Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-08-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. august 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 12. august 2011 · Nr. 92 10 Sosialurin Leo Poulsen Norsk bløð eru nú av álv­ara farin at seta ljós­ kast­ar­an á løgregluna og henn­ara handfaring av terror­atsóknini, serliga á Utøya. Aftenposten – og Dag­ blad­et eisini – bóru í gjár tey tíðindi, at Anders Behring Breivik steðgaði á undir massakruni á Utøya fyri at ringja 112 og yvirgeva seg. Tað sigur verji Hansara, Geir Lippe við Aftenposten. Sambært verjanum ringdi Breivik heilar tíggju ferðir til lørgegluna, tó at hann »bert« kom ígjøgnum tvær ferðir. Tað hevur fyrr verið frammi, at Anders Behring Breivik ringdi til løgregluna, men tá vóru boðini frá honum ikki nágreiniliga endurgivin. Nú sigur Geir Lippe – verjin hjá Anders Behring Breivik – at terrorskuldsetti maðurin undir longum avhoyringum týsdagin og mikudagin greiddi frá, at hann hevði giv­ ið alarmsentralinum boð um, at hann yvirgav seg. – Hann greiðir frá, at hann í góðari tíð áðrenn hann varð handtikin sjálvur ringdi til løgregluna. Hann sigur, at hann ringdi tíggju ferðir, og at hann tvær ferðir slapp ígjøgnum. Hann presenteraði seg tá sum kommandør og uppgav fult navn. Klientur mín segði, at hann ynskti at yvirgeva seg – hann brúkti orðið »kapitulera« - og bað um váttan frá løgregluni um, at yvirgevingin var góðtikin. Hann pástendur, at hann fekk afturmeldingar, sum hann ikki skilti. Hann sigur, at hann bað um at verða ringdur upp aftur, so hann kundi fáa staðfest, at boðini um, at hann vildi yvirgeva seg vóru móttikin, sigur Geir Lippestad við Aftenposten. Verjin undirstrikar, at hann ikki hevur sæð tele­ fon­loggin, men at hann hevur biðið um at hoyra upp­ tøkurnar. Eingin uppringing Skuldsetti segði, at hann bíð­aði eina løtu eftir, at løg­ reglan skuldi ringja aftur. Tað samsvarar eisini væl við frágreiðingar frá vitnum sum siga, at ein steðgur varð í skotriðini, sum samsvara við útsagnirnar hjá Breivik. – Men hann varð ikki ringd­ur upp aftur. Í hansara høvdi gjørdi hann metingar, sum eru truplar at skilja: antin at gera av við seg sjálvan, ella at halda fram við operatiónini, sum hann nevndi tað. Sum kunnugt valdi hann at halda fram at skjóta, til løgreglan kom, sigur Geir Lippestad. Spurdur, hví Breivik ikki steðgaði skjótingini sjálvur við hetta høvi, svarar Geir Lippestad, at tað er trupult at siga. Verjin heldur ikki, at 32 ára gamli maðurin hevði aðrar ætlanir við telefon­ sam­røðunum til løgregluna, enn at yvirgeva seg, uttan at verða skotin. Anders Behring Breivik segði, at hann tá hevði nátt máli sínum. – Hann sigur, at hann metti avrik sítt tá vera so um­fatandi, at hann vildi fáa miðlapláss og breitt sítt manifest út, sigur Geir Lippe. Ein NRK-tyrla sveimaði yvir Utøya áðrenn løgreglan kom á staðið. Lippestad tulk­ ar sín klient soleiðis, at Brei­ vik helt hetta vera eina løg­ reglutyrlu, og at hann kundi verða skotin nær tað skuldi vera. Helt fram at skjóta Sambært Anders Behring Brei­vik hevur hann ringt fleiri staðir frá á oynni. – Seinasta uppringingin hendi helst gjørd niðri við sjóvarmálan, sigur Lippestad uttan at koma nærri inn á hvar á oynni tað var. Behring Breivik skal hava ringið eina »nokk so langa rutu« á oynni eftir seinastu telefonsamrøðuna, áðrenn hann byrjaði at skjóta aftur. – Eg fari ikki at uppgeva nakað tal fyri, hvussu nógv hann skjeyt eftir hetta. Men hann skjeyt móti tveimum bólkum aftrat og móti ung­ um úti í sundinum, sigur Geir Lippe. Tá Delta-bólkurin kom til Utøya klokkan 18.25, sóu teir skotrøðir í sjónum sunnan fyri oynna. Anders Behring Breivik var handtikin í skóg­ inum við suðurendan av oynni tveir minuttir seinni. Hann stóð tá við armunum í veðrið og vápnunum 15 metrar aftan fyri hann. Tað hevur áður verið bor­ ið fram í miðlunum, at hann skal hava ringt einaferð til løgregluna og boða frá, at »uppgávan er fullførd«. Tað hevur tá verið roknað við, at hann hevur ringt frá síni egni telefon. Men í seinastu avhoyring­ un­um hevur hann greitt frá, at hann fann ikki sína egnu fartelefon, og at hann í staðin ringdi við telefonini hjá onkrum øðrum. Hendan telefonin skal vera funnin í einari kiosk á oynni. Spurdur, um Breivik greið­ ir soleiðis frá, fyri at seta løgregluna i eitt vánaligt ljós sigur hann: Tað er møguligt. Men um so er, at hann hevur ringt, og løgreglan ikki hevur reagerað upp á tað, so er tað mín upp­ gáva sum verji at vísa á hetta. So má almeningurin og løgreglan meta um, hvat vit skulu halda um hand­ far­ingina hjá løgregluni av málinum, sigur Geir Lippe við Aftenposten. Anders Behring Breivik sigur, at hann ringdi fleiri ferðir fyri at yvirgeva seg. Kortini helt hann fram við at at skjóta ungdómarnar eftir samrøðurnar Ringdi fleiri ferðir at yvirgeva seg Norsk bløð eru nú byrjað at seta spurnartekin við handfaringina hjá løgregluni av øllum terrormálinum, millum annað, hví løgreglan var so sein út á Utøya. Og nú eisini, hví løgreglan ikki reageraði, tá Breivik ringi fyri at geva seg yvir