mikudagur 10. august 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 10. august 2011 · Nr. 91
Sosialurin
Óli Jacobsen
olijacobsen@olivant.fo
og vit skuldu sigla 26. september. Tá
kom eitt himmalsins ódnaveður og
stormur. Alt frysti til.
Vit máttu bræða kava fyri at
fáa nakað at drekka. Men umsíðir
sluppu vit úr ísinum og fingu
eina góða reisu heim. Vit koma á
Havnina 19. november.
Við kraftblokki, á hemara
veiðu og í farmasigling
Eg havi eisini verið við nótabátum.
Eg var við tí fyrsta »Finni Fríða«
úr Gøtu, sum var ein umbygdur
línubátur. Skipari tá var Finnbogi
Hansen hjá Grækaris í Gøtu.
Eg havi eisini verið við tveimum
svenskum nótabátum. Annar var
»Ajax«, fyrrverandi »Vingaborg«.
Skipari var leirvíkingurin Eyðbjørn
Lervig, sum seinni førdi »Tjaldrið«.
Hin var »Abba«. Poul Grunnveit úr
Vík var skipari.
Eg var eisini nøkur ár við »Baki«.
Vit fiskaðu hemara og svartkalva
við Labrador. Hetta gekk sera væl.
Eg var kokkur og sigldi eisini við
»Baki« til Grimsby við flaki. Onkran
túr vóru vit í Cuxhaven. Eisini í
Boulogne í Frankaríki. Tveir túrar
fóru vit gjøgnum Kielarkanalina til
Poland eftir høgguslokki til agn.
Tey síðstu árini eg var burtur,
sigldi eg við »Nestindi« hjá Trader
line hjá Rósing Rasmussen. Hetta
var í 1984, tá ið »Líðartindur« kom.
Hann fekk ikki langa tíð. Hann var
frammanfyri sína tíð við »roll on«
og »roll of«.
Rósing skal eiga tað, at hann var
ein góður reiðari.
Tí kom kokkurin
at eita Heini
Eg kann minnast sum smádrongur,
tað vóru tvey áttamannafør í
Oyndarfirði við árum. Annað var
eitt sum bøndurnir áttu. Tað varð
eisini brúkt sum nótarbátur. Tað
vóru húskallarnir, sum kastaðu nót.
Teir vóru sum høvdingar, bøndurnir
og keypmenninir í Oyndarfirði.
Hin báturin var bygdur sum
grindabátur. Eg minnist, at mammu
beiggi Dánjal Jákup Anthoniussen,
bátasmiður, hann var biðin um at
smíða hendan bát. Hans, beiggi
mín, var húsasmiður, hevði lært hjá
Nordal Jacobsen, men hann dugdi
eisini at smíða bátar. Hann var
snøggur maður, og hann smíðaði
henda góða bát saman við Dánjal
Jákup.
Hvat Dánjal fekk í løn fyri at
smíða bátin, tað veit eg ikki, men
Hans fekk eina bundna troyggju.
Báturin fór til Suðuroyar, og hann
er ein av grindabátunum í Vági.
So er tað, at grindaboð eru í
Klaksvík. Teir fara við hesum átta
mannafarinum. Teir draga bátin
oman, og tað standa fýra menn
við bátin. So kemur ein framvið og
sigur við teir: »Fara tit í grind.« »Ja,«.
Um hann kundi sleppa við. »Nei, vit
eru mannaðir«, har stóðu bara fýra
menn. »Mannaðir?« spurdi hin.
Jú, teir bíðaðu eftir elduvíkingum.
Oyndarfjørður og Elduvík vóru so
nær í slekt. Tað var so grúiliga væl
millum bygdirnar. Teir lógu eisini
saman í sókn.
Tað var brim í Elduvík, so teir
sluppu ikki út. Tí var tað, at teir
bíðaðu eftir elduvíkingum. Eldu
víkingar høvdu eisini orð fyri at
geva sær so góðar stundir. So koma
teir eina ferð, og tá verður farið.
Men tá teir koma inn móti pollinum
í Klaksvík, nú frætta teir, at grindin
er deyð.
Teir fara tískil ikki inn til Klaks
víkar men leggja at landi í Ánunum.
Tá vóru bara 3 ella fýra hús í Ánu
num, og tey stóðu nakað niðan frá.
Undir einum veggi stóð ein maður.
Teir ganga so gásagongd niðan
eftir. So spyr hesin ánamaður tann
fyrsta: »Hvør Guds vinur er tú?«
Hann var Heini Berner Clement
sen úr Anfinnstovu í Elduvík.
So kemur tann næsti, Heini
Nygaard úr Nýggjustovu í Elduvík
Tann triði kallaðist Heini Elde
vig, vanliga róptur Lítli Heini.
So kemur tann fjórði: Heini
Hansen úr Áarstovu í Elduvík, van
liga róptur Stóri Heini.
Nú koma oyndfirðingarnir: Heini
Joensen, vanliga róptur Palli-Heini,
Heini Joensen, vanliga róptur Heini
í Mórsastovu, Heini Petersen, van
liga róptur Heini í Hoygarðshúsi, og
Heini Dahl, vanliga nevndur Heini í
Stovuni.
Tá svarar ánamaðurin til: »Nógv
fyri at koma her og reka spott á
meg. Tí eg eiti Heini Johannesen!«
Hetta var nokk so løgið. Tað
vóru bert 10 ár millum tann yngsta
og tann elsta, og allir vóru systkina
børn. Eg minnist teir eisini allar.
Søgan um allar hesar Heinar,
sum gjørdust ov seinir, sigst at
hava givið navnið til teir kokkar,
sum hava verið ov seinir at hava
máltíðirnar klárar!
Gjørdist leirvíkingur
Orsøkin til, at eg gjørdist leirvík
ingur var, at konan var úr Leirvík.
Eg ætlaði tað ikki. Men tað bleiv
soleiðis. Eg ætlaði mær at búgva í
Klaksvík, har eg hálvavegna hevði
keypt hús.
Verfaðir mín var Christian Chris
tiansen. Hann var ein av teimum,
sum sluppu við lívinum við »Erne
stinu«, tá ið hon gekk burtur í 1930.
Tað komu fimm beiggjar av
Skála til Leirvíkar. Ein av teimum
var Christian verfaðir mín. Hann
var kallaður Steinur, tí hann
búði fyrstu árini hjá eini fastur
heima við Stein sum kallaðist Lena.
Har var ein annar í húsinum sum
æt Christian. Fyri at skilja teir at
varð verfaðir kallaður Steinur.
Beiggin Petur Hans vaks upp
her niðri í Innistovu hjá fastrini,
Kristinu. Eftir at húsini hjá honum
fórust av minu undir krígnum,
flutti hann til Fuglafjarðar.
Brøður teirra Ásmundur og Óla
Jákup, vóru á Leingini hjá fastrini,
Skála Katrinu.
Beiggin Aksel var eina tíð á
Hellunum. Hann var bert 15 ára
gamal, tá ið hann doyði við skipi
saman við Óla Jákup. Tí eru fleiri
sum eru uppkallaðir eftir Aksel
eftir honum.
Genturnar vóru tríggjar, Alex
andra, vaks upp í Havn hjá einum
danskara av týskari ætt, sum hevði
Tauser til eftirnavn. Hon giftist við
eiðismanni, sum kallaðist Johannes
Poulsen, og sum fekk sær Tauser til
eftirnavn. Hann gjørdist ikki minni
enn 105 ára gamal, elsti føroyingar
vit vita um við vissu.
Johanna giftist til Vágs, kom at
eita Sumberg.
Axelina giftist til Selatraðar, hon
var uppkallað eftir beiggjanum.
Pápabeiggjarnir hjá Steini (Kristi
ani) her í Leirvík vóru gamli Svend,
Guttorm og Christian Christiansen.
Christian doyði sum ungur við
»Cyclon« í 1903.
Christian átti eina dóttir sum
kallaðist Malena á Leingjuni, hon
var forlovað í suðri við Emil, sum
fórst við General Gordon. Malena
bleiv seinni gift við Sylverius,
hansara næsta gifta, og fingu
børnini Otto, Kristiannu og Klaru.
Otto fórst í útlondum.
Tøkk til Pola
Poli og Jensy fingu eina dóttir,
Kristensu, og tveir synir, Mikkjal
og Hákun. Tað eru longu fleiri ár
síðani, at Jensy doyði. Men Poli
klárar seg væl einsamallan. Hann
er gamal kokkur, og hetta hjálpir
um. Heimahjálp hevur Poli ikki
brúk fyri.
Poli er ein av teimum, sum tað
er stuttligt at kenna. Hann skal hav
takk fyri sína frásøgn. Tað skal vera
ynskt honum hjartaliga tillukku við
teimum 90 árunum í gjár.
Dánjal í Ansastovu, mammubeiggi Pola, smíðaði grindabátin, sum Poli umrøður, saman
við beiggja hansara, Hans. Her er Dánjal saman við soninum Hans Christian
Ein av Heinunum, sum vóru ov seinir í grind,
Heini í Mórsastovu (1882-1970)
Ein Heini frá grindaferðini,
Heini Petersen (1882-1948)
Heini Dahl, (1872-1956), í Stovuni, og Henrietta Høgnesen
møta Símun Jakku á Hellunum við postsekki. Heini var
ein av teimum átta Heinunum, sum fóru í grind
Í komandi parti verður frá
søgn um Anfinn Mikkelsen,
sum hevur búð í Canada
stóran part av lívinum