Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. august 2011síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mikudagur 10. august 2011 · Nr. 91 Sosialurin bjóða av ist hava valt sær sum høv­ uðs­mál at geva fólki bíligari ferðaseðlar út í heim, um so landskassin má bera kostn­ aðin. Øssur Winthereig er tjóðskaparmaður, men ikki nakar stívrendur national­ istur, segði hann á Doktara­ grund á ólavsøku. Føroyska flaggið skal í húnar hátt við  ST-høvuðsborgina í New York, segði hann eisini. Dávid Isfeld væntar ikki at fáa fullveldi í morgin, men um tvey ár, hevur hann sagt. Kristianna W. Poulsen er ímyndin um javnstøðumál og fer heilt vist at stríðast fyri javnstøðu, verður hon vald. Rigmor Dam hoyrir heima á humanistiska vinstra­vong­in­um og hevur nevnt, at með­an hini stríð­ ast um loys­ingina, ætl­ar hon sær at byggja land. Skála­fjarð­ar­tunn­ilin skal vera ein almenn verk­ætl­ an,  ið  fíggjar Sand­oyar­ tunn­ilin og aðrar tunlar, heldur hon. Eisini skulu sjóvegis og loftvegis far­ leiðirnar millum Føroyar og útheimin vera almennar og ferðaseðlarnir so bíligir sum gjørlig. Tolsemi og javn­støðu ber hon í sínum skjøldri, og pengagrískir pen­ingastovnar skulu ansa sær at hækka gjøld og rent­ ur, um hon er í nánd.   Taka politikk í álvara Jóanes N. Dalsgaard hev­ ur mangan mett um polit­ isku støðuna  í fjøl­miðl­ un­um  og  viðhvørt  eisini havt boð upp á loysnir. Nú vil hann inn á ting við sínum loysnum, og spenn­ andi verður at síggja, hvussu ætlanin fer at eydn­ ast. Hanus Sam­ró er ein spír­andi ung­dóms­politik­ ari í ung­mannafelagnum hjá Fólk­a­flokkinum, HUXA. Hann skrivar væl og hevur greiðar meiningar, eisini mein­ingar, ið  ganga beint ímóti fatanunum í tí meira konservativa móðir­flokk­in­ um. Og hann vil verða tikin í álvara. Í samrøðu við ung­dóms­ blaðið  Mess varð  Hanus Samró spurdur í mai 2010, hví fólkafloksungdómur altíð  er so  uppsnollaður á mynd­um, sum HUXA brúk­ar. Vilja tey øll líkj­ast arrogantum rík­manna­ børn­um, spurdi Mess. Nei, svar­aði Hanus Samró og legði aftrat: »Sum ungmannafelag hevur tað týdning, at vit ikki sita í reyvasíðum buks­um og nalvablus við Brit­ney Spears á bringuni. At fáast við politikk er týdn­ingarmikið, og vit vilja útstrála virðing og seriøsi­tet.« Fleiri eru sostatt val­ evnini, ið vilja verða tikin í álvara, og verða  hesi nevndu vald, kann væntast, at tey fara at síggjast og hoyrast minst líka nógv, sum tey hava verið at sæð og hoyrt  higartil. Spurn­ ing­urin er so, hvør skal greina politiska spælið av síðulinjuni, tá bæði spyrj­ arar og  greinarar verða partur av politiska vald­ inum og fara at teljast mill­ um teirra, sum skulu spyrj­ ast og greinast. Men kanska svarini verða betri, eins og Jan Henry T. Olsen helt, at tey gjørdust, tá hann varð valdur. Jóanes N. Dalsgaard Kristianna W. Poulsen Jústinus Eidesgaard Hanus Samró