Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-08, síða 71
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. august 2011síða 71

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 32 l 8. august 2011 31 ovastevna Ovastevna fyri 19. ferð Nú nólsoyingar fara at hátíðarhalda 25. hátíðarhaldið fyri bragdinum hjá Ova Joensen at rógva úr Nólsoy til Langelinje, er tað samstundis 19. ferðin, at Stuðulsnevndin fyri Svimji­hyl í Nólsoy skipar fyri Ova­ stevnu. Tað byrjaði í smáum, tá táver­ andi nevndin við bert trimum nevnd­arlimum gjørdi av, at skipa fyri einum Ovadegi, ella Ova­viku­ skifti í august 1993. Tað var ein lítil og varðislig byrj­an, sum kortini eydnaðist so mikið væl, at gjørt varð av at halda stevnuna eisini árið eftir, og síð­ani hevur ikki verið hugt aftur um bak. Tiltøkini eru vaksin í tali, og ikki minst talið á vitjandi hevur vundið nógv upp á seg. Frá nøkrum fáum hundrað vitjandi til fyrstu stevnuna til fleiri túsund seinastu árini. Og fyri aðru ferð er tað Ternan, ið er í fastari rutusigling um Nóls­ oyar­fjørð, og tað bøtir munandi um trýstið á flutningstørvinum á Ovastevnu. Heilt frá byrjan av hevur stevn­ an verið løgd tað vikuskiftið, ið liggur nærmast at 11. august, ið var dagurin, tá Ove Joensen í 1986 náddi fram til Langelinje og gav Lítlu Havfrúnni tann so víðakenda kossin. Soleiðis verður eisini í ár, nú Ovastevna liggur vikuskiftið 12.–14. august. Sum vanligt byrjar stevnan spakuliga fríggjadagin seinnapartin, meðan stóri stevnudagurin verður leygardagin. Tá verður Ovastevnan eisini sett sum vanligt, og í ár verð­ ur tað borgarstjórin, Heðin Mort­ en­sen, ið setur stevnuna. Hildið verður síðani fram sunnu­ dagin, ið er dagurin, har »hitað verð­ur niður«. Og tá so stevnan í ár er farin aftur um bak, er at byrja at løða upp til stevnuna komandi ár, sum verður jubileumsstevna. Leo Poulsen Mánadagurin 11. august 1986 man standa fastur í minninum á nógvum nóls­ oyingum – fyri ikki at siga teim­um flestu. Hendan dagin sendi út­varp­ið bein­leiðis av Langelinje í Keyp­manna­havn. Orsøkin var, at Ove Joensen hendan mánadagin kom at landi við kendu standmyndina, »Lílta Havfrúgvin«, og har kundi hann geva henni lovaða og seinni eisini nógv umrødda kossin. 11. august 2011 eru sum kunnnugt liðin 25 ár síðan hendan stóra dagin, og tað fer eisini at síggjast aftur á Ova­stevnuni, sum í ár verður hildin fyri 19. ferð. – Mest ítøkiliga áminningin um, at 25 ár eru liðin síðani Ove Joensen róði til Danmarkar, er ein framsýning, sum verður í Petersens Pakkhúsi. Har verða sýndir filmar og myndir frá ferðini í 1986, og so verður eitt verk um túr­ in hjá Ova, ið Ole Wich hevur gjørt, avdúkað, sigur Unn Sørinardóttir, ið er systirdóttir Ova Joensen og forkvinna í Stuðulsnevndini fyri Svimjihyli í Nólsoy. Hetta er serligt fyri stevnuna í ár, saman við einari aðrari framsýning, har nólsoyingurin Hergeir Jacobsen sýnir fram modellskip og –bátar, sum hann gjøgnum árini hevur gjørt. Annars verður nógv av tí vanliga, sum eyðkennir slíkar bygdastevnur, eis­ini á Ovastevnu. – Tivoli verður sjálvandi í barna­ vinar­ligum umhvørvi, og so verða fleiri sølu­støð enn vanligt við mati og øli. Eitt verður á Klivum, eitt heima á keiini og so verður eitt einastaðni mitt ímill­um, sigur Unn Sørinardóttir. Nólsoyar Fornminnisfelag er eis­ ini við á stevnuni, og tey fara at lata gomlu Brunnhúsini upp fyri al­menn­ inginum. Veruligur dansur verður bert leyg­ ar­kvøldið, og tá verða tað góðu, gomlu Frændir, ið fara at spæla. – Annars verður dansur í tjaldinum á keiini fríggjakvøldið fyri nólsoyingum og annars teimum, ið koma á vitjan, sigur Unn Sørinardóttir. Stevnan skal eisini setast, og tað verður sjálvur borgarstjórin, Heðin Mortensen, ið setur Ovastevnuna 2011 leygardagin klokkan 14 undir Mikkjalsveggi, har minnisplátan um Ova Joensen stendur, og har eisini Ærisportrið er. Eingin Ovastevna uttan eina kabarett. Hon hevur fylgt stevnuni trúliga síðani hon varð fyriskipað á fyrsta sinni til næstu Ovastevnuna í 1994. Og so er bert hjá fyrireikarunum og stevnufólki yvirhøvur at vóna veður­ gudarnir verða blíðir. 25 ára hátíðarhald Ovastevnan í ár fer í stóran mun at merkjast av, at tað eru liðin 25 ár síðani Ove Joensen framdi stóra bragdið at rógva einsamallur teir 1800 fjórðingarnar úr Nólsoy til Langelinje eftir 41 samdøgrum Stuðulsnevndin fyri Svimjihyli í Nólsoy leggur seinastu hond á fyrireikingarnar og skránna til Ovastevnuna 2011. Frá vinstru: Unn Sørinardóttir, Guðrun S. Hansen, Suni Joensen og Barbara Andreasen. Á myndini vantar Eirikur S. Hansen Mynd: Leo Poulsen Aftur í ár verður svimjing um Nóls­ oyarfjørð ein partur av ova­stevnuni. Hetta tiltakið byrjaði í 1998, og hev­ ur verið fastu táttur líka síðani. Tað var Erlendur Simonsen, ið fyri 14 árum síðani tók stig til hesa serligu kappsvimjing, og í ár luttekur hann sjálvur fyri 15. ferð, og hevur sostatt verið við hvørja ferð. – Onkuntíð hevur verið neyðugt at broyta eitt sindur upp á svimjingina. Tað eina árið var so tjúkit í mjørka, at neyðugt var at svimja framvið landi og síðani stytsta teigin tvørtur um, og eitt annað ár var streymurin so ólagaligur, at svimjingin varð útsett í tvær vikur. Men tað hevur verið svomið á hvørjum ári síðani 1998, sigur Erlendur Simonsen. Hann stendur ikki sjálvur fyri svimj­ing­ini í ár, men verður við. – Størsta luttakaratalið var 16, men seinastu árini hevur tað ligið um 5-8. Í ár hevur verið so nógv hav­ svimjing, at eg vænti og vóni, at talið fer at kvinka eitt sindur upp um tað, sigur Erlendur Simonsen. Svimja fyri 15. ferð um Nólsoyarfjørð