fríggjadagur 12. august 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 12. august 2011 · Nr. 92
4
Sosialurin
Leo Poulsen
Jóhan
Dahl
var
leingi
heitur talsmaður fyri at
fara undir at byggja nýggja
nólsoyarferju longu í hesum
valskeiðinum. Hann hevði
eitt nú ætlanir at flyta 20
ónýttar milliónir frá bygging
av nýggjum vaktarskipi til
eina nýggja nólsoyarferju,
men henda ætlan gjørdist tó
ikki til nakað.
20 milliónir høvdu annars
verið helmingurin av kostn
aðinum fyri nýggja nólsoyar
ferju, og tá ætlanin var, at
hendan skuldi byggjast á
føroyskari skipasmiðju, hevði
tað bæði tryggjað arbeiðs
pláss og varðveitt ta serfrøði,
ið skipasmíð nú einaferð er.
Nú vil Bjarni Djurholm so
hava nýggja nólsoyarferju á
breddan aftur, og hann hevur
tí í gjár borið eitt uppskot
niðan í Tingið, um at taka
nýggja nólsoyarferju við í
fíggjarætlanina fyri 2012.
Uppskotið í sjálvum sær
er stutt og greitt:
»Heitt verður á lands
stýrismannin í vinnumálum
um at raðfesta nýggju nóls
oyarferjuna soleiðis, at hon
verður
framskundað
og
verður við í løguætlanini hjá
landsstýrinum á fíggjarlógar
uppskotinum fyri 2012«.
Í viðmerkingunum verður
sagt, at fyrra ABC-lands
stýrið
fyrireikaði
nýggja
nólsoyarferju. Og á heysti
2007
var
skitsuppskotið
liðugt og skipað varð fyri
kunning fyri bygdarfólki
num í Nólsoy um nýggju
ferjuna.
Málið fall
burtur
Landsstýrið hevði á heysti
2007 skotið upp á fíggjarlóg
ini fyri 2008, at settar vóru
fýra milliónir krónur av til
projektering av skipinum. Pro
jekteringin skuldi vera liðug
á heysti 2008 og byggingin
byrja við ársenda sama ár.
Nýggj nólsoyarferja kost
aði góðar 40 milliónir krón
ur, og var ætlanin at játta
peningin yvir tvey fíggjarár.
Harumframt bleiv Løg
tingið í 2007 biðið um eina
millión krónur at dýpa innsigl
ingina til Nólsoyar Havn, so
at innsiglingin gjørdist betur
egnað til størri ferju.
– Men val varð útskrivað,
áðrenn
fíggjarlógin
fyri
2008 bleiv samtykt. Sostatt
datt
nólsoyarferjan
og
dýpingin
tíverri
burtur,
sigur
Bjarni
Djurholm
í
viðmerkingunum.
Og hann sigur víðari:
»CHE-samgongan,
sum
koma aftaná, valdi ikki at
hava
nólsoyarskipið
við
á fíggjarlógini fyri 2008,
hóast
allar
fyrireikingar
frammanundan vóru greidd
ar, so at farast kundi undir
projekteringina. Var nólsoyar
skipið
frá
2007
annars
realiserað, so var nýggja
ferjan liðug fyri ári síðani«.
– Tá so nýggja ABC-sam
gongan kom var væntandi,
at
nýggja
nólsoyarferjan
aftur kom á skrá, men lands
stýrismaðurin, sum nú umsat
nólsoyarfarleiðina
valdi
heldur at umvæla Ternuna
og seta hana á farleiðina.
Ternan er ikki er best egnaða
skipið, umframt at hon er
avloysararskip hjá SSL, sigur
Bjarni Djurholm.
Sostatt
var
næstbesta
loysnin vald, og var tað spell, tá
avleiðingarnar javnan ávirka
ferðasambandið millum Nóls
oy og Havnina negativt.
Útilokað til 2016
Einasta rætta er, at byggiætl
anin frá 2007 aftur kemur
á skrá, so nólsoyingar fáa
nýggja tíðarhóskandi ferju,
bert ætlað til farleiðina um
Nólsoyarfjørðin. Tað er klárt
at fara undir projekteringina.
Eitt byggiprojekt, sum
eisini man koma væl við hjá
føroyskum byggismíði, gevur
arbeiðspláss og víðkar um
ekpertisuna hjá vinnuni.
Skal Nólsoyggin mennast
og bygdafólkið annars støðast,
so er høvuðsfortreytin, at
nólsoyingar fáa nýggja ferju
til flutning um fjørðin. Tað er
púra øvugt, at nólsoyingar,
frá at hava Rituna burturav,
nú eru endaðir við einum
avloysaraskipi.
Í mai-mánaða í ár samtykti
minnilutasamgongan
og
teirra stuðulsflokkar íløgur
fram til 2016, har nólsoyar
skipið tíverri ikki var við. Tað
var stórt spell og til skaða
fyri ætlaðu ferjubyggingina.
– Tí verður skotið upp,
at landsstýrið fær nólsoyra
ferjuna við í íløgukarmin fyri
komandi trý árini og leggur
hetta fyri Løgtingið í fíggjar
lógini fyri 2012, sigur Bjarni
Djurholm.
Enn er ikki greitt, nær
málið fær fyrstu viðgerð í
Løgtinginum.
leo@sosialurin.fo
Vil hava nólsoyarferju
á breddan aftur
Ein tann, ið man hava arbeitt harðast fyri at útvega nólsoyingum bestu
umstøður, bæði tá hugsað verður um havnarlag og flutningsumstøður
annars, er helst Bjarni Djurholm, og nú vil hann hava landsstýrið
at taka nýggja nólsoyarferju við í fíggjarætlanina fyri 2012
Skitsuprojekt er longu gjørt til nýggja nólsoyarferju, og við í upprunaligu verkætlanini
var møguleikin at skifta yvir til vetnu, tá tíðin er búgvin
Bjarni Djurholm bar í gjár uppskot niðan í
Løgtingið um at nýggj nólsoyarferja kemur
vikð á fíggjarlógina longu fyri 2012