mikudagur 10. august 2011síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 10. august 2011 · Nr. 91
Sosialurin
Tíðargrein
Johan Mortensen
johan_m@olivant.fo
F
ólkatingsval
stendur
fyri
framman og eiga vit at fyrireika
okkum til hetta val sum hevur so
stóran týdning fyri okkara samfelag.
Árliga veitingin uppá slakar 700
mio kr kemur væl við og vit njóta
gott av donsku heilsu og útbúgv
ingarmøguleikunum, men eg sakni
kortini nógv meira samstarv millum
føroyskt og danskt vinnulív og at
politisk sambond og netverk verða
betur gagnnýtt. Vit kunna fáa nógv
meira burtur úr ríkisfelagskapinum
um vit leggja í.
Eg havi stóra virðing fyri donskum
vinnulívi sum er millum tey bestu í
heiminum og sum er fundamentið
undir danska vælferðarsamfelag
num sum eisini so nógvir føroy
ingar njóta gott av.
T
að var ynskiligt, um okkara
næstu
Fólkatingsumboð
–
kvinna sum maður – fara at legga
doyðin á at slóða fyri og eggja til
samstarv millum føroyskar og
danskar fyritøkur. Umboð okkara
eiga at vera aktivir sendiharrar
fyri føroyskt vinnulív, og verða
við at kveikja áhugan fyri øktum
samstarvi landanna millum.
T
að eru nógvir møguleikar
fyri vinnuligum samstarvi, til
dømis eru danir sera frammarlaga
á grøna orkuøkinum, og tá Jørgen
M. Claussen frá stóru Danfoss fyri
tøkuni, sum m.a. arbeiðir við aldu
orku, var her í fjør á fyrsta sinni,
var hann hugtikin av tosinum um
sjóvarfallsorku. SEV hevur í dag eitt
gott samstav við DONG um vind
orku, GRANA verkætlanin. Eydnast
næsta oljuboringin hjá okkum til
várs, fara vit at síggja nógv meira til
danska oljufelagið DONG ENERGY,
sum eg altíð havi hildið er millum
best egnaðu partnarar hjá Føroyum
í oljuvinnuni.
Eg vænti at á gastronmiska øki
num fer nógv at henda. Heimsins
besta matstova NOMA hevur tætt
samband við føroyskar gourmetar,
Danish Crown luttekur við skinku
turking og í næstum kemur eisini
mjólkarkoncernin ARLA henda
vegin við einari spennandi verk
ætlan.
G
ransking og IT eru upplagdir
møguleikar, og so sjálvandi
eisini fiskaútflutningur og vøru
menning á hesum øki.
Okkara
dugnaligu
sjófólk
við
danska handilsflotanum leggja
hvørt ár umleið eina góða milliard
í okkara landskassa. Eitt gott íkast
má sigast.
T
að er mín sannføring, at før
oysku fólkatingsumboðini
skulu luttaka í donskum
politikki og fara í sam
gongur, sum tæna føroysk
um áhugamálum. Vit eiga
at dyrgja eftir einum ráð
harrasessi í næstu donsku
stjórnarsamgonguni. Ein
føroyskur ráðharri fyri
Føroyar,
Grønland
og
havumhvørvi var kanska
eitt gott hugskot !
O
kkara
umboð
mugu
gagnnýta
donsku
politikar
arnar
og
donsku
sendistovurnar
í
EU, ST og NATO
nógv meira, enn
kanska gjørt hevur verið. EU er
okkara høvuðsmarknaður, og sjálvt
um eg sjálvur eri ímóti føroyskum
limaskapi, er neyðugt at vit røkja
relatiónirnar til EU nógv betur, enn
vit gera, og eisini at fáa danskar
parlamentarikarar at hjálpa okk
um í nógv størri mun, nú vit hava
mist allar fiskiveiðiavtalur við
EU á gólvið og tosið um handils
boykott móti Føroyum harðnar,
og okkara almenna umdømi
verður hunddálkað av pseudo-
umhvørvisfólki, sum hava frítt at
fara um oyggjarnar í løtuni.
Vit eiga at hugsa um føroysku
relatiónirnar til NATO, nú
danir hava formannsessin
har. Føroyar mugu hava
gott samband við NATO,
og haldi eg tað var stórt
spell, at Mjørkadalsstøðin
varð
heilt
niðurløgd.
Tíðirnar og geopolitiska
støðan er nógv broytt
síðan kalda kríggið, og kundi tað
verið ein trygd hjá Føroyum í dag at
havt støðina operativa. Ikki eiga vit
at gloyma, hvussu stóran týdning
Færøernes Kommando og donsku
verjuskipini hava fyri trygdina á
okkara stóra sjóøki.
S
amanumtikið er økt samstarv
vegurin fram. Mangt bendir á at
Tjóðveldið fær eitt gott fólkatings
val, og ivist eg ikki í, at flokkurin fer
positivt at gagnnýta støðuna, um so
verður.
Vit, Danmark og
Ríkisfelagsskapurin
Sakni meira samstarv
millum føroyskt og danskt
vinnulív, og at politisk
sambond og netverk verða
betur gagnnýtt
Økt sam
starv vegurin
fram