Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-08, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. august 2011síða 56

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 32 l 8. august 2011 16 Skúlabyrjan Vikutema kunning Helena Dam á Neystabø Tit skulu øll vita, at tit eru tað mest dýrabara tilfeingi, vit eiga, og ein tann fremsta ábyrgdin hjá okkum sum politikkarar er at skipa best møgu­ ligar karmar, sum kunnu vera við til at fyrireika tykkum til at taka ímóti eini framtíð, sum vit og tit als ikki kenna. Andsfrælsi, tolsemi, javnvirði og fólkaræði Hesi hugtøkini ganga aftur í enda­ máls­greinum bæði á dagstovna- og skúlaøkinum. Hetta eru hugtøk, sum flest okkara helst ov sjálvdan geva okk­um far um. Ræðuligi sorgarleikurin 22. juli 2011 í Oslo og á Utøja, har 77 fólk lótu lív, flestu teirra blaðungir skúla­næmingar, minnir okkum øll á, hvussu umráðandi tað er, at vit taka hesi hugtøk til okkum. Vit mugu al­ samt minna okkum sjálvi og onnur á hesi hugtøk, og at vit ikki góðtaka happing. Vit skulu eisini minnast til at laga okkara skipanir til fyritreytirnr hjá tí einstaka, sum er besta trygdin fyri javnstøðu, og vit skulu alsamt bøta um umstøðurnar hjá børnum og ungum við serligum tørvi. Tað er manningin og samanhaldið, ið telur Í kappróðri er komið fyri, at ein mann­ ing gerst føroyameistari í báti, sum onnur manning hevur kasserað. Tað er ikki altíð tær góðu umstøðurnar og tann fína útgerðin, ið ger munin. Leiðsla, starvsfólkahópur og lestrar­vegleiðingin eiga sín stóra lut í trivn­aðinum í einum skúla ella stovni, men tað, sum ger stórstan mun, er, at børnini og tey ungu taka sær væl av hvørjum øðrum, og tað er hetta sam­ starvið, tolsemið og samanhaldið, sum fyrst og fremst skapa trivnað í ger­andisdegnum. Samstarv um broytingar Tað eru ómetaliga nógvar eldsálir, sum hvønn einasta dag gera alt tey megna at geva okkara og tykkara børnum tað best møguligu barlastina. Bæði fakliga, námsfrøðiliga, frálærufrøðiliga og málsliga. Men avbjóðingarnar eru stórar, og tað eru fleiri broytingar á veg í okkara skipanum, líka frá dagstovni til hægri lestur. Men vit skulu ikki stúra fyri tí. Tá heimurin broytist, mega skipanir dagførast og lagast til, annars verða tær ov stirvnar og kunnu at enda forða fyri skilagóðari menning. Vit skulu m.a seta nýggjar náms­ ætlanir í verk, sum endurspegla tey krøv, sum fólkaskúlin og miðnáms­ skúlarnir í dag skulu liva upp til. Og vit skulu fremja aðrar grundleggjandi og bygn­aðarligar broytingar, sum hava til endamáls, at vit kunnu menna skúlan fakliga og námsfrøðiliga. Hetta krevur eitt gott samskifti og sam­starv við øll avvarðandi, og eg fegnist um øll tey mongu, sum eru við í hesum týdningarmikla arbeiði, bæði kommunur, leiðslur, lærarar, náms­ frøðingar, næmingar, fakfeløg, »Heim og skúli«, skúlstýri o.o. Lat okkum standa saman um sjón­ ar­miðið, at tað er fyri at geva børn­ unum og teimum ungu teir allar­bestu møguleikarnar, at vit hava dagstovnar og skúlar. Vælkomin øll til eitt nýtt og ríkt dagstovna-, skúla- og lestrarár. Helena Dam á Neystabø landsstýriskvinna Ynski um eina góða byrjan í eini broytingartíð Sum landsstýris­kvinna í menta­málum vil eg ynskja øllum eina góða byrjan, sum nú fara undir eitt nýtt ár, tað verið seg á dag­stovni, í forskúla, í fólkaskúla, í mið­námsskúla ella undir hægri útbúgving Aftur í hevur Meginfelag føroyskra studenta givið eitt snotuligt lestrar­blað út. Pisan 2011 er júst komin út. Pisan gevur góð ráð og íblástur um allar teir lestrarmøguleikar, sum føroyingar hava. Bæði uttan­ lands og í Føroyum. Pisan fæst á Altjóða Skriv­ stov­uni, men kann eisni lesast á netinum á www. mfs.fo Samtykt er nú, at føroyski lestrar­ stuðulin skal tillagast, soleiðis, at um tú fært hægra stuðulin og sam­stundis forvinnur tær pening við síðunar av lesnaðinum, kanst tú missa stuðul. Mótrokningin verður gjørd fyri hvørjar 1000 kr, sum tú fert upp um 10.000 kr í miðal í mánaðin. Tey, ið forvinna undir 10.000 kr í miðal um mánaðin, missa einki, men fáa allar 3.737 krónurnar. Tey, ið t.d. forvinna millum 12.000 og 13.000 kr, missa 30% av stuðl­inum og fáa sostatt 2.616 kr. Tey, ið t.d. forvinna millum 16.000 og 17.000 missa 70% av stuðl­inum og fáa sostatt 1.121 kr Forvinnur tú meiri enn 19.000 kr í miðal um mánaðin, fært tú ongan lestrarstuðul. Inntøkujavningin verður ætlandi sett í gildi í oktober 2011. Meiri kann lesast á www.studni.fo Pisan 2011 komin Broyt­- ingar í føroyska studn­ inginum Týdningarmikið er at stuðla barninum, tá tað fer í skúla • Foreldrini eru fyrstu og týdningarmestu lærararnir hjá barni tykkara. • Barn tykkara stendur seg betri í skúlanum, um tit vísa tí áhuga. • Tað hevur týdning, at tit eru við og meta um heimaarbeiðið hjá barninum – bæði í barnaskúlanum og framhaldsdeildini. • Tá tit tosa við barnið, stimbra tit menning og hugsan tess. • Tá tit vísa áhuga, gerst barnið motiverað og trívist betri í skúlanum. • Tykkara virkni leiklutur hevur týdning fyri barnið. • Eitt gott samband við skúlan ávirkar úrslitið hjá barninum. • Kenna tit hini foreldrini gevur tað betri møguleikar fyri samstarvi. Tað hevur eisini týdning at stuðla barninum málsliga, áðrenn tað fer í skúla • Lesið dagliga fyri og saman við barninum. • Syngið fyri og saman við barinum. Spælið tykkum við rímum og ramsum. • Tosið um tað, tit gera (ymiskt tit síggja, les køkuuppskriftina, sjónvarpsskránna ella okkurt úr bløðunum og spyrjið, hvat barnið hevur gjørt um dagin) • Hyggið at barnafilmum saman, steðgið filminum og tosið um okkurt, ið er áhugavert at tosa um. • Rættið ikki barnið, um tað sigir okkurt skeivt. Takið setningin uppaftur við rætta málburðinum. • Brúkið orðakort, har orð og bókstavir standa á. Setið møguliga orðakort á lutir, djóramyndir o.a. • Forteljið søgur og latið barnið fortelja søgur, tað sjálvt finnur uppá. Vegleiðing til foreldur frá lesivegleiðaranum: