mikudagur 10. august 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. august 2011 · Nr. 91
4
Sosialurin
Uni Arge
Fyrrverandi norski fiski
málaráðharrin, Jan Henry
T. Olsen, helt fyri nøkrum
árum síðan ein fyrilestur í
Norðurlandahúsinum um
fisk og olju. Í gongini undan
fyrilestrinum prátaði hann
við nøkur tíðindafólk og
segði, at hann fyrr hevði
starvast sum tíðindamaður.
Eitt av tíðindafólkunum
vildi vita, hví hann fór upp
í politikk. Hann svaraði, at
hann gjørdist troyttur av
at hava betri svar upp á
sínar egnu spurningar, enn
politikararnir høvdu. Tí
helt hann seg kunna gera
mun í politikki.
Ert tú tíðindafólk, samfe
lagsfrøðingur ella bara íðin
politiskur kjakari, er lopið
ikki so langt yvir í poli
tikk. Hetta vísir seg eisini,
nú
løgtingsvalið
nærk
ast. Journalistarnir Øssur
Winthereig, Ingolf S. Olsen,
Jústinus Eidesgaard og Rig
mor Dam hava øll boðað
frá, at tey vilja inn á ting.
Kjakarin Dávid Isfeld, sam
felagsfrøðingurin
Jóanes
N. Dalsgaard, javnstøðu
forsprákarin
Kristianna
W. Poulsen og skribenturin
Hanus Samró liggja somu
leiðis framvið at gerast
tinglimir á næsta vali.
Hvussu góðar møguleik
ar hesi átta hava at verða
vald, er vónleyst at spáa
um, men ein sannroynd er
tað, at tey, sum fyrr hava
roynt lopið av almenna
kjakpallinum yvir í politikk,
ofta hava havt eydnuna við
sær. Eitt nú Høgni Hoydal,
John Johannessen og Bjørt
Samuelsen eru dømi um
hetta. Fólk, ið fáast nógv
við samfelagsmál og kjak,
hava ofta tann fyrimunin
fram um fleiri onnur, at tey
duga væl at skriva og tosa.
Tey vita eisini, hvussu tey
skulu brúka fjølmiðlarnar
og gerast sjónlig.
Politiska innihaldið
Men skapa kend andlit og
spískir pennar góðar politik
arar? Krevst ikki, at valevnir
hava greið politisk sjónar
mið? Soleiðis spyrja veljarar
nir sjálvandi, og higartil hava
teir fingið ávísar ábendingar
um, hvat tey átta vilja. Øssur
Winthereig, Ingolf S. Olsen
og Dávid Isfeld hava kunn
gjørt, at teir taka undir við
stevnuni
hjá
Tjóðveldi.
Jóanes N. Dalsgaard og
Kristianna W. Poulsen stilla
upp fyri Sjálvstýrisflokkin,
Rigmor Dam fyri Javnaðar
flokkin, Hanus Samró fyri
Fólkaflokkin og Jústinus
Eidesgaard fyri Sambands
flokkin.
Við at kjósa sær flokk
at hava øll sett seg í polit
iskan bás. Summi halda, at
hetta er óheppið at gera,
um tú ert journalistur ella
eygleiðandi samfelagsfrøð
ingur, men soleiðis er fólka
ræðisliga frælsið. Einum og
hvørjum er loyvt at bjóða
seg fram at stýra landinum,
eisini journalistum og sam
felagsfrøðingum. Um hesi
so hava nakað nýtt at geva
politisku skipanini, er ein
annar spurningur. Ingolf
S. Olsen hevur sagt, at um
hann kann byggja brýr
millum arbeiðsfólk og aka
demikarar í Tjóðveldinum,
so hevur hann gjørt mun.
Jústinus Eidesgaard tyk
Kjakarar
Tey hava í mong ár sett politikarunum hvassar spurningar ella havt greiðar meiningar um politikk. Nú vilja
tey av kjakpallinum upp á tingsins røðarapall at ráða. Men hvør skal greina politikkin, tá allir kjakararnir
og greinararnir vilja gerast politikarar? Vit leggja átta valevnir undir luppin, ið stilla upp á næsta vali
Øssur Winthereig
Rigmor Dam
Ingolf S. Olsen
Dávid Isfeld