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. august 2011 · Nr. 90
26
Sosialurin
Oddur á Lakjuni
Vegna veður var framførslan
hjá Hjarnum flutt í Flags-teltið.
Og tað tekur eftir øllum at døma
sína tíð at gera klárt og fáa ljóðið
at rigga, táið flytast skal á annan
pall. Leygarkvøldið var væl og
virðiliga blivið sunnumorgun,
áðrenn Hjarnar byrjaðu at spæla.
Kunngjørt var á Stóra Palli at
konsertin var flutt og at Hjarnar
skuldu byrja kl. 2:00. Um ta tíðina
var teltið longu fult av fólki, men
tað gingu samfull fimm korter
áðrenn fyrsti sangurin hoyrdist.
Táið teir kl. 3:10 framvegis
royndu at fáa ymisk smáting at
ljóða betri, var fjøldin ótolin og
ilslig; og felagshugsanin var, at
tað gjørdi einki um okkurt var,
sum ikki ljóðaði fullkomið - teir
skuldu heldur komið í gongd við
at spæla. Táið Ólavur Øster tó
endiliga legði fyri við at spæla
‘Tað er vakurt í Klaksvík á sumri’
á rokkgittar, tyktiskt alt gloymt,
og góður hýrur var aftur í telt
inum.
Tað var ikki ætlað at vera
nøkur slóbrótandi konsert; og tað
ynsktu áhoyrararnir sær heldur
ikki. Hjarnar gjørdu á leið tað
sama, sum teir hava gjørt síðani
1974. Styrkin í júst hesi fram
førsluni var, at tað var kent og á
heimavølli - og eisini at tað er lætt
at spæla fyri altíð takksamari
áhoyrarafjøldini seint eitt leyg
arkvøld. Um júst hesa tíðina á
Summarfestivalinum er veitslu
lagið í teltinum altíð framúr,
næstan líkamikið hvat er at
hoyra.
Tað var góði gamli 70-ararokk
urin, sum var í hásæti. Sigast má,
at tónlistarliga var hetta langt
frá tað besta, sum var at hoyra á
Summarfestivalinum 2011. Tó, táið
Ólavur Øster spældi gittarsolo
lyftist alt á eitt hægri støði. Hann
spælir framúrskarandi og hevur
eitt ótrúligt yvirskot. Tað var í
stóran mun hann, sum helt tón
leikinum uppi ígjøgnum alla kon
sertina.
Fleiri tónleikarar vóru við, og
nakrir komu uppí so við og við
sum framførslan leið. Hildibjartur
kom upp at spæla gittar til hittið
“You You You” frá 1995; og táið
Graham Stewart eisini kom upp
at rokka, skortaðu ikki gittar
leikarar á pallinum. Saman við
Graham kom Jørgen Dahl upp at
manna enn eitt keyboard. Teir
royndu so at spæla progressivan
rokk ta einu løtuna, men okkurt
hevur allarhelst órógvað ljóðið
hjá teimum, tí tað tyktiskt tor
ført hjá Jørgeni at fylgja við í
spælinum. Samaspælið var ikki
av tí besta, og hesa løtuna koyrdi
framførslan eitt sindur í tóm
gongd. Sambandið við áhoyrar
arnar var heldur ikki tað stóra -
tíbetur var konsertin innandura,
og fólk stóðu turr.
Ímóti endanum vaknaði tó
við aftur, táið ein tann størsti
klassikarin í føroyskari rokksøgu
varð spældur. Tað var nokk eisini
honum, flestøll vórðu komin at
lurta eftir. Áhoyrararnir høvdu
bíðað alla nátt eftir at hoyra
“Alla nátt” - og øll sungu við. Karl
Martin sjálvur var eisini bestur
hesa løtuna, sum hann fekk øll
í tjaldinum at syngja. Hetta var
tað, sum bjargaði einari heldur
turrari konsert. Ólavur Presley
loyvdi teimum enntá eitt eykalag,
og vit sluppu at hoyra hitt stóra
hittið, “Breaking My Heart”. Og
tað var nokk ein passandi sang
ur at enda við, tí tá var klokkan
vorðin so mikið nógv, at halgi
dagslógin slóg til - og Eyðun
og Terji sluppu ikki at spæla.
Hjarnar sluppu sostatt at enda
ársins summarfestival, heldur
knappligari enn væntað.
Bíðaðu alla nátt
Ummæli Tað var ikki ætlað at vera nøkur slóbrótandi
konsert; og tað ynsktu áhoyrararnir sær heldur ikki. Hjarnar
gjørdu á leið tað sama, sum teir hava gjørt síðani 1974
Oddur á Lakjuni
“Eg hevði ikki tímað at staðið har,
um eg var tit”, segði Anna Faroe
við vátu áhoyrarafjøldina. Men
tað tímdu vit. Sjálvur hevði eg
ongantíð hoyrt Onnu syngja live
áður, men eg skilti skjótt, hví fleiri
fólk høvdu staðið leingi í regninum
og bíðað eftir at sleppa at hoyra
hana. Hon er fyrst og fremst ser
stakliga gávurík; hon hevur eina
einglarødd. Harafturat hevur hon
eisini tilognað sær vitan og roynd
ir um hvussu hon skal brúka rødd
ina. Hon hevði orkestur og sangarar
afturat sær, sum spældu og sungu
væl og professionelt, men júst
sum ætlað var tað Anna, sum var
miðpunktið - rødd hennara var
allatíðina høvuðsljóðførið. Í sera
væl spælandi orkestrinum vóru
føroyingarnir Gunnar Guttesen,
Hjalti Joensen, Ólavur Olsen, Konni
Kass og James Olsen, og danin
Mikkel Riber.
Tónleikurin var poppur, ofta
jazzutur poppur. Hon sang fleiri
sangir av komandi fløguni; serliga
skaraði
heitislagið
“Because
I
Want To” framúr. Hon sang eisini
nøkur tøkuløg. Hon sang ein sang
til minnis um fyrimynd sína, Amy
Winehouse; og ímóti endanum sang
hon “Crazy” hjá Gnarls Barkley. Her,
meira enn í nøkrum øðrum sangi,
hoyrdist, hvussu væl Anna dugur
at brúka rødd sína.
“Feitt á Vágsbøi” segði Anna
undir konsertini, “her er stórt -
kanska í so stórt”. Og tað var nakað
um tað. Tað er kanska torført at til
rættaleggja tílíkt frammanundan,
men spurningurin er, um tað ikki
hevði verið betri at havt hesa
konsertina í Flags-teltinum. Ikki
einans orsakað av veðrinum, men
eisini orsakað av klokkutíðini og
konsertslagnum. Klokkan hálvgum
sjey í grimdarregni á Vágsbøi er ikki
lættastu umstøðurnar at framføra
undir.
Men hon lat seg ikki nerva,
og hevði sum heild eina framúr
skarandi framførslu. Hon endaði
við kendasta lagnum “Walking on
Fire”. Tástaðni vóru áhoyrararnir
ordiliga við, og tú hugsaði, hvussu
stuttligt tað hevði kunnað verið
undir
betri
umstøðum.
Sum
Sjúrður Skaale segði at enda, “Tá
ið man spælir so væl undir so
vánaligum umstøðum, so er man
sanniliga professionellur”. Anna
stendur, fyri at siga sum er, einki
aftanfyri bestu sangkvinnurnar,
sum dagliga hoyrast í útvarps- og
sjónvarpsrásum heimsins. Vit, sum
ikki høvdu hoyrt hana áður, vórðu
bæði bilsin og bergtikin. Orsakað av
oysandi regninum og klokkutíðini
konsertin var sett at vera, vóru ikki
serliga mong møtt upp at lurta.
Og tað var keðiligt, tí Anna hevði
veruliga betri uppiborið. Hetta er
ikki ætlað sum ein atfinning ímóti
fyriskiparunum, men einans sum
ein staðfesting av, at Anna Faroe
við bólki er nakað, sum fleiri mugu
sleppa at hoyra; og undir bestu
umstøðum, sum skapast kunnu.
Vónandi sleppa vit at hoyra
hana aftur skjótt. Hon gav okkum í
eykalagnum ein spennandi smakk
av komandi fløguni - og um fram
gongdin heldur á, so kann vænt
ast, at Anna í framtíðini verður
kunngjørd sum veruligt høvuðs
navn á føroyskum festivali.
Anna hevur betur uppiborið
Anna er fyrst og fremst serstakliga
gávurík; hon hevur eina einglarødd.
Harafturat hevur hon eisini
tilognað sær vitan og royndir um
hvussu hon skal brúka røddina
Mynd: Álvur Haraldsen
Anna stendur, fyri at
siga sum er, einki aftanfyri
bestu sangkvinnurnar, sum
dagliga hoyrast í útvarps- og
sjónvarpsrásum heimsins
Ummæli Anna Faroe við bólki er nakað, sum fleiri mugu sleppa at hoyra; og undir betri umstøðum
enn teimum, hon hevði á Summarfestivalinum. Vónandi sleppa vit at hoyra hana aftur skjótt.