mánadagur 8. august 2011síða 29
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 8. august 2011 · Nr. 90
Sosialurin
Ítróttarblaðið
ikki, fingu teir ikki málið í sín part,
og í staðin økti EB/Streymur lítla
løtu seinni.
Við einari fantastiskari fríspæl
ing frá Daniel Udsen slapp Leif
Niclasen at renna leysur inn í ÍF-
brotsteigin, har Jákup Mikkelsen
kom út ímóti. Jákup tveitti seg
niður, Leif fór um koll – og so var
brotsspark. Enn ein støða, har fugl
firðingar mótmæltu øgiligt, tí teir
hildu seg vera fyri vanbýti, men
einki hjálpti. Í staðin slapp Daniel
Udsen at senda brotssparkið í mál
ið, so EB/Streymur bara 10 minuttir
inn í seinna hálvleik var á odda 2-0.
At ÍF tvær ferðir innan fyri
lítla løtu var líkasum sligið niður
á nevið, merkti meira ella minni
restina av dystinum. ÍF fekk fleiri
sera stórar kjansir, enntá fyri opn
um máli, uttan tó at fáa nakað sum
helst burturúr, og sum dystinum
leið, gjørdur royndirnar hjá fugl
firðingum at sleppa upp í part, alt
meira panikkkendar og óskipaðar.
Hinvegin koyrdi EB/Streym
ur avstað við rættiliga tryggum
kontrolli av tí mesta, ið hendi á
vøllinum. Sjálvt ikki stórir ÍF-
kjansir tóktust skaka sundalags
menn, sum enntá fingu eitt mál
aftrat í yvirtíðini, tá Arnbjørn enn
eina ferð var á blettinum. 3-0 bleiv
úrslitið altso, hóast tað avgjørt var
í meira lagi, tí EB/Streymur var ikki
so nógv betri – og ÍF heldur ikki so
nógv verri!
Eftir stendur, at EB/Streymur
enn eina ferð vann eina steypa
finalu, sum hesa ferð var tann
fjórða í fimm ár. Á Løgmanssteypi
num, ið spælt hevur verið um síðani
2008, er navnið á felagnum nú inn
graverað tríggjar ferðir, og sum nú
sær út, skal vera løgið, endar hetta
steypið ikki um nøkur ár sínar dag
ar sum prýði í steypaskápinum við
Margáir.
hilmarjan@sosialurin.fo
steðgar ikki
ÍF-EB/Streymur 0-3 (0-1)
0-1: Arnbjørn T. Hansen, 11.
0-2: Daniel Udsen, 55. (br.)
0-3: Arnbjørn T. Hansen, 92.
Dómari: Lars Müller
Hjálpardómarar: Andreas Josephsen & Jan Gardar
4. dómari: Rúni Gaardbo
Áskoðarar: 2.278
Finala um løgmanssteypið, fríggjakvøldið 5. august 2011, við Djúpumýri
ÍF: Jákup Mikkelsen – Áki Petersen, Bartal Eliasen, Uni R. Petersen, Jan Ó. Ellingsgaard – Bogi Løkin,
Alexander Jovevic (Poul Ennigarð, 75.), Frank Poulsen (Hanus Eliasen, 60.) – Dánjal á Lakjuni, Høgni
Zachariasen, Nenad Saric (Atli Petersen, 86.)
Gult kort: Bartal Eliasen, Jákup Mikkelsen
EB/Streymur: Rene Tórgarð – Gert Hansen (Leif Niclasen, 24.), Egil á Bø, Marni Djurhuus, Alex José dos
Santos – Pætur Dam Jacobsen (Brian Olsen, 90.), Sorin Anghel, Daniel Udsen – Levi Hanssen, Arnbjørn T.
Hansen, Hans Pauli Samuelsen (Arnar Dam, 81.)
Gult kort: Pætur Dam Jacobsen, Sorin Anghel, Arnbjørn T. Hansen
Myndir: Álvur Haraldsen