Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. august 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 12. august 2011 · Nr. 92 Sosialurin Leo Poulsen Í dag byrjar Ovastevna so smátt. Jubileumsár er við tað at í ár eru liðin 25 ár, síðani Ove Joensen einsamallur umborð á Dianu Victoriu róði úr Nólsoy til Langelinje. Hetta er samstundis 19. ferðin, at skipað verður fyri Ovastevnu, og hesaferð ber hon eisini brá av, at talan er um jubileumsár. Tað verður borgarstjórin í kommununi, Heðin Morten­ sen, ið fer at seta setvnuna í morgin klokkan 14 undir Mikkjalsveggi. Men hvat ætlar borgarstjórin at leggja dent á í síðari setanarrøðu. – Eg var jú sjálvur til staðar fyri 25 árum síðani, tá Ove Joensen kom á land á Langelinje. Eg fari at nevna nakað av tí, ið eg tá sum ÍSF-forseti upplivdi í samband við bragdið, sum Ove Joensen framdi, sigur Heðin Mortensen. Ovasteva er eisini enda­ bresturin á summar­stevn­u­ num, og er fyri so vítt meiri enn ein vanlig bygdar­stevna, tí hon verður hildin í minni­ num á einari føroyskari hetju. Harav eisini navnið. – Ovastevnan er eisini ein tann stevnan, ið savnar lutfalsliga mest fólk, og mær er sagt, at til tíðir vóru 20 ferðir so nógv fólk í Nólsoy í senn, sum tað eru íbúgvar, og tað hevði svarað til, at 400.000 fólk vóru á ólavsøku, sigur Heðin Mortensen. Traditiónir Hann vil sjálvandi ikki av­ dúkað ov nógv av tí, hann fer at siga í setanarrøðuni, men sigur tó, at hann fer at nema við ríka mentanarlívið, sum Nólsoy er kent fyri. Bæði tá tað kemur til tónleik, sang og sjónleik. Nólsoy hevur jú eisini rík­ar møguleikar, tá um vinnu­lívið ræður. Kommunal­ politik­ar hava víst seg at hava ein serliga forkærleika, tá tað ræður um at lívga um oynna. – Tað er uppgávan hjá okkum politikarum at skapa karmarnar, og so er tað upp til nólsoyingar at fylla karmarnar. Men einki er at ivast í, at møguleikarnir eru vorðnir munandi betri, eftir at Ternan er farin at røkja farleiðina um Nólsoyarfjørð, sigur Heðin Mortensen. Borgarstjórin nevnir eisini mongu traditiónirnar, sum hava tikið seg upp í sambandi við Ovastevnuna. Ein, sum er næstan líka gomul sum stevnan sjálv, er kabarett­in, sum í ár hevur 18 ár á baki. Eisini verður nomið við svimjingina, sum verður fyriskipað fyri 15. ferð og nú er ein onnur traditión við at taka seg upp, nevni­liga renningin niðan á Oyggjarmúla. Tað fer eisini at verða 10-11 ár síðani, at Hósvíkar Róðrar­ felag í samráð við nevndina fyri Ovastevnu gjørdu av, at regattain skuldi enda í Nólsoy, og hendan er vorðin fastur táttur av stevnuni. – Nólsoyingar eru kendir fyri sín góða vertskap, og hann vænti eg ikki fer at fornokta seg í ár heldur, sigur Heðin Mortensen. Sum nevnt verður Ova­ stevnan sett leygar­dag­in klokkan 14 undir Mikkjals­ veggi – har sum minnisplátan um Ova stendur, og har sum Ærisportrið er. Nólsoy opin fyri møguleikum Nú í morgun varð seinasta hondin løgd á fyrireikingarnar til Ovastevnuna 2011, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, hevur eisini lagt seinastu hondina á setanarrøðuna, sum hann skal halda undir Mikkjalsveggi klokkan 14 í morgin Ovastevna er nakað heilt fyri seg, nakað egið. Tí tað eru nólsoyingar, sum skipa fyri. Tað er ein helst vanlig hugsan – í hvussu er millum nólsoyingar. Tað eru í ár liðin 25 ár síðani Ove Joensen í 1986 róði allar teir 1800 fjórðingarnar úr Nólsoy til Langelinje, eftir at hann mátti seta upp í Hetlandi, bæði í 1984 og 1985. Tær báðar ferðirnar byrjaði hann ferð sína av Havnini, og nólsoyingar eru sannførdir um, at tað, at hann í 1986 legði frá landi í Nólsoy, var avgerandi orsøkin til, at hann megnaði bragdið tað árið. Fyri 19. ferð skipar Stuðuls­ nevndin fyri Svimjihyl í Nólsoy fyri Ovastevnu. Og stevnan hevur drigið fleiri traditiónir við sær gjøgnum árini. Longu annað árið – í 1994 – tóku nóls­oyingar stig til eina kabarett, sum fyrsta árið mest var ein parodi upp á mest orginalu nólsoy­ing­ arnar, og sum nólsoyingar tóku sera væl ímóti. Hetta var nakað nýtt og forkunnugt, og gav blóð á tonnina at halda fram. Síðani hevur kabarettin so líðandi ment seg. Summi ár er gjørt meiri burtur úr, summi ár minni. Tað, sum kortini hevur eyðkent kabarettina flestu árini er, at hon hevur verið rættiliga lokal. Spælið hevur kortini verið soleiðis, at eisini avbygdafólk hava fingið fitt burtur úr kortini. Ljósshow Men í ár er lagt á annan bógv. – Í ár hava vit valt at fáa okkum ein leikstjóra burtur av. Tað er Klæmint Isaksen úr Gøtu, sum skal leikstjórna hópinum, sigur Súni Joensen, sum skipar fyri kabarettini í ár. Hann sigur, at kabarettin hesaferð als ikki er so lokal sum undanfarin ár, kanska heldur tvørtur ímóti. – Vit hava ikki lagt okkum á nakran reyðan tráð í kabarettini. Í hvussu er ikki enn. Hinvegin er nógv gjørt burtur úr at skriva leikrit. Talan verður um fleiri sketsjir, sum eru breitt um­ boðandi, og sum verða væl vandar, sigur Súni Joensen. Teir hava eisini lagt dent á, at fáa sera dugnaligar tónleikarar at spæla undir. – Vit fara eisini at leggja dent á góða ljósseting, so talan verður í stóran mun um eitt show – og nakað heilt annað, enn nólsoy­ingar eru vanir við til Ovastevnu­kaba­ rett, sigur Súni Joensen. Leikararnir eru allir nóls­oyingar, við Barbaru Andreasen og Súna Joensen á odda. Bæði eru við í um­ mælara­rósta leikinum hjá nólsoying­um, Havgird, sum bæði til norðureuropeiskan og altjóða festival hevur fingið nógv rósandi orð á vegnum. Umframt tey bæði nevndu spæla eisini Villy Joensen og systrarnar Andrea og Jacoba Jacobsen við í kabarettini í ár. Hesi trý hava eisini roynt seg fleiri ferðir í kabaretthøpi. Sum vant verður kaba­rett­ in sýnd klokkan 19 fríggja­ kvøldið fyri børnum og so aftur klokkan 21. Leygar­ dagin aftur klokkan 19 og so sunnudagin og mánadagin klokkan 20. Og so kann skoytast upp í, at mána­kvøld er kabarettin vanliga víðkað við onkrum, ið hent er um stevnuna. Hóast leikararnir fyri tað mesta eru teir somu, verður kabarettin á Ovastevnu í ár øðrvísi, enn undanfarin ár. Størri dentur verður lagdur á leikrit og ikki minst ljós Ein øðrvísi kabarett í ár Barbara Andreasen og Súni Joensen eru bæði við í leikinum hjá nólsoyingum, Havgird, og verða helst berandi kreftirnar í kabarettini í ár Tað verður Heðin Mortensen, ið setur Ovastevnuna 2011