mikudagur 10. august 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. august 2011 · Nr. 91
24
Sosialurin
Ítróttur
Brian Kerr
í stórformi
Føroyski landsliðsvenjarin var í stórformi, tá hann í gjár hevði tíðindafund á Ramada Plaza gistingarhúsinum. Hann
fortaldi bretsku miðlinum um umstøðurnar í Føroyum og legði afturat, at hann hevur áhuga at halda fram sum
landsliðsvenjari
Tróndur Arge – Belfast
Klokkan er farin av fimm og skriv
andi fjølmiðlarnir bíða enn eftir
Brian Kerr. Tíðindafundurin er
settur at byrja klokkan fimm, men
uttanfyri hevur Sky Sports fingið
orðið á føroyska landsliðsvenjaran.
Hann er prátingarsamur og tykist
avslappur. Løtu seinni er klárt til
tíðindafundin og fitt av bretskum
fjølmiðlum eru møttir upp.
Sáttamálin
Nakað av tí fyrsta Brian Kerr verður
spurdur er um sáttmála viurskiftini.
Sáttmálin millum hann og føroyska
fótbóltssambandið gongur út um
ein mánað ella so.
– Eg eri ikki kendur fyri at gera
nógv um meg tá sáttmálaskeið
ganga út. Eg havi eitt nú verið í
sama felagi í 10 ár. Eg trívist væl í
hesum leiklutinum og um FSF eru
áhugaðir, so eri eg eisini áhugaður
at halda fram sum landsliðsvenjari,
segði Brian Kerr.
Sutt eftir spurdi bretskur tíð
indamaður Fróða Benjaminsen,
liðskipara á landsliðnum, um hann
ynskti at Brian Kerr skuldi halda
fram. Fróði kláraði illa nokk at fáa
orðið upp, áðenn Brian Kerr breyt
hann av.
– Nú hevur tú bara at hugsa teg
væl hvat tú sigur, tí eg havi ikki sett
liðið enn, segði Brian Kerr við Fróði
og øll sum vóru til tíðindafundi
fóru at flenna.
Liðskiparin er tó ikki í iva um, at
hann vil hava Brian Kerr at halda
fram.
– Hann hevur tilført liðnum
nógv, millum annað hevur hann
fingið okkum at trúgva upp á
okkum sjálvar. FSF veit eisini
hvat vit á landsliðnum halda um
landsliðsvenjaran, segði Fróði Ben
jaminsen.
Ongir útlendingar
Brian Kerr vísti fleiri ferðir á truplu
umstøðurnar í Føroyum í mun til
mótstøðuliðini. Hann vísti eisini
á, at tað bara eru “føroyingar”,
sum hann orðaði seg, á føroyska
landsliðnum.
– Í eitt nú Írlandi gera tey nógv
burtur úr at fáa innflytarar og fólk,
ið hava røtur í Írlandi, at luttaka á
írska landsliðnum. Hetta er tó ikki
støðan í Føroyum, hóast tað eru fleiri
útlendingar, ið hava búð í Føroyum
í longri tíð. Hesir leikararnir kundu
tilført landsliðnum nakað, men
tað er ikki nakað, ið arbeitt verður
nakað serligt við, segði Brian Kerr.
– Tað eri eg eitt sindur vónbrot
in av, men samstundis ger tað, at
hópurin er væl samansjógaður(?).
Vit hava ongar trupulleikar í
hópinum av leikarum, ið ikki kenna
sítt pláss og ikki passa inn í hópin,
segði Brian Kerr.
Spæla í Hvalba
Landsliðsvenjarin skemtaði eisini
við, at ein møguligur landsdystur
móti Írlandi við honum á odda
verður spældur í Hvalba. Hann
vísti á, at tað tók tveir tímar at sigla
suður og har var einki gistingarhús.
Tað er nú ikki heilt rætt, men
bretsku miðlarnir skiltu hvat hann
meinti við.
Somuleiðis forkláraði hann um
forholdini í føroyskum fótbólti.
Hann tosaði millum annað um
steypafinaluna
landskappingina
og um innsatsin, sum fótbólts
sambandið og feløgini hava gjørt
fyri at fáa Føroyar fluttar ein
styrkis bólk upp.
Trýsta Brian Kerr
Fleiri miðlar í Norðurírlandi hava
roynt at trýst Brian Kerr eitt sindur
við at hann var so fegin, tá Føroyar
fingu javnleik á Svangaskarði móti
Norðurírlandi í fjør.
– Tit mugu skilja, at vit spæla
móti oddsinum hvørja ferð vit fara
á vøllin. Fram til tann dystin høvdu
vit tapt allar dystirnar í undan
kappingarbólkinum. Tí var tað ein
stór gleði, tá dómarin bríkslaði fyri
seinastu ferð í dystinum og vit
høvdu vunnið eitt stig, segði Brian
Kerr.
Brian Kerr nýtti nógva orku
upp á at forklára støðuna hjá sær
viðvíkjandi javnleikinum. Hann
vísti eisini á, at liðið júst hevði tapt
5-1 í Slovenia undan dystinum móti
Norðurírlandi.
Liðið í kvøld
Brian Kerr var lítillátin, tá tosið
kom inn á liðið til dystin í kvøld.
Hann váttaði, at allir mans eru tøkir.
Arnbjørn Hansen, ið skoraði tvey av
málinum í steypafinaluni, hevur
trupulleikar við knænum. Hann
vandi tó við fullari ferð í gjár.
Tað er tó ilt at meta um, hvussu
liðið ferð at síggja út í kvøld, tá
dómarin klokkan 19.45 bríkslar
fyri fyrstu ferð á Windsor Park.
Einar T. Hansen og Pól Jóhannus
Justinussen, ið spældu á ávíkavist
vinstra bakki og vinstu mið, eru
ikki við. Tað kundi verið líkt til,
at
Viljormur
Davidsen
byrjar
inni á vinstra bakki og antin Súni
Olsen ella Daniel Udsen á vinstra
miðvøllinum.
Eitt boð upp á liðið er:
Málmáður: Jákup Mikkelsen
Verjan frá høgru: Jónas T. Næs,
Atli Gregersen, Jóhan T. Davidsen,
Viljormur Davidsen
Miðvøllurin: Hjalgrím Elttør, Fróði
Benjaminsen, Atli Danielsen, Daniel
Udsen/Súni Olsen
Framherjar: Christian L. Holst og
Jóan Símun Edmundsson.