Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-08, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. august 2011síða 52

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 32 l 8. august 2011 12 Skúlabyrjan Vikutema Eydna Skaale Jóannes Egholm hevur síðani 2010 lisið til flogskipara í Íslandi, og hann letur sera væl at umstøðunum har. – Flogskiparaútbúgvingin er sera dýr, men tað er nógvar ferðir bíligari at taka hana í Íslandi enn í øðrum londum. Hann greiðir frá, at hann var slopp­ in inn á ein skúla í Danmark, tá hann frætti um onkran, sum hevði gingið í skúla í Íslandi. Hann kannaði málið, og eftir eitt sindur av stríði fekk hann bæði SU og ÚSUN-góðkenning til ís­ lendska skúlan. – Ein danskur flogskúli kostar oman­fyri 900.000 kr. Tann íslendski kostar knappar 500.000 kr. Hartil fái eg so 80.000 kr í ÚSUN, so tað er ein stórur kostnaðarmunur, slær Jóannes fast. Avbjóðing Hann greiðir frá, at tú í Íslandi tekur útbúgvingina í modulum, sum tú alla­ tíðina byggir víðari á. – Íslendingar býta útbúgvingina í tvey. Fyrsti parturin er tað sonevnda lítla flúgviloyvið, sum nógvir íslend­ ingar hava. Tað tekur einar 7 vikur, og tá tú hevur tað, kanst tú fara víðari til stóra flogprógvið, sum tekur umleið eitt ár. Jóannes er um at vera liðugur, nú manglar honum bara at fáa nakrar fleiri flúgvitímar. – Eg haldi, at tú upplivir meiri, tá tú lærir teg at flúgva í Íslandi. Har eru jú nógv fjøll og ymiskt lendi, og tað er næstan eingin túrur, sum ikki hevur tubulens. Í Danmark er alt púra slætt, so eg ímyndi mær, at avbjóðingin ikki er eins stór. Jóannes greiðir frá, at øll teoriin skal gerast liðug, áðrenn tú sleppur at flúgva. – Vit ganga í skúla frá 8.30 - 15.00 hvønn dag, og allir undirvísararnir eru flogskiparar, sum eru í starvi hjá Iceland Air og Flogfelag Íslands. Tað er altso eitt umhvørvi, sum hevur fingurin á pulsinum, og tey vita, hvat gongur fyri seg innan flúgving. Tað er ein stórur fyrimunur, heldur Jóannes. Íslendska málið var ein avbjóðing í fyrstuni, men longu eftir 2-3 vikum skilti Jóannes alt tað íslendska. Sjálvur tosar hann enskt við lærararnar, men fær svar á íslendskum. – Allar bøkur og undirvísingartilfar er á enskum, og altjóða flogskipara­ málið er jú enskt. Tá avtornaði, var tað ein stórur fyrimunur hjá mær at hava tosað enskt alla tíðina. Tað hjálpti mær væl í endaligu royndunum. Skúlatíðin í Íslandi er styttri enn í t.d. Danmark, men tað kemst av, at tað er meiri intenst. – Vit høvdu royndir nærum hvørja viku, og tað vóru nógv skúlating. Men tað var tó eingin trupulleiki, heldur Jóannes. Tá hann hevur fingið allar flúgv­ tímarnar seinni í heyst, hevur hann eina útbúgving við øllum evropeiskum góð­kenningum. Uniform frá fyrsta degi Tá tey komu í skúla, vórðu mál tikin til uniformin, sum er fasti arbeiðsbúnin hjá flogskiparum. – Tá vit fingu uniformarnar, fingu vit at vita, at vit tað sama kundu venja okkum við hann beinanvegin. – Tú sært ongar órakaðar flog­ skiparar í cowboybuksum og t-shirt. Um vit onkuntíð hava latið okkum úr slipsinum, tá tað hevur verið heitt og kvalið inni í skúlanum, so hava vit hoyrt fyri tað, og skúlastjórarnir hava spurt, hvar slipsið er, so tað er ordan í tingunum. Íslendski flogskúlin eigur einar 15 flúgvarar, sum næmingarnir kunnu venja við. At byrja við eru tað smá flogfør, sum verða flogin, men síð­ ani verða tey størri við tveimum motorum. – Skúlin hevur gott samstarv við íslendsku flogfeløgini, og vit sleppa tí at vitja í hangarunum, at síggja teirra flogfør og hoyra um teirra ger­ andisdag. Tað er absolutt ein stórur fyrimunur við júst hesum skúl­anum, heldur Jòannes. Føroyingar vælkomnir Jóannes greiðir frá, at tað er lætt at koma koma til Íslands í skúla. – Eg fekk eitt persónstal sama dag eg kom, og tað verður nýtt til alt, bæði at stovna kontur og fáa sær telefon­ nummar. Tað er tí skjótt at gerast ein partur av samfelagnum, og tú sleppur undan at bíða leingi. Hann sigur, at áðrenn hann fór til Íslands setti hann eina lýsing í Morgunblaðið, har hann søkti eftir eini íbúð. – Eg fekk nógvar mailar aftur, so tað var eingin trupulleiki at fáa nakað at búgva í. Og Ísland er eitt bíligt land, serliga um tú keypir inn í handlum sum Bónus. Tað er nógvar ferðir bíligari enn í Føroyum, vísir hann á. Og íslendingar hava tikið sera væl ímóti honum. – Eg havi verið væl móttikin frá fyrsta degi. Tá skúlin byrjaði, bað skúlastjórin hinar vera góðar við meg, tí eg var føroyingur. Tey hava enn ikki gloymt, at føroyingar vóru teir fyrstu at veita Íslandi lán, tá landið fór av knóranum. útbúgving Roynir veingirnar í Íslandi – Tað eru nógvir fyrimunir við at lesa til pilot í Íslandi. Tað er fleiri hundraðtúsund krónur bíligari enn aðrastaðni, avbjóðingin er størri, og skúlatíðin er styttri, sigur Jóannes Egholm, sum í heyst verður útlærdur pilotur frá Flogskúla Íslands Fakta: Icelandic flightacademy • Reykjavík • 2 deildir – ein til teori og ein til praktikk • Ein flokkur verður tikin inn hvønn september til stóra flogprógvið • Umleið annanhvønn mánað eru skeið til tað lítla flogprógvið • Tú skalt hava tað lítla prógvið fyri at sleppa undir tað stóra • Skúlin er bæði SU og ÚSUN góðkendur Fakta: Jóannes Egholm • 35 ár • Úr Miðvági, men búsitandi í Havn • Lesur til flogskipara í Reykjavík • Byrjaði í apríl 2010 og verður væntandi útlærdur í oktober í ár • Unnustan eitur Miriam og tey eiga tvey børn, umframt at Jóannes eigur eitt frammanundan www.flugskoli.is Flestu føroyingar í útbúgvingartonkum hugsa í høvuðsheitum um Danmark. Men í Íslandi eru útbúgvingarmøguleikarnir góðir, og grannarnir fyri vestan eru avgjørt verdir at hava í huga, tá útbúgvingarstað skal veljast Jóannes Egholm viðmælir føroyingum at fara til Íslands at lesa. Hann verður í heyst útbúgvin flogskipari frá Flogskúla Íslands.