mánadagur 8. august 2011síða 34
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. august 2011 · Nr. 90
34
Sosialurin
Ítróttarblaðið
1. hálvleikur
2. hálvleikur
Avleveringar
Nærdystir
Dribbling
Sorin Anghel:
finalan um løgmanssteypið
Sorin Anghel hevur síðani hann sum 21-ára
gamal kom til EB/Streym verið ein lyklaleikari
hjá teimum. Hann hevur spælt í verjuni,
álopinum og nú á miðvøllinum. Í steypafinaluni
spældi hann á verjukenda miðvøllinum. Upp
gávan hjá honum var at bróta ÍF spælið
niður, umframt at stuðla bakkunum.
Í fyrra hálvleiki sæst greitt á grafinum hjá
Sorin, at tað serliga eru tvær uppgávur hann
hevur. Samanlagt er Sorin í tjúgu nærdystum
í fyrra hálvleiki. Helmingurin av teimum er á
miðjum egnum vølli, eftir útspørk frá ÍF hálvuni.
Hinir tíggju nærdystirnir eru í egnari vinstru
síðu. Flestir eftir innkast, har Sorin setur høvd
ið á. Hann stríddist manniliga á miðvøllinum
saman við Pæturi Dam Jacobsen. Saman
avlastaðu teir verjuna væl. Møguleikarnir, ið
ÍF kom til vóru eftir innlegg. Í framrættaða
partinum gjørdi hann ikki nógv um seg, men
slapp sær væl av við bótin. Hann hevði eisini
eitt forkølað skot, sum fór langt viðsíðuna av.
Í seinna hálvleiki er Sorin í 23 nærdystinum.
Teir flestu eru á miðvøllinum. Hann vinnur
14 av teimum og tapur níggju. Av teimum
eru tveir móti Boga Løkin. Sorin fær í seinna
hálvleiki gult kort fyri at fella Nenad Saric.
Samanlagt gjørdi Sorin bara tvey fríspørk.
Samanlagt spældi Sorin ein góðan dystin fyri
EB/Streym í mun til uppgávuna hann hevði.
Sorin kann meira fram eftir vøllinum enn hann
vísti í dystinum, men tað var ikki hansara
lutur hesaferð. Sorin er sterkur í luftinum og í
nærdystinum, nakað sum steypafinalan staðfesti.
Avleveringar
R: 10 / 7 = 17
S. 5 / 2 = 7
Skot á mál: 0
Skot við-
síðuna av: 1
Gjørd fríspørk: 2
Dribblingar:
R: 1
S: 1
Nærdystir:
V: 14 – 14 = 28
T: 6 – 9 = 15
Tróndur Arge – Klaksvík
Afturgangandi fyri prátið er, at
Sorin fleiri ferðir nevnir Jóhan á
Stongum, sum misti lívið á alt ov
ungum aldri fyri kortum.
– Tá eg kom til Føroyar var tað
Magnus á Stongum og familjan hjá
honum, ið hjálpti mær við øllum.
Tey koyrdu meg og gjørdu at kom
at trívast her. Tað er fyri tey at eg
vann hendan dystin, segði Sorin
Anghel eftir dystin.
Um uppgávuna hjá sær
segði Sorin Anghel:
– Mín uppgáva var at bróta spælið
hjá ÍF niður. Umramt tað, so skuldi
eg hjálpa til við at bakka upp í
síðunum. Eg skuldi eisini taka mær
av luftdystinum og dekka sterkasta
mannin hjá teimum, tá teir høvdu
innkast lang inni á okkara hálvu,
segði Sorin.
Um dystin sigur Sorin:
– Tað var ein harður dystur og eg
merki tað væl í beininum. Vøllurin
er framvegis tungur at spæla á,
tí hann er so nýggjur. Men vit
spæla væl í dag og eg haldi tað er
uppiborði at vit vunnu. Eg eri eisini
væl nøgdur mítt egna avrik, sigur
Sorin Anghel.
Sorin fekk gult kort stutt fyri
tíð, tá hann feldi Nenad Saric.
– Eg stóð skeift akkurát tá og
var troyttur, so eg valdi bara at taka
gula kortið, sigur Sorin Anghel, um
støðuna.
trondur@sosialurin.fo
Til heiðurs fyri Jóhan á Stongum
Fótbóltur Soleiðis segði Sorin Anghel
um steypasigurin, tá Sosialurin tosaði
við hann stutt eftir steypahandana