mikudagur 10. august 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. august 2011 · Nr. 91
12
Sosialurin
Lagt til rættis: Árni Joensen
Tað gongur so illa hjá donskum
sjúkrarøktarfrøðingum
at
fáa arbeiði í Danmark, at
støðugt fleiri kenna seg
noyddar at fara av landinum
at arbeiða. Eisini sjálvt um
lønin er minni har.
Fakblaðið Sygeplejersken
skrivar, at talið á donskum
sjúkrarøktarfrøðingum,
sum søkja um arbeiðsloyvi í
Svøríki og Noregi, er trífald
að tað seinasta árið. Fyrra
hálvár í 2010 søktu 60, men
fyrra hálvár í ár var talið
220.
Teir donsku sjúkrarøktar
frøðingarnir fáa minni løn
í Svøríki enn í Danmark.
Sygeplejersken hevur prátað
við ein, sum arbeiðir 38,5
tímar um vikuna. Lønin er
20.000 svenskar krónur um
mánaðin.
Tað eru ikki bara donsk
heilsustarvsfólk, sum leita
sær til onnur Norðurlond
at arbeiða. Ein rúgva av ís
lendskum sjúkrarøktarfrøð
ingum og læknum eru farin
til grannalondini at arbeiða.
Noyðast av landinum at
arbeiða fyri minni løn
Íslendingar fáa
meiri fyri fiskin
Fiskur og fiskavørur fylla støðugt meiri í teimum íslendsku
útflutningshagtølunum, og hendan gongdin fer at standa við
Í einari meting, sum fiski
vinnudeildin hjá Íslands
banka hevur gjørt, stendur,
at útflutningurin av fiski
og fiskaúrdráttum verður 16
milliardir íslendskar krónur
størri í ár enn í fjør, og at
næsta ár verður hann aðrar
fýra milliardir størri enn í
ár. Talan er um 9 prosent
vøkstur, ið stavar frá størri
kvotum, príshækkingum á
altjóða fiskamarknaðunum
og einum støðugari krónu
virði, sigur bankin.
Ein munagóð orsøk er
eisini, at toskakvotan í fiski
árinum 2011-2012 er 10 prosent
størri enn árið fyri. Tað ger
góðan mun, tí toskurin eigur
umleið ein triðing av út
flutningsvirðinum av fiski
og fiskavørum.
–Eftirspurningurin eftir
fiskavørum er vaksin mun
andi á altjóða marknað
unum,
og
fólkavøkstur,
veksandi inntøkur í menn
ingarlondunum
og
størri
áhugi fyri heilsugóðum kosti
gera, at eftirspurningurin
fer eisini at veksa í komandi
árum, skrivar Íslandsbanki
í metingini. Bankin vísir á,
at sambært Altjóða Gjald
oyragrunninum er vísitalið
fyri altjóða fiskaprísir tað
hægsta síðani 1988.
Tómur brunnur
kostar
Tað kostaði skotska olju
felagnum Cairn Energy
nógv, tá felagið herfyri
noyddist at boða frá,
at tað hevði ikki funn
ið nakra olju í Lady
Franklin-brunninum
við
Vesturgrønland.
Blaðið The Herald Scot
land skrivar, at longu
eitt
samdøgur
eftir
fráboðanina var parta
brævavirðið
í
Cairn
Energy minkað so nógv,
at felagið var meiri enn
tvær milliardir krónur
minni vert enn dagin
fyri. Upphæddin svarar
til meiri enn helmingin
av tí, sum tað kostar
skotska
felagnum
at
leita eftir olju í Grøn
landi í ár, skrivar KNR.
Sagt verður, at virðið á
partabrøvunum í Cairn
Energy er minkað 13
prosent tann seinasta
mánaðin og er nú tað
minsta síðani ársbyrjan
í fjør.
Skotska
felagið
heldur framvegis uppá,
at útlitini fyri at finna
olju undir havbotninum
í Vesturgrønlandi eru
góð. Samstundis hevur
felagið boðað frá, at
tað fer undir at leita
eftir olju har eysturi
í Miðjarðarhavinum í
næstum.
Sleppa ikki
undan ávirkan
Eins og Danmark er
Svøríki í ES, men ikki
í
evrusamstarvinum,
og enn hevur fíggjar
kreppan í evrulondun
um ikki havt stórvegis
ávirkan á svenska bú
skapin.
Tað
staðfesti
Anders Borg (myndin),
fígg jarmálaráðharri,
fyrradagin, men hann
legði samstundis aftur
at, at enn er ov tíðliga
at siga, um og hvørja
avleiðingar
fíggjar
kreppan í evruøkinum
kann fáa í Svøríki.
Í næsta mánað fer
svenska
stjórnin
at
leggja fram uppskot til
fíggjarlóg fyri 2012, og
Anders Borg segði seg
vænta,
at
uppskotið
verður merkt av krepp
uni í evruøkinum, tí
eftir øllum at døma fer
kreppan at fáa ávirkan
eina rúma tíð afturat.
Trygdarútgerðin
virkaði ikki
Trygdin sveik, tá ein
ísbjørn leyp á nakrar
bretskar ferðamenn á
Svalbard í síðstu viku.
Ein av ferðamonnunum,
ein 17 ára gamal drongur,
doyði. Fýra aðrir fingu
skaða.
Sýsluskrivstovan
í
Longyerbýnum sigur, at
tað vóru fleiri óheppin
viðurskifti, sum gjørdu,
at tilburðurin fekk so
syndarligan enda. Ein
serlig girðing, sum var
rundan um leguna hjá
ferðamonnunum,
og
sum skuldi ávara, um
ein ísbjørn kom ov nær,
virkaði ikki. Haraftur
at var tað so óheppið,
at bara tað seinasta av
teimum fimm skotun
um í rifluni hjá ferða
monnunum virkaði, og
tí fekk ísbjørnin stundir
til at leypa á fleiri av
ferðamonnunum,
áðr
enn tað fimmta skotið
drap hana, sigur sýslu
skrivstovan á Svalbard.