mánadagur 8. august 2011síða 27
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 8. august 2011 · Nr. 90
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge – Belfast
Tað stendur fast í minninum.
Frálíka
innleggið
frá
Allani
Mørkøre, sum Kári Reynheim stút
aði í málið, meðan frásøgumaðurin
hjá sjónvarpinum, Árni Gregersen,
ikki rættuliga vildi trúgva síonum
egnu eygum.
“Kári skorar… Kári Reynheim
skorar! Tað er heilt ótrúligt, her
standa allir sum kánus og Kári
Reynheim hevur javnað!”
Nakað soleiðis ljóðaði tað úr frá
søguboksini hjá Árna Gregersen
og heim til Føroyar. Minniligi dyst
urin á Windsor Park í 1991 endaði
við 1-1 javnleiki. Tað er sama úrs
litið vit fingu móti norðurírum
á Svangaskarði í fjør. Tá skoraði
Christian L. Holst føroyska málið.
Føroyingar lendir í
Norðurírlandi
Um ellivu tíðina í gjár lendi flúgvari
við bæði føroyska A-landsliðnum
og U-21 landsliðnum. Flúgvarin
var seinkaður nakrar minuttir
úr Vágum, tí liðskiparin hjá KÍ,
Hjalgrím Elttør, hevði forsovið seg.
Lagið var gott hóast menn
høvdu verið tíðliga á fótum og tá
Hjalgrím sum seinasti maður kom
í flúgvari, fóru øll at klappa.
Nýggj vinstra síða
Venjarin hjá A-landsliðnum, Brian
Kerr, skal komandi tveir dagarnar
finna eina loysn upp á vinstru síðu
hjá landsliðnum. Seinast landsliðið
spældi var Einar T. Hansen á
vinstra bakki og Pól Jóhannus
Justinussen á vinstra miðvøllinum.
Tí uppgávuni komu teir væl frá,
men Einar T. Hansen er skaddur og
Pól Jóhannus Justinussen hevur
leikbann, so tveir nýggir leikarar
skulu í teirra stað.
Landsliðið hevur í kvøld sína
fyrstu venjing og møguliga kemur
hon at geva nakrar ábendingar um
hvussu Brian Kerr ætlar at seta
liðið til mikukvøldið.
U-21 væl fyri
Føroyska U-21 landsliðið hevur
somuleiðis møguleika fyri einum
góðum úrslitið. Tá Norðurírland
var í Føroyum fyrr í ár endaði tað
við málleysum javnleiki. Vit fingu
eisini brotsspark í tíðini, sum dóm
arin hevði lagt afturat, men við mis
nýttu.
Tá manglaðu Hallur Hansson
og Róaldur Jacobsen, ið báðir hava
mynda miðvøllin á U-21 landslið
num. Teir eru báðir við á ferðini
og tí hava U-21 landsliðsvenjarnir,
Bill M. Jacobsen og Heðin Askham,
fleiri møguleikar at seta liðið sam
an uppá.
trondur@sosialurin.fo
Kári skorar… Kári Reynheim skorar!
Tað eru 20 ár síðan, at føroyska landsliðið á fyrsta sinni var í Norðurírlandi. Nú
eru vit aftur og málið er ikki broytt. Vit vilja hava stig við heim aftur
Rólant Waag Dam
Tað var ikki nógv, hann rann. Nógv
minni enn vanligt. Men hann rann
fram við trimum verjuleikarum
og søkti KÍ. Tað var heldur ikki
nógv, hann bjóðaði av. Men tá
hann gjørdi tað, so eydnaðist tað.
Nærdystirnar vann hann eisini.
So mikið væl, at tað argaði Monrad
Jacobsen so nógv, at hann hevndi
seg og varð vístur av vøllinum.
Gudmund Nielsen er aftur á
vøllinum, skoraði og fekk ein mann
útvístan. Sostatt hevur maðurin,
sum í fjør spældi við EB/Streymi,
men sum í ár hevur verið uttan
lands alla fyrru hálvu av lands
kappingini, longu prógvað sítt
virði.
Hann skoraði í fyrsta dystinum,
hann spældi í ár, tá B36 vitjaði á
Sandoy týsdagin í farnu viku, og
hann gjørdi tað sama í Klaksvík
leygardagin.
Vánaligur dystur
At tað hevur gingið serstakliga illa
hjá B71 í alt ár, sást aftur á vøllinum.
At KÍ er í einari ítróttarligari krep
pu, sást somuleiðis væl aftur. Liðini
spældu illa, bæði tvey. Í so máta var
talan um ein vánaligan og illa leikt
an dyst.
Hinvegin var hann hampiliga
undirhaldandi við fleiri møguleik
um, brendum brotssparki, trimum
málum og einum reyðum korti.
Dysturin reisti eisini tveir spurn
ingar. Hevur KÍ brúkt tað krútið,
teir høvdu í ár? Og er hetta dystur
in, sum vendir gongdini hjá B71? Og
so staðfesti dysturin eisini ein held
ur margháttligan veruleika, nevni
liga, at tá botnliðið B71 fær stig, ja
so er tað á útivølli.
Fáa bara stig
á útivølli
B71 hevur sjey stig og hesi eru øll vunnin á útivølli. Leygardagin kom ársins næsti sigur í
hús, og honum kunnu sandoyingar millum annað takka Gudmundi Nielsen fyri
Mynd: Norðlýsið