Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-08, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. august 2011síða 33

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 Mánadagur 8. august 2011 · Nr. 90 Sosialurin Ítróttarblaðið 1. hálvleikur 2. hálvleikur Avleveringar Nærdystir Dribbling Bogi Løkin: finalan um løgmanssteypið Álopssinnaði miðvallarin hjá ÍF er millum lykla­ leikar­ar­nar hjá fuglfirðngum. Hann er maðurin, ið skal verða skapandi leikarin á miðvøllinum. Tað er hansara uppgáva at fordeila bóltin út til vengur­nar og samstunds leita fram í vøllin. Bogi Løkin kom væl frá fyrra hálvleiki. Hann hevði fimtan rættar avleveringar og tær flestu vóru á hálvuni hjá EB/Streymi. Tað lá væl fyri at hjálpa Dánjali á Lakjuni á høgra vongi. Eisini hevði hann eina frálíka langa avlevering til Nenad Saric í vinstru, sum kom í góða støðu. Miðvøllurin hjá EB/Streymi er ágrýtin og tað sæst aftur á tali­ num á dribblingur. Hann velur næstan hvørja ferð at av­levera bóltin ístaðin fyri at dribbla. Ein or­ søk til tað kann væra at Sorin Anghel og Pætur Dam Jacobsen vóru skjótir at leggja trýst á. Í seinna hálvleiki broytur ÍF uppspælið og skift­ ur yvir til at spæla langar bóltar. Tað sæst aft­ur á avrikinum hjá Boga Løkin. Hann er ikki eins virkin og flestu av avleveringinum hjá hon­um er stutt samanspæl afturi á miðjuni. Tað er helst fleiri orsøkir til tað. Millum annað var Bogi fluttur longur aftur á vøllin, tá Frank Poulsen var útskiftur. Tað sæst eisin á tølunum, tí hann hevur fimm færri rættar av­le­ver­ing­ar. Longu bóltarnar fram til Bartal Elia­sen góðu ikki Boga nógv at arbeiða við. Saman­lagt kom Bogi ikki til sín rætt í dystinum. Tá ein framrættaður miðvallari einki skot hevur á mál og ikki hevur nakra avlevering, ið er eitt bein­leiðis upplegg, er ilt at siga at avrikið er meir enn góðkent. Men ÍF valdi tíðliga at skifta til langar bóltar og tá datt Bogi niðurímillum. Samanlagt var avrikið akkurát góðkent, men umstøðurnar gjørdu tað torført hjá honum. Avleveringar R: 15 – 20 = 35 S. 10 – 15 = 25 Skot á mál: 1 Skot við­- síðuna av: ? Gjørd fríspørk: 3 Dribblingar: R: 3 S: 2 Nærdystir: V: 2 – 9 = 11 T: 3 – 5 = 8 Tróndur Arge Lagið er einki serligt á Boga, tá Sosialurin hittir hann eftir dystin. Hóast tað, so er hann prá­tingar­ sam­ur og smílist tá viðhaldsfólk kom framvið og taka í hondina á hon­um. – Uppgávan hjá mær var á álops­ kenda miðvøllinum, fram­man­fyri Alexandar Jovevic og Frank Poul­ sen, har eg skuldi taka ímóti bólti­ num og so fordeila hann víðari, segði Bogi Løkin. Bogi spældi væl í fyrra hálvleiki og var skapandi í sínum spælið. Ser­ liga í høgru síðu komu teir reyðu og hvítu í gjøgnum fleiri ferðir. – Eg kendi á mær at tað gekk væl í fyrra hálvleiki. Sjálvur haldi eg at eg hevði eitt sindur av plássi at arbeiða á. Eg vit ikki hví tað mesta av spælinum fer gjøgnum okkara høgru síðu, men kanska er tað tí teirra vinstra síða er meiri álops­kend við Alex dos Santos og Hans Paula Samuelsen, ið mun til Gert Han­sen og Levi Hanssen í høgru, segði Bogi Løkin. Í seinna hálvleiki gekk verri hjá Boga, sum ikki kom til sín rætt. – Eg verið fluttur longur aftur á vøllin, tá Frank Poulsen verður út­skift­ur, umframt at vit byrja at spæla við longum sendingum, segði Bogi Løkin. Bogi var við í uppspælinum, tá Bar­tal Eliasen helt seg hava javn­að, men málið var kolldømt fyri rang­ støðu. – Eg skuldi havt skotið, men tað er nemt at siga aftaná, segði Bogi og legði aftur at , at hann heldur ikki var samdur í brotssparkinum, ið EB/ Streymur fekk. Hetta hó­ast hann stóð langt vekk frá hendingini. – Skuldi havt skotið Fótbóltur Tað sigur Bogi Løkin um støðu­ na, tá hann valdi at spæla bólt­in upp á tvørs við støðuni 1-0 til EB/Streym. Alt endaði við at hálpar­dómarin vinkaði fyri rangstøðu