mánadagur 8. august 2011síða 48
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 31 l 1. august 2011
8
Bilurin hesa vikuna
verður fastur táttur
í Vikublaðnum:
Lesarar eru
vælkomnir at
senda okkum
gamlar myndir
(helst myndir
sum eru eldri enn
umleið 1970)
saman við stuttum
teksti og onkrum
upplýsingum til
adressuna:
maggi@
sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen
Tey fyrstu árini vóru tað brøðurnir,
Mortan og Sonny Johannesen, sum
førdu skipini, og teir førdu mangan
góðan fongin til lands. Mortan var
tá kendur sum skipari við skipunum
hjá Jákupi í Lopra, og seinastu árini í
hesum tíðarskeiði førdi Mortan eina
Polarborg og Sonni eina.
Mortan Johannesen hevur áður greitt
frá, hvussu skipaverkætlanin við
Suðringi og Rankanum kom í lag. Hann
sigur, at ein dagin, meðan hann sigldi
hjá Jákupi í Lopra og var á veg norður
um Suðuroyarfjørð við Smyrli, kom
hann í prát við Óla Hammer, skipara.
Teir kendust sum óvitar, og teir gingu
eisini á Føroya Sjómansskúla saman.
”Atli P. Dam, táverandi løgmaður, var
eisini á brúnni hesa løtu. Hann kemur
yvir til mín og spyr meg, hvat eg haldi
kann gerast á Tvøroyri, so fiskavirkið
kann fáa nóg mikið av ráfiski. Eg
lovaði honum at hyggja upp á hetta
og fara í holt við at kanna málið...”
Úrslitið gjørdist, at Mortan og
Tvøroyrar
kommuna
fór
undir
verkætlanina við Suðringi, sum varð
liðugur í oktober 1977.
Í heili átta ár førdi Mortan Johannesen
Suðring. Teir fiskaðu í Íslandi og førdu
fiskin heim til Tvøroyrar. Hetta gekk
ógvuliga væl. Sonni avloysti onkuntíð
sum skipari.
Fá ár seinni tosaði Mortan aftur við
Tvøroyrar kommunu um møguleikan
at byggja eitt skip aftrat.
Í 1981 kom so Rankin, ið Sonni fór at
føra. Rankin hevði ikki íslandsloyvi.
Teir fiskaðu tískil undir Føroyum, mest
á Munkagrunninum og á leiðunum við
Føroyabanka. Hetta gekk eisini óføra
væl, og í 1983 fiskaði Rankin yvir
3.000 tons.
Við Suðringi fiskaði Mortan tosk undir
Íslandi, meðan Sonni serliga fiskaði
kongafisk, blálongu og svartkalva
undir Føroyum. Sum árini gingu, fór
Suðringur eisini í størri mun at royna
undir Føroyum, tí nógv var at fáa av
djúpvatnsfiski.
Í dag er Marner Lisberg útgerðarmaður
hjá Suðringi, sum framvegis er ein
partur av føroyska fiskiskipaflotanum.
Fakta
Smíðistaður/-ár: Skála
Skipasmiðja (1977)
Longd: 45,62 metrar
Breidd: 9,32 metrar
Maskina: Bofors Nohab/
2640 HK (2007)
Útgerðarmaður: Marner
Lisberg
Søgan um Suðring
Ísfiskatrolararnir, Suðringur og Rankin, hava í nýggjari tíð verið
ein ímynd av fiskiskipavinnuni á Tvøroyri. Bæði skipini eru
smíðað á Skála Skipasmiðju – ávikavist í 1977 og í 1981
Millum tveir vinmenn:
- Nú eri eg grøddur fyri ludomani!
- Tað trúgvi eg einki uppá...
- Skulu vit vedda...?
Magnus Gunnarsson
Bilurin hesa vikuna er ein Opel Admiral
hjá Ivan Jacobsen í Vestmanna. Maður
in á myndini er Ivan Jacobsen, sum í
fleiri ár koyrdi rutu við ferðafólki til
og frá Vestmanna. Hann koyrdi eisini
eitt tíðarskeið á bilstøðini Auto í Havn.
Ivan er vestmenningur, sum búsettist
seinni í Fuglafirði, har hann í mong ár
var koyrilærari. Hesin Opel Admiral
var ein sera væl útgjørdur luksusbilur.
Legg til merkis at bilurin hevur flagg
stengur á forskermunum og skeltið
“hýruvognur” er á forhurðini. Opel
Admiral var luksusútgávan av Opel
Kapitän, sum Ivan eisini átti ein av.
Tann fínasta útgávan ev hesum bilum
var Opel Diplomat. Hesir bilar vórðu
framleiddir frá 1964-1968. Tað var
bilasølan P/F Vilhelm Nielsen í Jónas
Broncksgøtu sum seldi Opel.
Myndaeigari: Ivan Jacobsen
Bilurin hesa vikuna
Løgreglan ger ferðmátingar, men
løgreglumenninir keða seg, tí
eingin koyrir ov skjótt. Endiliga
kemur ein bilur við rúkandi ferð.
Løgreglan við bilføraran:
- Shit, sum vit bíðaðu
leingi eftir tær!
Bilførarin:
- Eg kom so skjótt,
sum eg kundi...