Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-08, síða 70
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. august 2011síða 70

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 32 l 8. august 2011 30 ovastevna 7.000 fólk í fjør Talið av vitjandi á ovastevnu hevur verið støðugt vaksandi síðani stevn­an á fyrsta sinni varð fyri­skip­ að fyri 19 árum síðani í 1993. Talið sníkti seg spakuliga upp eftir, og nú ferðasambandið er vorðið so gott við Ternuni á far­ leið­ini, gerst tað so ógvuliga nógv lættari hjá fólki at koma út um fjørðin til Nólsoyar at hugna sær á ova­stevnu. Júst flutningurin um fjørðin hevur onkur ár verið ein fløsku­ hálsur, sum uttan iva hevur hildið nógvum fólki frá at vitja út í oynna, tí tað eru ikki øll, ið tíma at standa í kø á Bursatanga í tímavís fyri at sleppa á ovastevnu. Tað hevur víst seg at verða bøtt munandi um hendan trupull­eikan, nú Ternan er í fastari sigling um Nólsoyarfjørð. Um summ­arið kann Ritan, sum áður røkti Nólsoyar­far­ leiðina, taka 140 ferðafólk, meðan Ternan sama tíðarskeið kann taka heili 385 ferðafólk. So tað sigur seg sjálvt, at stórur munur er á kapa­sitetinum. Av Strandferðsluni verður upp­ lýst, at teirra skip á ovastevnu í fjør fluttu 5.639 ferðafólk um fjørðin. Hartil kemur alt regattafólkið í regattaini hjá Hósvíkar Róðrarfelag, ið sum kunnugt endar í Nólsoy á ovastevnu. Eisini vita vit, at fleiri fólk, serliga úr Havn, gera turin um fjørðin við egnum báti eins og tað hevur verið vanligt hjá eitt nú stuttleikabátum við ferðafólkaloyvi, Norðlýsinum og øðrum flutningstólum at sigla um fjørðin við ferðafólki. Tað er tí vælsaktans ikki heilt av leið at meta, at eini 7.000 fólk hava verið aftur og fram um Nólsoya­fjørð á ovastevnu í fjør. Verður rákið tað sama við al­ samt vaksandi vitjan á ovastevnu, fáa fyrireikararnir úr at gera kom­ andi vikuskifti – og tað munnu teir einki hava ímóti. Leo Poulsen – Eg havi altíð havt áhuga fyri modell­ skipum. Tað sigur Hergeir Jacobsen úr Nólsoy. Hann var ikki meiri enn 20 ára gamal, tá hann eitt árið í Grønlandi bygdi sítt fyrsta modellskip. – Hetta var ein slupp, ikki nøkur ávís, men bara eitt modell av einari slupp, sigur Hergeir Jacobsen. Og fittur er hann í hondunum. Í hugnaligu stovuni standa modell av minst tíggju skipum, men hann hevur gjørt mangt slíkt. – Nógv eru endað av bygdini so við og við. Og onnur standa í øðrum húsum í her í bygdini. Til dømis hevur Jóannes bróður modellið av Margrehtu standandi í sínari stovu, sigur Hergeir Jacobsen. Hann vísir til trolaran, uppkallaður eftir mammu síni, sum hann og brøður hansara áttu og róku í fleiri ár í 80- unum. Eisini vóru teir meðeigarar av trol­bátinum Royndin Fríða, sum var lík Margrethu. Hergeir er sonur navn­ frama Juul Jacobsen, sum eitt tíðar­ skeið sat á Løgtingi fyri Føroya Fram­ burðs- og Fiskivinnuflokk. Sum nevnt so var fyrsta modell­ skipið hann bygdi bert tikið úr fríum hugaheimi, men tá tú annars hyggur runt í stovuni, so eru øll hini modell­ skip­ini bygd eftir nøkum ávísum skipum. Og har er alt frá opna føroyska bátinum í familjuni, »Kelduberg« yvir »Ormin Langa« til nýggjasta modell­ skipið, »Bjørg Mærsk«, ið sonurin, Karlot Hergeirsson, siglir við. Av øðrum skipum, ið standa inni í stovuni eysturi á Reipabergi, kunnu nevnast Stella Argus, Cutty Sark, ið hevur kravt óhugnaliga nógvar smálutir og putl, Tjaldrið, Royndin Fríða hjá Nólsoyar Páll og ein av Ólavur Gregersen’unum. Meginparturin er gjørt sjálvlært, men eftir pensjónsaldur hevur hann gingið í kvøldskúla. – Eg gekk í tríggjar vetrar í kvøld­ skúla hjá Alfred Gullbein, men tað var sjálvandi avmarkað, hvat kom burtur úr. Tað vóru bara tveir tímar um vikuna, og nógv varð prátað eisini, sigur Hergeir Jacobsen. Onkur av skipunum eru gjørd eftir tekningum, men tey allarflestu eru gjørd eftir myndum ella málningum. – Royndin Fríða er gjørd eftir einari tekning, sum ein danskari hevur gjørt. Jóannes í Nýggjastovu var bróður Nólsoyar Páll, og tað var ein sonur hansara, ið greiddi dananum frá, hvussu Royndin Fríða sá út. Hann hevði sjálvur sæð hana á Nólsoyarvík, sigur Hergeir Jacobsen. Ormin Langa hevur hann bygt eftir tekning av skipi, sum norðmenn hava grivið út, sonevnda Godsbergskipet. Ein av heilt stóru krónjuvelunum hjá Hergeir er Nólsoyar kirkja. – Eg havi sjálvur tikið mát av henni, og skal eg siga tað sjálvur, haldi eg, at hon líkist rættiliga væl, sigur Hergeir Jacobsen. Talan er ikki bert um eitt modell av einum bygningi. Hann hevur gjørt sær stóran ómak fyri at endurgeva kirkjuna innan, og hetta sæst eisini týðiliga, tá takið verður tikið av henni. Niður í minsta smálut verður endur­ givið í modellinum, bæði prædiku­ stólur, doypifontur og altartalva. Hóast 71 ára gamal, hevur Hergeir Jacobsen ikki lagt modellsmíðið frá sær. – Eg havi tvey skip í gerð, bæði eftir bílegging. Annað er Stella Argus sum ein maður í Nólsoy vil hava, tí abbi hansara sigldi so nógv við henni, og hitt er Margretha, sum ein annar bróður mín vil hava, sigur Hergeir Jacobsen. So enn hevur hann okkurt at tríva í myrku og køldu vetrarnar Til ber hjá ovastevnugestum at síggja framsýningina hjá Hergeir Jacobsen í barnagarðinum Látrinum leygar­dagin 13. august og sunnudagin 14. august. leo@sosialurin.fo Bygt modellskip í 50 ár 71 ára gamli Hergeir Jacobsen veit ikki at siga, hvussu nógv modellskip hann hevur bygt, men ovastevnugestir fáa í hvussu er møguleikan at síggja nøkur av teimum á framsýning á Látrinum um ovastevnuna Myndir: Leo Poulsen Hergeir Jacobsen hevur gjørt modellskip síðani hann var 20 ára gamal. Aftan fyri Hergeir síggja vit longst til vinstru fyrstu sluppina, hann gjørdi. Síðani frá vinstru Royndin Fríða, Bjørg Mærsk, Cutty Sark og Stella Argus Hergeir hevur eisini gjørt eitt modell av Nólsoyar kirkju við fullkomnum smálutum av innbúgvinum eisini