mikudagur 10. august 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. august 2011 · Nr. 91
16
Sosialurin
A
bbi var skipari, førdi Flower,
átti Fram. Sum skipari mátti
hann taka avgerðir, nú skal eg. Tá ið
abbi sigldi var vitanin um lívfrøðina
í havinum nakað avmarkað, og
veiðiorkan tað sama, so illa bar til
at skipa vinnuna á sama hátt sum
á landi við greiðum ásetingum fyri
stovn og tøku, hvat skuldi setast
við, og hvat skuldi takast.
Kortini hava vit hagtøl aftur í
hansara tíð. Vanlig ár kunnu vit
fiska onkustaðni millum 25.000 og
40.000 tons av toski. Nú vita vit,
at tað javna avkastið um 30.000
tons, krevur stovn av ávísari stødd,
bæði til at tryggja nóg stóra gýting,
virka sum buffari í veiðini og liggja
uppímóti
øðrum
fiskasløgum.
Harumframt krevst samanfall av
náttúruumstøðum sum streymi
og gróðri. Vit vita eisini, at toskur
eftir fyrsta árið er rættiliga tryggur,
verður hvørki etin av øðrum ella
svimur burtur. Landleiðin tykist
betur stongd enn nakar aliringur
ella nøkur trøð. Vit kunnu tí goyma
okkum toskin til hann er búgvin,
um fimm ára aldur, tá ið hann er um
átta pund og gevur mest av sær.
Ivist onga løtu í, hvat abbi hevði
gjørt. Hann hevði brúkt mentan
sína at ásett skilagóðan politikk
út frá somu meginreglum sum á
landi – og hann hevði blakað tann
dekkaran í land, sum ikki hevði
makkað rætt.
Støðan er ikki meiri tvørlig
ella innviklað enn hetta, at fyrst
setur tú á bás, síðani heingir tú
upp á ás, fyrst leggur tú epli til
viks, setur lomb við, metir um
gýtingarstovnin, so kanst taka
tær burturav at kóka, fletta, fiska.
At vit ikki fyrr hava vitað, hvør
rætta skipanin var í sjónum, at vit
nústani hava granskað sjógvin eins
væl og hagan og bergið, broytir ikki
búnaðarligu meginregluna. Nú vita
vit alsamt meira og mugu handla
hareftir. Nú er høvi
at brúka
búnaðarmentan
okkara upp á
havbúnað eins
væl og landbún
að. Sama skilagóða virðing fyri
skaparverkinum,
sama
skylda
at fara væl um talentirnar, sama
skylda at leggja uppfyri, so vit
tola stundum at leggja stilt, lata
náttúruna hvíla og hava so frætt í
kaggunum, at vit hvørki svølta ella
mishalda lánsgjøldini, tá ið neyðugt
er at seta meiri við og taka minni.
Í løtuni eru vit so í teirri støðu
– og hava verið í henni í fleiri ár
– at vit taka ov nógv av smáum (í
fjør vóru 46% av veiddum toskum
undir fýra pund); stovnurin er
undirskipaður tíggjunda árið á rað,
tó at hann er batnaður í nøkur ár.
Hýsustovnurin er so illa fyri, at
ivasamt er, um hýsan megnar at
nýta sjálvt bestu náttúruumstøður
til at endurnýggja seg, enn minni
skapa tilgongd ið kann føra til
nakra burðardygga tøku.
Kjakið í seinastuni hevur verið
nakað avskeplað – heldur tú við
vinnuni ella lívfrøðini? Vit gloyma,
at veruliga avbjóðingin er búskapar
lig burðardygd, ikki lívfrøðilig. Vit
mugu lækka veiðitrýstið, tí tað
loysir seg! Í løtuni svarar lóg um
vinnuliga fiskiskap til, at loyvt var
at skjóta haru frá 1. august; talið er
kanska í lagi, men støddin skeiv.
Búskaparliga skilabesta veiðan
er ikki bara lívfrøðiliga burðar
dygg, men harumframt tryggjar
hon størst
møguliga gloppið millum kostnað
og inntøku, so avlopið verður
størst møguligt. Tíverri er so við
okkum í búnaði, havbúnaði eins
og landbúnaði, at hugurin er so
stórur, at vit halda áfram, sjálvt tá
ið raksturin gevur hall. Har liggur
eisini avbjóðing at skipa fiskivinn
una soleiðis, at hon í miðal gevur
avkast í øllum skipabólkum, og
hevur so avmarkað tal av skipum,
manning og øðrum innsatsi sum
til ber. Eisini mugu vit fáa eyga
fyri, at toskur bert er avmarkaður
partur av tí fiskameingi ið alist upp
í búskaparøki okkara. Vit máttu
kunna dríggja nøkur túsund tons av
toski, nú vit hava fingið eyguni upp
fyri 10.000-tals tonsum av makreli
og sild og loksins lata vera við bert
at keypa tosk aðrastaðni fyri hetta
ríkidømi.
So er tað mátin. Búskaparliga
kundu vit fyri fleiri skipabólkar
spurt, um ikki betur var at uppsagt
teimum við vánaligasta rakstrinum
yvir tíð heldur enn at skarva av
døgum hjá øllum. Hetta átti ikki at
verið so, men talan er um 'marked
failure,' vinnu ið ikki ber seg at sum
'búskaparligi maðurin' ger í teoriini.
Heldur enn at gevu ónum minni
hoyggj og vóna, at nakrar doyggja,
so mugu vit umhugsa at
svæva nakrar
og sleppa
undan, at hinar gerast
várveikar.
Burðardygga
politiska skipan
Sum
formaður
í
Sjálvstýrisflokki
num liggur mær
nógv á sinni at
menna
føroyska
politiska mentan,
so vit fáa stýri
aftur í sjálvstýri,
so vit á ting velja
fólk, ið ganga undan,
sannføra fólk við skili,
taka rættar avgerðir, ið
samanlagt kunnu met
ast sum politikkur, tilgongd framí
móti greiðum og kendum málum.
Eg bað herfyri reiðaríið um greið
boð: hvørjum skulu vit leggja okkum
eftir? So skal eg geva boð samsvar
andi. Landsnevnd Sjálvstýrisfloksins
vísti mær so á stevnuskránna, har ið
millum annað stendur:
»Mest loyvda veiði, tøkniligar stýr
ingar, friðingar og tillaging í veiði
orkuni, eru saman við fiskiloyvum,
besti stovnsvarðveitandi politikkur,
til tess at vit kunnu gagnnýta fiska
stovnarnar burðardygt við besta
samfelagsbúskapi fyri eyga.«
Landsnevndin útgreiðnaði hetta
millum annað soleiðis í samtykt til
valskránna fyri komandi val:
»- Vinnulív skal hava frælsi at
virka á skipaðum marknaði
- Vinnulív skal vera leyst av bæði
almennari stýring og stuðli
- Burðardygg fiskiveiða skal skip
ast eftir vísundaligum tilráðingum
Frælst vinnulív á skipaðum
marknaði skapar størsta avkastið
fyri samfelagsbúskapin. Við støði
í vísundaligum tilráðingum skulu
vit fremja miðvísa og burðardygga
stovnsrøkt, so vit gangnýta fiska
stovnar lívfrøði
lga burðardygt
og við besta samfelags búskaparliga
avkasti fyri eyga. Tá ið landið letur
rættindi til veiði og annað tilfeingi,
skulu tey bjóðast út í fríum handli,
og
búskaparligi
ágóðin
koma
føroyska samfelagnum til góðar.«
Samsvarandi
hesum
kann
eg
floksins vegna taka undir við
uppskotinum frá landsstýrinum í
ár, tí uppskotið førir okkum tann
vegin at koma fram at lívfrøðiligari
burðardygd. Enn er nakað eftir á
mál at náa búskaparliga burðardygd
(mest møguligt avkast, taka fiskin í
bestu stødd), men her tykist møgu
ligt at fáa langtíðarsemju millum
helst seks av sjey flokkum.
Skommin má vera hjá teimum,
sum hava latið staðið til so leingi
og tráðroynt eftir teimum somu
atkvøðunum við at tala fólki
eftir
munninum,
heldur
enn
at greiða teimum frá neyðugu
tillagingunum.
Stutta av tí langa er, at vit skerja
ikki fiskidagar. Heldur skipa vit
fiskivinnuna við áseting av fiski
døgum eins og øðrum avmarkingum
og fyriskipanum, so vit taka, hvat
er tøkt, eftir at hava sett við, og so
vit taka størst møguliga fiskin fyri
minst møguligan kostnað.
Vit mugu velja búskaparliga
burðardygd.
At seta við og taka
Tíðargrein
Kári á Rógvi
løgtingsmaður og formaður Sjálvstýrisfloksins
Støðan er ikki so innviklað:
Fyrst setur tú á bás, síðani
hengir tú upp á ás, fyrst leggur
tú epli til viks, setur lomb við,
metir um gýtingarstovnin, so
kanst tú taka tær burturav at
kóka, fletta, fiska...
Í øllum førum 1200 ár hava vit fingist við tilfeingi í hesum landi. Um talan var um seyð, tara,
haru, epli ella okkurt annað, var altíð greitt, fyrst seta við, so taka. Nú krevst skil í sjónum!
Kári á Rógvi,
formaður
Sjálvstýris
floksins:
– Vit skulu velja
búskaparliga
burðardygd
Valevni Sjálvstýrisfloksins til seinasta løgitngsval: Kári á Rógvi, floksformaður, bað flokkin um greið boð, hvørjum fiskivinnupolitikki flokkurin skuldi leggja seg eftir. Flokkurin vísti til stevnuskránna,
sum sigur, at »mest loyvda veiða, tøkniligar stýring, friðingar og tillagin í veiðiorkuni eru saman við fiskiloyvum besti stovnsvarðveitandi politikkurin, til tess at gagnnýta fiskastovnarnar burðardygt