mánadagur 8. august 2011síða 28
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. august 2011 · Nr. 90
28
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Við nýggjum vølli og einari rúgvu
av spentum áskoðarum, kundu
spælararnir í steypafinaluni hós
kvøldið ikki ynskt sær betri karmar
um dystin. Tað kókaði eisini væl
rundan um vøllin, og hóast fuglfirð
ingar fóru tómhentir heimaftur, tá
avtornaði, gjørdu teirra fjepparar
so mikið um seg, at ÍF – um ikki
annað – átti munin uttan fyri hvítu
strikurnar.
Innanfyri var støðan tó eitt sind
ur øðrvísi, tí um hugt verður at tí,
sum hendi ígjøgnum finaludystin,
var tað EB/Streymur, ið hevði
tamarhald á tí allarmesta, sjálvt
um ÍF var øgiliga væl við. Talt upp
í málkjansum, stóð ÍF einki aftan
fyri EB/Streym, men úrtøkan var
eingin.
Júst hetta við málskjótingini
hevur verið ein trupulleiki hjá
ÍF alt árið, men nú steypafinalan
upprann,
vóru
venjararnir
so
sperdir av skaddum spælarum,
at teir noyddust at hava Høgna
Zachariasen í álopinum í fyrra
hálvleiki og Bartal Eliasen í seinna.
Báðir eru best kendir sum miðverj
ar!
Hinvegin hevði EB/Streymur
ein hin vandamiklasta framherjan
í landinum kláran til dystin, og Arn
bjørn T. Hansen vísti eisini sínar
dygdir tvær ferðir, tá hann fyrst
skoraði til 1-0 tíðliga í dystinm
og síðani í yvirtíðini punkteraði
finaluna við málinum til 3-0. At
skjóta mál er arbeiðið hjá einum
framherja, og aftaná kundi bara
staðfestast, at Arnbjørn hevði gjørt
sítt arbeiði til lítar og onkurvegna
kundi persónifisera munin á lið
unum báðum.
Lætt og ómaksleyst
Dysturin byrjaði javnur, og nokk
so skjótt tóktist tað, sum høvdu
liðini tveitt vanliga varsemið av
sær, ið plagar at eyðkenna fyrstu
minuttirnar í einum avgerandi
dysti. Men longu beinanvegin sást,
at tað var nógv meira ómaksleyst
hjá EB/Streymi at fara í álop, tí við
fáum og neyvum sendingum kun
du vandastøður fáast burturúr. Í
hinum endanum mátti ÍF arbeiða
nógv meira fyri at koma í líkn
andi støður – og soleiðis var tað í
veruleikanum allan dystin ígjøg
num.
Stadionurið við Djúpumýri vísti
10:20, tá bólturin lá í málinum fyrstu
ferð. Sorin Anghel var staddur
beint uttan fyri ÍF-brotsteigin,
tá hann sendi bóltin út í vinstru
síðu til Hans Paula Samuelsen, ið
smekkaði innfyri. Og har var Arn
bjørn á blettinum við sínum høgra
fóti – og so var 1-0.
Løtuna eftir málið hevði EB/
Streymur fult tamarhald á, tí bólt
urin bleiv trillaður runt, sum lið
num hóvaði tað, og leikluturin
hjá ÍF var fyri tað nógva at renna
aftaná. Men tá Gert Hansen fekk
ein skaða at dragast við og eisini
mátti lata seg skifta út, fekk ÍF fat
ur í rætta endanum ta síðstu, drúg
vu løtuna av fyrra hálvleiki.
Kortini sást, at saknurin í einum
spælara, sum var framherji burtur
av, lá tungur yvir liðnum. Hóast ÍF
kom til atsóknir, vantaði alla tíð
ina tað í, sum ger munin í slíkum
støðum. Lættast er helst bara at
ímynda sær, hvat hevði hent, um
EB/Streymur
fekk
tilsvarandi
møguleikar…
Í meira lagi
Eftir steðgin hevði ÍF umskipað lið
ið, so Høgni fór aftur í verjuna og
Bartal fram í álopið. Og ikki gekk
long tíð, so var Bartal í einari støðu,
har hann fekk eitt mál kolldømt.
Fuglfirðingarnir vóru ikki blíðir, tí
teir hildu ikki liðformannin vera
rangstaddan, men hvussu var og
EB/Streymur
Fótbóltur Við sínum fjórða sigri í fimm ár staðfest sundalagsmenn, at teir framvegis eru tað stóra
steypaliðið, ið megnar at spæla seg í finalurnar og vinna tær – ár eftir ár. ÍF hevði eina rúgvu av kjansum,
men fekk einki burturúr, og tí var sigurin hjá EB/Streymi uppiborin – hóast hann bleiv ríkiliga stórur