Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. august 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. august 2011 · Nr. 91 6 Sosialurin Leo Poulsen Framsøgumenninir duttu ikki á bakendan av av berum ovfarakæti, tá uppskotið um kommunusamanlegging hjá Helenu Dam á Neystabø var til fyrstu viðgerð í Tinginum í gjár. Einasti framsøgumaður, sum treytaleyst tekur undir við uppakotinum er ikki óvæntað Hans Pauli Strøm úr Javnaðarflokkinum, meðan hinir framsøgumenninir settu spurnartekin við fleiri lutir í uppskotinum. Serliga fíltust framsøgu­ menninir hjá Tjóðveldi, Sam­ bandsflokkinum og Fólka­ flokkinum at, at kommunur um neyðugt skuldu tvingast saman við lóg. Eisini vildu serliga Heini O. Heinesen og Marjus Dam vita, hví summar kommunur, so sum Vestmanna og Kvívík, sjálvar kundu sleppa at velja, hvørjum tær vildu leggja saman vikð, meðan aðrar komm­unur bara skuldu makka rætt og gera, so sum teimum varð álagt. Jákup Mikkelsen, fram­ søgumaður hjá Fólka­flokki­ num, segði, at bæði hann og restin av flokkinum var harðliga ímóti, at kommunur verða tvingaðar saman, og mælti til, at fólkaviljin heldur slapp at ráða. Kári P. Højgaard nýtti mestu tíðina at viðgera Eystur­­oynna í sambandi við saman­­legging av komm­un­ um, og hann segði, at einasta øki í heiminum – burtur­sæð frá Berlin undir kalda krígn­ um og Belfast fyri nøkrum árum síðani – ið skuldi álast sundur, er Eysturoyggin. Hann róði eisini upp undir, at vøru- brúgva og havna­­gjøld, sum í dag falla í sama kassa, eiga at deilast út á aðrar havnarkassar. Nú má handlast Men størsta mótstøðan var tó tvungna samanleggingin, sum bert Javnaðarflokkurin treytaleyst tekur undir við. Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna við komm­ unumnálum, vísti tó á eina­ ferð enn, at nú er nóg mikið tosað, nú má handlast. Landsstýriskvinnan segði, at málið um størri kommunu­ eindir er rættiliga gamalt, og hon helt, at tað longu byrjaði so smátt í 1972. – Reyði tráðurin í øllum málinum er samhalds­festi. Upp­gávurnar hjá komm­un­ unum og tænast­urnar, sum borgararnir hava krav upp á, mugu kommunurnar megna at loysa. Og tað kunnu tær bert, um tær hava eina ávísa stødd, segði Helena Dam á Neystabø. Hon segði, at tíðin nú er komin til at avgreiða spurn­ ingin um kommunu­eindirnar einaferð fyri allar. – Skulu vit bíða nú, so ganga kanska aftur fýra ella fimm ár, og so standa vit í somu støðu sum nú. Á tann hátt kunnu vit koma út fyri, at kommunureformurin letur bíða eftir sær í fleiri ára­­tíggju aftrat, segði Helena Dam á Neystabø. Hon vísti á, at kreppur úti í heimi hava lært okkum, at besti mátin at takla hesar upp á er bygnaðarbroytingar og tillagingar. Annika Olsen, sum eigur meginpartin av uppskotinum, var ikki fegin um háttin, ið landsstýriskvinnan ætlar at javna pening út til økini. Hon metti, at tað fór at máða støðið undan insitamentinum hjá vælriknu kommununum, um avlopið varð tikið frá teimum og javnað út á aðrar kommunur. Spurningur um stødd Sum nevnt var tað bert fram­ søgumaðurin hjá Javn­aðar­ flokkinum, sum tók fult undir við uppskotinum í verandi líki. Hinir framsøgumenninir kundu taka undir við pørtum av uppskotinum, men sum nevnt var tað serliga tvungna samanleggingin, sum tingfólk mutaðu ímóti. Málið skal nú í Rættar­ nevndina, og einki er at ivast í, at tað fer at fáa bæði drúgva og umfatandi gjøgnum­ gongd. Semja tóktist tó vera um, at neyðugt er við størri kommunalum eindum, sulu kommunurnar taka á seg tær uppgávur, sum landið ynskir at flyta yvir á tær. Men heldur ikki øll vóru samd um, hvussu rætt tað er við størri eindum, ella hvussu nógv økir skulu leggjast á kommunurnar. – Eg ivist í, hvussu rætt tað er, at leggja fleiri uppgávur út á kommunurnar. Hvat skulu vit so gera í Tinginum, tá allar uppgávurnar eru lagdar út á kommunurnar, spurdi Heini O. Heinesen. Jógvan á Lakjuni ivaðist eisini í, hvussu stórar eindir­ nar skuldu vera. – Sum fuglfirðingur má et seta spurnartekin við, hvar vit eru, tá fimtstørsta kommuna í landinum ikki er nóg stór til at megna uppgávurnar, ið verða lagdar á hana, segði hann. Sum nevnt varð málið beint í Rættarnevndina til víðari nevndarviðgerð. leo@sosialurin.fo Kommunusamanlegging ivasama móttøku Uppskotið hjá Helenu Dam á Neystabø hevur fingið eina ivasama móttøku, nú tað var til fyrstu viðgerð í Tinginum í gjár Framsøgumenninir hjá øllum flokkum á Tingi – Javnaðarflokkurin undantikin – tóku ikki treytaleyst undir ivð uppskotinum hjá Helenu Dam á Neystabø um kommunusamanlegging