Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-10, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. august 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 10. august 2011 · Nr. 91 Sosialurin Eftir at hava ligið uttan vit trý samdøgur, er Emil Bjarnaskor nú fluttur á Ríkissjúkrahúsið í Danmark. – Støðan er enn tann sama og vit hava framvegis ikki havt samband við hann, sigur familjan Rólant Waag Dam Klokkan átta í morgun, varð Emil Bjarnaskor útskrivaður av landssjúkrahúsinum. Tí­ verri fyri unga mannin og familju hansara, gekk leiðin ikki til Viðareiðis, men til heldur til Danmarkar og Ríkissjúkrahúsið, har Emil Bjarnaskor skal kannast nærri. – Støðan er enn tann sama og vit hava framvegis ikki havt samband við hann, siga umboð fyri familjuna í morgun. Tað eru kanningar úr eitt nú MR-skannaranum, sum vísa okkurt óregluligt niðar­ liga á heilanum. Hesar mynd­ ir vórðu sendar til Danmarkar í gjár til nærri kanningar. – Møguliga hevur hetta okkurt við lammilsi hjá hon­ um at gera, greiddi mamma Emil Bjarnaskor, Sunniva Bjarnaskor Simonsen, frá, í Útvarpinum hjá Kringvarpi­ num í gjárkvøldið. Sunniva Bjarnaskor Sim­ onsen og maður hennara og pápi at Emil, Freddy Simon­ sen, hava verið á Lands­ sjúkrahúsinum síðani Emil varð innlagdur sunnumorg­ unin. Nú eru bæði tvey farin til Danmarkar saman við Emil í morgun. Sum foreldur er støða teirra so at siga vónleys, ásannaði Sunniva Bjarnaskor Simonsen í Útvarpinum í gjárkvøldið. – Eg vildi ynskt, at eg kundi gjørt alt fyri hann, men eg fái einki gjørt, segði hon millum annað. Trupla støða teirra ger eisini, at tey ikki hava sovið nevnivert, síðani sonurin varð inn­ lagdur. – Eg fái illa sovið, tí hvørja ferð eg blundi, síggi eg, at Emil stríðist við okkurt. Eg veit bara ikki, hvat tað er, fortaldi Sunniva Bjarnaskor Simonsen, sum eins og restin av familjuni kemur við einari inniligari áheitan til fólk, sum møguliga vita eitt hvørt. – Eg biði inniliga um, at um tað er onkur sum veit hvar hann hevur verið, hvørjum hann hevur verið saman við, ella um hann hevur fingið okkurt frá onkrum, so sigi okkum frá. Tit behøvast ikki at siga, hvørji tey eru, ljóðaði áheit­ anin frá Sunnivu Bjarnaskor Simonsen, sum nú er saman við manninum og soni teirra, Emil Bjarnaskor, í Danmark. rolant@sosialurin.fo Ein ræðulig støða Tá Emil skuldi leggja seg at sova, varð hann heilt í ørviti, spýði illa og gekk sveimandi runt. - Hetta er nakað so ræðuligt. Vit hava als ikki havt samband við hann síðani sunnumorgunin, sigur mostir Emil, Mariann B. Petersen Rólant Waag Dam 19 ára gamli maðurin av Viðareiði hevur ligið í óviti síðani sunnumorgunin, tá hann kom aftur frá Sum­ mar­festivalinum. Familjan hevur als ikki havt samband við Emil Bjarnaskor, síðani hann varð innlagdur á Lands­ sjúkrahúsið. Sunnu­morg­ unin kom hann heim til skyldfólkini, hann búði hjá í Klaksvík meðan festi­ valurin. Tá Emil skuldi leggja seg at sova, varð hann heilt í ørviti, spýði illa og gekk sveimandi runt, áðrenn hann fall í óvit og varð fluttur á Landssjúkrahúsið. Síðani hevur Emil Bjarna­skor fingið lungna­ bruna og hevur tískil havt trupult við at anda. Tí varð hann lagdur í respi­ rator. Sambært familjuni hjá Emil Bjarnaskor, sum vit hava tosað við, hevur Emil helst tikið rúsevnir av onkrum slag. Ógreitt er, um hann sjálvur hevur tikið rúsevnini ella onkur hevur lumpað tað í hann. – Vit vita heldur ikki, hvat slag av rúsevni talan er um, og áðrenn vit vita tað, fáa læknarnir einki gjørt, sigur mostir Emil, Mariann B. Petersen. Hon heitir tí inniliga á fólk, sum hava sæð ella vita okkurt, um at seta seg í samband við seg. – Hetta er nakað so ræðuligt. Vit hava als ikki havt samband við hann, síðani sunnumorgunin, hevur Mariann B. Petersen fortalt. – Vit hava heldur ikki frætt frá nøkrum, sum veit, hvat hann hevur tikið. Nógv hava ring tog sms’a um, hvat er á mark­ naðinum av rúsevnum og hvat tað møguliga kann vera, men vit vita fram­ vegis ikki, hvat Emil møguliga hevur tikið, sig­ ur Mariann B. Petersen. Emil fluttur til Danmarkar 19 ára gamli Emil Bjarnaskor av Viðareiði hevur ligið uttan vit síðani sunnumorgunin, og varð í morgun fluttur til Danmarkar Biði fyri Emil Bjarnaskor er heiti á Facebook-bólki, sum hevði út við 4000 limir, tá blaðið fór til prentingar. Familjan hjá Emil Bjarnaskor hevur eisini nýtt Facebook, har tey hava heitt á fólk um at hjálpa sær