mánadagur 8. august 2011síða 32
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. august 2011 · Nr. 90
32
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
– Hetta er nógv betur enn í fjør, tí
hetta hevur so øgiliga nógv at siga.
Vit hava havt nógvan mótburð í ár,
so hetta hevur bara so nógv at siga,
staðfesti venjarin hjá EB/Streymi,
Heðin Askham, so skjótt sum final
an var liðug og EB/Streymur hevði
vunnið 3-0.
– Vit hava havt eina fína upp
takt saman, so spælararnir vóru
øgiliga uppsettir. Allir vistu væl, at
hetta hevði øgiliga nógv at siga. Eg
má siga, at eg skilti ikki, hví fugl
firðingar byrjaðu so verjukent og
líkasum lógu og bíðaðu eftir okk
um. Vit mistu so trýstið eina løtu
í fyrra hálvleiki, men komu væl
afturíaftur. Vit fingu kjansirnar, vit
skuldu hava, vóru kaldur og tóku
tað, vit kundu fáa.
Eisini liðformaðurin hjá EB/
Streymi, Egil á Bø, helt steypasig
urin hesa ferð hava serliga nógv at
siga fyri felagið:
– Hetta er heilt ótrúliga stuttligt.
Eg haldi, at vit hava brúk fyri ein
um sovorðnum ljóspunkti í EB/
Streymi. Nú hevur gingið ímóti á
so nógvum frontum, at hetta er
gott fyri felagið, segði hann.
– Eg haldi, at vit royndu at stýra
dystinum væl. ÍF kom til kjansir,
men eg helt, at vit høvdu nøkulun
da stýr á tí allíkavæl. Ein finalan er
altíð opin, og 1-0 var ikki nóg mikið
hjá okkum. Teir trýstu eisini øgiligt
ímóti endanum á fyrra hálvleiki, so
einki var avgjørt, tá seinni hálvleik
ur byrjaði. Men tá tað var 3-0, var
eg vísur í, at vit fóru at klára tað, og
eisini tá tað var 2-0, helt eg, at vit
ikki kundu missa tað.
hilmarjan@sosialurin.fo
Kærkomin sigur
Fótbóltur Steypavinnararnir hjá EB/Streymi hildu eftir finaluna, at sigurin veruliga
var tiltrongdur, nú tað annars hevur gingið so nógv ímóti hjá felagnum. – Eg haldi, at
vit hava brúk fyri einum sovorðnum ljóspunkti í EB/Streymi, segði Egil á Bø
Hilmar Jan Hansen
Liðformaðurin hjá ÍF, Bartal
Eliasen, staðfesti beint eftir dystin,
at tað var keðiligt at tapa finaluna,
samstundi sum hann tók í egnan
barm: – Tá vit ikki skora upp á
kjansirnar, er vónleyst at vinna,
tí vit skaptu nógvar kjansir. Teir
skoraðu eitt mál tíðliga, men
restina av hálvleikinum áttu vit
og skuldu fingið fleiri mál. Í seinna
hálvleiki gekk javnt á og bæði lið
høvdu kjansir, men 3-0 var ikki
munurin, segði hann.
Bartal var sjálvur partur í einari
støðu, tá ÍF annars helt seg fáa mál.
Bólturin kom innfyri úr høgru síðu
og Bartal setti høvdið á og stýrdi
bóltinum í málið. Men linjudómarin
og dómarin kolldømdu málið.
– Um tað er rangstøða, tá hinir
leggja bóltin inneftir, so eru tað
nýggjar reglur. Eg haldi heilt vist,
at vit har blivu snýttir fyri eina
útjavning, segði Bartal Eliasen, sum
løtu seinni mátti síggja EB/Streym
økja til 2-0 við brotssparki.
Ivi um brotsspark
Eisini tann støðan var ein, sum
teir í ÍF settu spurnartekin við.
Leif Niclasen sneiddi fram við
Jákupi Mikkelsen eftir eina geniala
sending frá Daniel Udsen, men fór
so um koll.
Tað var ikki brotsspark, tí eg
fekk alla hondina á bóltin, og eg má
viðganga, at tað er øgiliga sjáldan, at
eg síggi hatta verða dømt. Vit vóru
avgjørt ikki trý mál verri, men vóru
fult við, til dómarin gjørdi av at
geva teimum málið til 2-0, staðfesti
ÍF-málverjin, Jákup Mikkelsen.
Eins og hinir hjá ÍF, var hann
sera vónbrotin eftir taptu finaluna:
– Hetta er eina ferð um árið,
og vit hava glett okkum leingi til
hetta. Vit liggja ikki serliga væl fyri
í kappingini, so hetta var tað, vit
høvdu hopað uppá. Tí er hetta altso
rættiliga súrt at tapa ein sovorðnan
dyst, ið hevur so nógv at siga fyri
okkum, segði Jákup.
hilmarjan@sosialurin.fo
Fuglfirðingarnir
kendu seg snýttar
Fótbóltur Fuglfirðingar vóru ógvuliga vónbrotnir, tá ið dómarin hevði bríkslað fyri
síðstu ferð í steypafinaluni, tí teir hildu seg hava spælt upp til steypavinnararnar
og harmaðust um, at teir ikki fingu mál burtur úr sínum møguleikum
Mynd: Álvur Haraldsen
Mynd: Álvur Haraldsen