mikudagur 10. august 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 10. august 2011 · Nr. 91
Sosialurin
Asta Vágadal Joensen
Vit sum eru eitt sindur
eldri
minnast
myndirnar
frá teimum hungursraktu
børnunum
í
Biafra
í
Kringvarpinum.
Her heima hoyra vit um
ringar tíðir frá summum,
álvaratos, meina tit veruliga,
at vit hava ringar tíðir?
Vit hava kanska ikki ráð at
ferðast eina og tvær ferðir
um árið uttanlands, og hvat
so? Tað doyggja vit ikki av.
Besta ferian er í Føroyum,
búgva á onkrum hotelli ella
gistingarhúsi, tað er sum at
vera uttanlands, vakrasta
land hava vit, enntá heitir
pottar eru eisini komnir
nógva staðni at fara í, osfr.
Men aftur til Somalia. Jú,
stjórnin hevur eina stóra
skuld í tí sum fer fram, men
har hevur ikki regnað í eitt ár
- eitt heilt ár! Og fólkið doyr í
hungri. Foreldrini hava onki
at geva sínum børnum. Eg
kann ímynda mær bara eitt
pinkulítið sindur, hvussu tað
er, men tað kann ikki saman
berast við Somalia. Í 90unum
var strævi, men vit áttu
altíð nakað at geva okkara
børnum
Men tey hava als onki,
heldur ikki vatn, meðan vit
ganga her og oveta okkum,
hava
stórar
trupulleikar
av fita, tað er til at fáa
ringa
samvitsku
av,
so
tað battar. Vit kunnu ikki
senda matin sum annars
fer í ruskspannina, men vit
kunnu geva pening, og biðja
til Gud um at hjálpin kemur
á rætta pláss, kemur fram til
hesi neyðars fólk.
Vit hoyra frá nýggja for
manninum í Reyða Kross,
Hjalta í Jákupsstovu, at har
í Somalia eru professionel
fólk, sum arbeiða og gera, at
gávan kemur fram
Øll kunnu vit lata nakað.
Vit føroyingar vera ofta róstir
fyri at geva so nógv, men eg
ivist ikki í, at vit kunnu geva
nógv meiri.
Hvussu kunnu vit goyma
pening í bankanum ella
undir madrassuni, tá vit
vita, at neyðin er so stór!!! OG
TAÐ GER MUN. Alt ger mun,
segði Snopprikkur, og tað er
so sannheit, sum tað er sagt.
Latið okkum nú taka
saman hendur og fara í
kistubotnin og bankan og
geva, ikki bara av yvirflóðini,
men GEVA.
Gud elskar ein glaðan
gevara.
Tað verður mangan tikið
til homuseksualitet í Sodoma
og Gomorra, men tað var
sanniliga ikki einasta syndin
har, tann størsta syndin var,
at tey gloymdu tey fátæku og
høvdu tó nokk av breyði. Og
lati okkum eisini læra okkara
børnum at geva.
e.s. Ongin hevur nakra
umbering fyri ikki at geva.
Til Føroya fólk
Tíðin er farin frá at tosa um
tað, nú er tíðin komin til at
gera nakað. Tað ræður um
at tora at gera nakað og gera
íløgur í samfelagið, soleiðis
at møguleikin hjá ungu
nýútbúnu fólkunum er til
staðar at koma heimaftur at
búgva og virka.
Í nógv ár hava vit havt
stórar trupulleikar við at
fáa ungu lesandi heimaftur
eftir loknan lestur. Hetta er
ein stórur trupulleiki, tí hesi
als ikki hava møguleikar
og
enn
minni
karmar
til
at
koma
heimaftur.
Leingi
hava
politikarar
tosað um, at viðurskiftini
skulu betrast fyri at fáa
hesi ungu heimaftur, men
enn er als einki komið
burturúr. Alt verður súltað
í arbeiðsbólkum ella aftan
fyri aðrar umberingar fyri at
sleppa undan at gera nakað.
Tí
kunnu
vit
spyrja
okkum: “Hvør er orsøkin til,
at tey ikki koma heimaftur?”
Haldi, at hyggja vit bert eftir
bústaðarviðurskiftunum, so
tala tey fyri seg. Tey kunnu
leiga sær bústað, tey kunnu
flyta heim til foreldur ella
kenningar ella keypa sær
hús. Latið okkum bara síggja
veruleikan í eyguni og siga,
at lítil møguleiki er fyri at
hesi flyta heim til foreldur
ella kenningar uttan so, at
foreldrini eiga íbúð ella aðrar
bústaðir, sum hesi kunnu
flyta í. Hetta er neyvan
galdandi fyri meirilutan, so
hetta loysir ikki trupulleikan.
Ein nýútbúgvin ungur eigur
so at siga ongar pengar og
hava mong av hesum eisini
lestrarlán. Hesi hava tískil als
ongan møguleika at keypa
sær bústað. Eftir stendur so
møguleikin at leiga sær ein
bústað. Øll vit, sum hava
roynt at leita eftir einari íbúð,
vita, at tað ikki er bara, sum
at siga tað. Prísirnir eru høgir
og útboðið sera avmarkað. Tí
er tað sera torført hjá hesum
ungu at koma heimaftur í
heila tikið.
Við alheimsgerðini eru
eyguni hjá fólki fyri umheimi
num veruliga latin upp. Ikki
er tað í líka stóran mun
tjóðskaparligar kenslur, men
heldur egnir møguleikar og
fyrimunir, sum binda ein
at landinum. Tískil mugu
Føroyar eisini her spíla seg út.
Vit mugu skapa karmarnar,
her verður hugsað bæði um
bústað og trivna. Somuleiðis
má eitt fakligt umhvørvi
skapast, so hesi fáa neyðugar
avbjóðingar í tí dagliga.
Hendan avbjóðingin verður
bert størri fyri hvønn dag,
ið gongur, og tí má byrjast
ongantíð ov skjótt.
Politikararnir
mugu
tí raðfesta at skapa hesir
karmarnar til ung føroysk
lesandi og nýútbúgvin, sum
eru stødd uttanlands, fyri at
fáa tey heimaftur.
Eitt nú átti tað at verið
ein treyt, at eitt nýmótans
samfelag hevur bústaðir, júst
til hesi fólkini. Uttan hetta, so
sigur tað seg sjálvt, serliga við
atliti til bústaðarviðurskiftini
í Føroyum, at hesi ikki koma
heimaftur. Longri vit bíða
at gera nakað, verri verður
at fáa tey heimaftur. Skjótt
knýta hesir útisetar bond og
seta eftirkomarar í heimin og
knýta sostatt bond til staðið,
har tey eru stødd.
Ung
nýútbúgvin
hava
ikki virði á bankabókini,
men virðið liggur í vitanini
hjá teimum. Hesi virði skapa
ikki bara meira virði fyri hesi
ungu á bankabókini, men
somuleiði sera stór virði fyri
samfelagið og samfelags
menningina í einum landi.
Tískil eru hesi ungu eitt tað
týðningarmesta tilfeingi, sum
eitt samfelag kann hava.
Hvat vænta politikararnir,
tá hesir siga “komið heim
aftur”? Hvar er virðingin fyri
teimum
ungu
nýútbúnu,
tá vit ikki virðismeta teirra
tilfeingi nóg mikið til at
skapa karmar fyri at fáa
hesi heimaftur. Tey velja at
fara uttanlands at ogna sær
vitan, so tey kunnu geva sam
felagnum enn meira, men fáa
ongan møguleika at koma
heimaftur við hesari vitan.
Skulu
vit
í
Føroyum
framhaldandi nýta okkara
orku uppá t.d. at bora tunlar,
byggja ellisheim, ella er
tíðin nú komin at nøra um
ungdómin, sum einaferð skal
bera samfelagið víðari. Er
tíðin ikki komin at taka hesi í
álvara og skapa eina framtíð
fyri útbúgvin ung. Hetta er
uttan iva mest afturúrsigldi
parturin av samfelagnum.
Tað eigur ikki at verða ein
spurningur um pengar, men
ein spurningur um raðfesting,
so at ein munandi upphædd
er oyramerkt á fíggjarlógini
2012 til hetta arbeiðið.
Eftir sita tey, sum ongantíð
komu aftur og vita hví.
Eftir sita tey, sum eru
lesandi og ikki vita, hvussu
tey passa inn í samfelagið
Føroyar.
Eftir sita tey mongu ungu,
sum eru á veg av landinum,
hagani ein stórur partur
ongantíð kemur aftur.
Latið okkum geva teimum,
sum nú fara av landinum at
lesa og longu nú leggja til
rættis framtíð sína í Føroyum,
best møguligar karmar, tá
tey venda heimaftur. Tá
fara nógv at fylgja aftaná og
verður hetta byrjanin til, at
vit fáa ungdómin heimaftur
eftir lesnað uttanlands.
Nóg mikið tosað, latið okkum nú gera
nakað fyri at fáa ung heimaftur
Arne Winthereig
Ein tann mest átroðkandi og týdningarmesta avbjóðingin hjá sitandi og komandi løgtingi er at
stinga út í kortið og leggja ætlanir fyri, hvussu vit fáa ung nýútbúgvin fólk heimaftur
Nú um dagarnar hoyra vit um alt møguligt, sum vanligt. Men í seinastuni er tað
serliga um hungursneyðina í Somalia, og vit hugsa kanska, ikki aftur nú!