Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-10, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. august 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. august 2011 · Nr. 91 20 Sosialurin Miðvikan Seinni partur V it sigldu runt alt Ísland. Eg havi verið inni á hvørji vík. Vit sigldu við forsýningum fyri bretar til tær støðir, teir høvdu um landið, og tað var nógvastaðni. Bretar her­ settu Ísland eins og Føroyar, men seinni komu amerikanarar eisini til Íslands. Eina stutta tíð var Andrias bróður eisini við. Hvalfjørðurin var millumstøð millum USA og Murmansk. Allar konvoyirnar sum sigldu hesa leið komu inn á Hvalfjørðin at bunkra. Tað vóru ikki færri enn 80.000 amerikanarar og bretar kring alt Ísland undir krígnum, teir flestu vóru á Hvalfjørðinum. Eina tíð arbeiddi Andrias eisini har. Vit sigldu við øllum møguligum. Tá troppaskip komu á redina í Reykjavík, førdu vit menninar inn á Hvalfjørðin. Tað vóru so nógvir umborð, sum tað fingu staðið á dekkinum. Ferðin tók einar tveir tímar. Tað vóru altíð tveir »supercargo«, umboðsmenn fyri bretsku myndug­ leikarnar, við. Einaferð komu vit á Patreksfjørðin og skuldu á Reykja­ vík. Vit skuldu sleipa ein veldiga stóran landgangsprám. Tað bleiv eitt so forferdiligt ódnarveður, at tað gekk bara eftir reyv. Skiparin kallaðist Kristoffersen, hann var finnlappi frá Alta í Noregi. Hann var eitt sindur brutalur. Teir báðir supercargo lógu næstan deyðir í koyggjuni av sjóverki. Skiparin fór við øks og høgdi í sleipilínuna. Tað fór ein táttur nú og ein tá. At enda slitnaði. So at purra út og siga teimum báðum frá støð­ uni. Har gjørdist einki. Vit komu so í øllum góðum á Reykjavík. Frukt var mangulvøra Frukt fekst ikki. Eina ferð fóru vit uppundir jól inn á Hvalfjørðin við fullari last av frukt, serliga appilsinir og súrepli. Tá orðnaði skiparin tveim­um at fara til bretarnar og bjóða teimum Woodpine sigarettir, tað dámdi teimum so sera væl. Teir so at práta við teir og uppihalda teim­um, meðan hinir fyltu uppí pos­ ar av leysari frukt. Men at taka ein heil­an kassa hevði ikki verið tolt. »Gaa Paa« var 150 tons til stødd­ ar. Umframt meg vóru tað bert norð­­menn, sum sigldu við. Har var eg við í 20 mánaðir út í eitt. Tað var einki óhapp, men tað var ikki altíð so hugaligt. Tað kundi eisini vera so sera kalt. Eina ferð vóru vit eitt sindur illa fyri av ísi uttanfyri Hornafjørðinum. Men at enda sluppu vit so inn í Havnina. Á nótaveiðu Eg vil siga tað, at man hevði tað gott í Íslandi. Aftaná fór eg so á sild. Tað vóru tveir bátar um eina nót, sum var tað vanliga. Annar báturin var úr Grundarfirði, og hin var úr Dalvík. Skiparin var av Eyrabakka. Vit vóru fýra føroyingar við. Umframt meg vóru tað Petur úr Porkeri og tveir beiggjar úr Kollafirði, Berint og Hammerik. Vit vóru 16 menn tilsamans, tveir vóru umborð í øðrum bátinum, og hinir umborð á hinum bátinum. Eg kom so heim í november í 1945 og fór yvir aftur at til jóla í 1946. Tá fór eg umborð á ein trolbát í Faksabuktini. Vit vóru 10 menn. Tað var sera nógvur fiskur, bert hálvsmáur tosk­ ur. Hann var kruvdur beint niður í last­ina, og vit avreiddu hvørt kvøld. Í februar vóru vit so óheldigir, at vit mistu ein mann, og tá bleiv einki skil á nøkrum. Eg kom so heim seinni tað summarið. Ein dagin kom ein motorbátur á Oyndarfjørð at seta Jógvan Martin Joensen av. Hann var navigatións­ lærari eina tíð. Jógvan Martin førdi »Fursund«, eitt farmaskip, sum plagdi at sigla uppá Grønland. Jógvan Martin segði, at teir á »Ørvi« manglaði ein mann. Teir skuldu á snurriváð, um eg ikki kundi fara við! Jú, tað helt eg. Skiparin var úr Mykinesi, Leivur Johannesen, sum seinni giftist í Japan. Tað var ein annar við úr Mykinesi, Leo Hans, forrestin pápi løgmann. Við vóru eisini Grækaris av Strondum og Jógvan Andrias úr Fuglafirði. Vit gjørdu tveir túrar. Tað var eingin motorpassari. Hann, sum var uppi, hann passaði motorin, sum var ein Tuxham. At passa henda motor skuldi verið ein løtt uppgáva. Tað var bert at fylla smyrjiapparatið og forbrúkstangan. Men so var tað onkur, sum hevði gloymt hetta, og motorurin smeltaði saman. Hetta var beint uppundir ólav­ søku. Vit lógu 44 fjórðingar frá Skál­ høvda. Tá kom »Thorhavn« eftir okkum. Hann sleipaði okkum inn á Havn­ina, har vit komu ólavsøkudag. Hetta var endin á hesum kjansi. Til Grønlands at læra danir at fiska Í 1948 gekk eg eftir keiuni í Oyndar­ firði. Eg hevði verið við »Sólbrún«, sum Jákup Andreas á Mýruni í Syðrugøtu førdi. Eg skuldi fara við aftur. Tá møtti eg Justines í Oynd­ arfirði, sum var ein koyrari. Hann spyr meg, hvat eg skuldi í summar. Um eg ikki hevði hug til at koma við honum til Tovkusak at rógva út? Vit skuldu læra danir at fiska og at flekja fiskin. Vit fóru yvir við einum skipi, sum æt Føniks. Vit komu inn fyri Tovkusak eitt sunnu­ kvøld, men sluppu ikki inn, tað var ein slíkur mjørki. Hvalbingar skuldu norður í Streymfjørðin, og vit fóru við norður hagar og fóru síðani suður eftir við tveimum nordafarbátum. Við vóru átta føroyingar, seks sørvingar og vit báðir úr Oyndar­ firði, tíggju danir og grønlendskur loðsur. Fyrst varð gist eina nátt í Kangamiut. Og síðan í Napasok. Har varð flaggað fyri brúdleypi, so vit komu í brúdleyp. Seinni kom Føniks suður og útgerðin fekst í land. Sørvingarnir høvdu róð út i Tovkusak í 1939. Ein teirra, sum var ættaður av Skælingi, Hans Niklái, átti tveir skúrar har. Teir vóru ikki forandraðir eftir øll hesi árini. Vit búði í skúrum inni á fastlandinum, men ótu úti á oynni. Fiskur var nógvur. Vit flaktu sjálvir fiskin. Tá so tíðin var farin, skuldi rigg­ ast til at fara avstað aftur. Vit høvdu pakk­að fiskin. Alt var fingið um­borð, Poli: Tí verður seinur kokkur kallaður Heini Napoleon Andreasen kom í fyrra partinum til, at hann fór við norska skipinum »Gaa Paa«, sum sigldi kring Ísland fyri bretska hervaldið Systkini í Tarti í 1985. Systrarnar f.v.: Maria, Matilda, Jóhanna, Olivia, Kala og Lina. Brøðurnir: Andrias, Sigfred, Poli og Arni. Hedvig og Hans eru deyð, tá ið henda myndini er tikin Freydis Poulsen, dóttir Jóhonnu, var eins og hini í Tarti so framúr skilagóð, og hon fekk tað mest ótrúliga av skafti. Hon var mangan holl í ráðum, eisini hjá tí, sum skrivar hetta. Tíverri doyði hon í góðum árum í vár. Allar myndirnar í hesi grein eru úr hennara Oyndarfjarðar søgu