mikudagur 10. august 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. august 2011 · Nr. 91
14
Sosialurin
Heri Simonsen
Óli Jacobsen, sum vanliga skrivar
”Miðvikuna” í Sosialinum hevur
gjørt eitt stórt arbeiðið fyri at fáa
fram ta hjartanemandi søguna
um havnarmannin, D. J. Danielsen
(1871-1916), sum gjørdi eitt ógvuliga
stórt humanitert arbeiðið fyri at
vekja eyguni hjá umheiminum, so
endi kundi fáast á teimum ræðu
leikunum, sum tey innføddu í hjá
landinum, Belgiskt Kongo liðu
undir fyrst í 20. øld. Óli Jacobsen
hevur gjørt nógv fyri at leita fram
keldutilfar saman við øðrum, sum
prógva, at D. J. ”Dollin” Danielsen var
tann fyrsti føroyingurin, sum gjørdi
eitt ógvuliga munagott, humanitert
arbeiðið úti í tí stóru verð. Í fjør
heyst kom so bókin ”Dollin – Havn
armaðurin, sum broytti heims
søguna” í bókabúðirnar.
Ov lítið virdur
Óli Jacobsen var somikið víð
skygdur, at hann gjørdi ein góðan
enskan samandrátt, so fólk, utt
an fyri Føroyar, ikki minst fólk úr
Kongo, og Afrika annars kundu
frætta um søguna hjá tí viljasterka
havnarmanninum, sum ikki fann
seg í ræðuleikunum í Belgiskum
Kongo. Kortini dylur Óla Jacob
sen ikki fyri, at Dollin fær alt ov
lítla viðurkenning frá sínum lands
monnum, fyri sín avgerandi leiklut
at steðga ræðuleikunum í Belgisk
um Kongu fyrst í 20. øld.
Hóast Dollin var fullvitandi
um, at hann kundi rokna við at
verða bannaður atgongd til Belg
iskt Kongo aftur, so gjørdi havnar
maðurin kortini sítt til, at Balolo
missiónsfelagsskapurin tók eina
greiða frástøðu frá teimum ræðuligu
gerðunum hjá leigusveinunum hjá
Leopold 2., kongi av Belgia. Dollin
bleiv eisini av somu orsøk ”Persona
non grata” í Belgiskum Kongo.
Vitjaði grøvina
hjá Dollanum
Kongolesarin, Stephane Kabeya,
sum er giftur við Sigrun, fødd
Simonsen úr Fuglafirði, fekk 11 bøk
ur frá Óla Jacobsen, so hann kundi
luta søguna við aðrar kongolesar
um hendan merkisverda havnar
mannin, sum var við til at byrja eina
fólkarørslu, sum at enda gjørdist
so máttmikil, at Leopold 2., kongur
mátti frásiga sær Kongo, sum sína
privatu ogn.
Mánadagin 8. august var Step
hane Kabeya ein túr við Óla Jacob
sen og vitjaði grøvina hjá Dollanum
í Gamla Kirkjugarði á Svínaryggi í
Havn.
Fingið sterkari
tilknýti til Føroyar
Stephane Kabeya kennir nú, at við
søguni um Dollan, so hevur hann
fingið eitt enn sterkari tilknýtið
til Føroyar. Stephane heldur eisini,
at tað er hugaligt at kunna fortelja
sínum landsmonnum, at ein slíkur
humaniterur
vælgerðarmaður,
sum Dollin kom úr sama landi, sum
kona hansara, Sigrun. Hann heldur,
at føroyingar kunnu veruliga verða
stoltir av, at ein føroyingar var ein
av oddamonnunum, fyri at fáa ein
enda á teimum ræðuleikunum, sum
vóru gjørdir av belgiumonnum í
gummiplantasjunum í Belgiskum
Kongo, har fólk vóru myrd í hópa
tali, og nógv onnur upplivdu at
fáa aðra hondina kvetta av.
Stephane
Kabeya
leggur
herðslu á, at hann fer at gera sítt
til, at søgan um D. J. Danielsen
skal gerast kend millum sínar
landsmenn. Hann hevur longu
fingið fleiri bøkur frá Òla
Jacobsen til hetta endamálið.
Mánamorgun 15. august kl. 11.15
verður ein samrøða við Stephane
Kabeya at hoyra á Rás2.
Kongobúgvi er hugtikin
av »Dollanum«
Mánadagin 8. august
var Stephane Kabeya
úr Demokratiska
Lýðveldinum Kongo
í Gamla Kirkjugarði
á Svínaryggi í
Havn og vitjaði
grøvina hjá Kongo-
trúboðaranum, D.
J. Danielsen saman
við Óla Jacobsen
Óli Jacobsen og Stephane Kabeya á grøvini hjá Dollanum.
Óli Jacobsen hevur skrivað spennandi bók um virksemið hjá Dollanum í Kongo